ODDAGREIN: Herðaklapp til Sunda kommunu

Fólkaskúlin hevur staðið fyri mongum skotum seinastu tíðina – ikki minst eftir vánaliga PISA-úrslitið, sum setti okkum í bás sum landið við heimsins vánaligasta fólkaskúla, tó at hetta helst skal takast við ávísum fyrivarni.

Um dagarnar frættist, at Sunda kommuna hevur gjørt av at keypa øllum lærarunum í kommunu hvør sína berbara teldu. Hetta eru fløvandi tíðindi til skúlafólk – ikki bara í Sunda kommunu, men um landið alt, tí hetta boðar kanska frá nýggjum vindum, hvat skúlapolitikki viðvíkur.

 

Tað var einaferð ein skúlastjóri á einum skúla í Svøríki, sum setti eitt stórt skelti upp á skúlan, har tað stóð: ”Skúlin fyri læraran”. Hetta var av mongum tikið illa upp, tí skúlin er sjálvandi fyri næmingarnar, meðan hann” bara er eitt arbeiðspláss hjá lærarunum”.

 

Men skúlastjórin var tá skjótur at siga, at um skúlin ikki var fyri lærararnar fyrst og fremst, so var hann slett ikki fyri næmingarnar.

 

Og tað er júst hetta, sum okkara politiska skipan ikki skilir. Eitt eru lønarviðurskiftinini hjá lærarunum, sum ikki kunnu metast við tey á privata arbeiðsmarknaðinum. Men arbeiðsumstøðurnar annars hjá fólkaskúlalærarunum eru út av lagi vánaligar.

 

Við at kaga inn í ein av fólkaskúlunum, so síggja vit, at lærarar fyri so vítt ongar umstøður hava uttan fyri skúlastovuna. Sjálv undirvísingin er í tíð ikki meira enn helmingurin av arbeiðstíðini hjá læraranum. Teir hava einki skrivaraborð, ongan stól, onga teldu og onga telefon.

 

Tað hevði ikki gingið á nøkrum privatum arbeiðsplássi – og neyvan heldur í nøkrum av stovnunum, sum varða av skúlanum – ella fyri tað í Mentamálaráðnum.

 

Sunda kommuna eigur tí stórt herðaklapp fyri hetta herðaklappi, tey geva sínum lærarum: At geva teimum hvør sína berbara teldu. Hetta er eitt gott framstig – og bendir á, at tey í Sunda kommunu vilja virða skúlan!