– Vit hava jólatræ umborð, sum er pyntað. Vit hava eisini pyntað við nissum runt ymsastaðni og gjørt tað hugnaligt við reyðum stearinljósum.
Soleiðis sigur Regin Lindenskov um støðuna umborð á Rem Mist, nú tað stundar til jólar, og manningin ger klárt at leggja frá landi.
Mest spennandi verður ivaleyst jóladøgurðin, heldur Regin Lindenskov, sum hevur frætt so mikið, at talan verður ikki um vanliga jóladunnu ella jólagás.
– Tað, sum er annarleiðis, er maturin. Teir eta ikki dunnu, men eta pinnakjøt, sum teir kalla tað. Pinnakjøt er vist lambsriv, sum teir salta og hanga upp at turka. Tað er ikki ræst ella turt, sum vit kenna tað úr Føroyum, men manningin her sigur, at hon elskar tað, og teir eru allir spentir til jóaldøgurðan.
Omaná fær manningin "julegrøt", ið er rísingreytur, umframt at kokkurin bakar kaku. Tað liggur væl fyri at fáa matin upp á pláss, sigur Regin Lindenskov, tí teir, ið hava frívakt, hava bjóðað seg til at hjálpa kokkinum.
Regin Lindenskov hevur kortini fyrireikað seg heimanifrá, skuldi jólalongsulin verðið ov stórur, tí hann hevur pakkað bæði føroyska rullupylsu og turran fisk við í viðførið.
Jólagáva fjald í kuffertinum
Regin Lindenskov er, sum sagt, einasti føroyingur umborð. Tað er tí ivasamt, um nøkur jólaheilsan verður send heim til Føroya í útvarpinum; sjálvur hevur hann ikki hugsað um tað.
– Eg vænti ikki, at hesir senda, teir eru allir norðmenn. Tað kann sjálvandi vera, at teir senda okkurt heim til Norra. Eg veit ikki, um tey hava útvarpsheilsanir. Sjálvur havi eg slett ikki hugsað um at senda nakra heilsan heim.
Regin Lindenskov hevði ikki ætlað sær at taka nakrar jólagávur við til skips. Tað skuldi tó vísa seg, at hann fekk okkurt við í viðførinum kortini.
– Eg valdi ikki at taka nakað við hesaferð, tí tað fyllir bara. Men tá eg kom umborð og pakkaði kuffertini upp, sá eg, at onkur hevði sníkt ein pakka niður í kuffertini, sigur Regin Lindenskov og leggur aftrat, at tað vóru foreldrini, ið høvdu givið honum jólagávu við, uttan at hann visti av tí.
Vónandi verður ein fríløta
Tað er ilt at siga, hvussu jólaaftan verður umborð, heldur Regin Lindenskov. Í løtuni liggja teir við kei í Mongstad, men í morgin loysa teir við kós móti einum boripalli. Eru teir við boripallin jólaaftan, verður ikki nógv tíð til at hugna sær
- Eg veit ikki, hvat hendir jólaaftan. Tað kemur an uppá, hvør tíð verður. Skulu vit arbeiða, so fara vit at eta og so aftur til arbeiðs. So verður dagurin vanligur aftaná. Men um vit hava tíð, so kanska vit gera okkurt sosialt. Møguliga verður okkurt pakkaspæl, ella vit dansa um jólatræið, sigur Regin Lindenskov.