Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn, er ivasom til uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir, um at loyva fólki at draga fakfelagslimagjaldið frá í skatti.
Hon sigur, at hon ivast í, um hon fer at atkvøða fyri uppskotinum, tí eftir hennara meting er uppskotið bara hálvt í løtuni.
- Uppskotið fer at kosta eini 40 milliónir krónur, men tað verður ikki víst á, hvussu hetta skal fíggjast. Kommunurnar eiga 20 av teimum 40 milliónunum, men eg trúgvi ikki, at tær vilja taka hendan eyka kostnaðin á seg. So má landið finna 40 milliónir krónur, sigur hon.
Sjálv heldur hon, at tað er uppskotsstillarin, sum skal finna fíggingina til uppskotið.
- Vit hava eina greiða avtalu í samgonguskjalinum, um at allar útreiðslur skulu fíggjast. Tað er hendan ikki á nakran hátt, og eg haldi, at uppskotsstillarin sjálv má vísa, hvar hesar 40 milliónirnar skulu koma frá, sigur hon.
Ruth Vang er eisini forkvinna í fíggjarnevndini. Málið var til viðgerðar har undan jólum, tá hetta uppskotið upprunaliga fall, men enn hevur eingin viðgerð verið í hesum umfarið.
- Nú kenna vit sjálvandi til nógv av hoyringssvarunum frammanundan, men vit skulu hava onkrar fundir. Eg veit tó ikki, um vit fara at kalla so nógv fólk inn, sigur hon.
Enn veit hon ikki, nær uppskotið verður lagt fyri tingið aftur til aðru viðgerð.
- Málið hevur staðið á skrá til nakrar fundir í fíggjarnevndini, men vit hava ikki viðgjørt tað enn á nøkrum fundum. Høvuðsavbjóðingin er heilt víst at finna fíggingina, so uppskotið er als ikki klárt at leggja aftur í tingið enn, sigur hon.