Ikki avgjørt rentulækking enn

Føroysku peningastovnarnir hava ikki enn gjørt av, hvussu teir fara at lækka rentuna í kjalarvørrinum av, at Tjóðbankin lækkaði sína við 0,75 prosentstigum

Føroyskir peningastovnar tyggja í løtuni upp á rentu niðurskurðin hjá danska Tjóðbankanum. Tí hóast fráboðanin um rentuniðurskurð kom í gjár, hava føroysku peningastovnarnir ikki enn gjørt av, hvussu stórur teirra niðurskurður skal verða.

Men at talan verður um rentulækking hjá føroysku peningastovnunum, tykist eingin ivi um.

Talan verður um eina rentulækking. Og eg kann eisini siga, at lækkingin á innlánum verður størri enn á útlánum, tað liggur fast. Men júst hvussu prosentsatsurin fer at síggja út fyri ávikavist inn- og útlán hava vit ikki roknað okkum fram til enn, sigur Søren Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa.

Hann sigur eisini, at tað, at Suðuroyar Sparikassi valdi at fara upp í bjargingarætlanina hjá donsku stjórnini, kostar sparikassanum fitt av peningi, sum onkusvegna skal dekkast inn aftur, og tí er hesin veruleiki við í viðgerðini av rentusatsunum hesaferð.

Heldur ikki Eik Banki er liðugur at viðgerða eina rentulækking enn, men teir arbeiða við spurninginum. Bjarni Olsen, stjóri, sigur, at bjargingarpakkin ikki sum so er við í viðgerðini, men at hann merkir eina eyka útreiðslu, sum onkusvegna skal dekkast inn aftur.

Rentumunurin er okkara høvuðsinntøka, og sjálvt um hesin hjálparpakkin ikki í sjálvum sær hevur ávirkan á hesa rentulækkingina, so skulu eyka úrtreiðslurnar vinnast inn aftur onkunstaðni, sigur Bjarni Olsen.

Hann dugir ikki heilt at siga, nær teir eru lidnir at viðgera rentustøðið, men at tað vónandi verður fyrst í næstu viku.

Tað eydnaðist ikki at fáa orðið á umboð fyri Føroya Banka og Norðoya Sparikassa áðrenn evstamark, men lítil ivi er um, at støðan er áleið hin sama hjá teimum báðum peningastovnunum.