at ikki er frelsa í nøkrum øðrum navni, helt biskupur taluna til kandidatin í gudfrøði, Hans Eiler Hammer. Biskupur undirstrikaði, hvat uppgávan hjá honum varð, nú hann skuldi prestvígast og vera í orðsins [...] hóast okkum. Tað skal boðastm at ikki er frelsa í nøkrum øðrum navni. Sannleikin broytist ikki av mannahugsanum ? Sannleikin um okkum menniskju er, at vit eru komin út í óføri, haðani tað er ógongiligt [...] Ein kristin gudstænast er ikki at fáa flestar atkvøður til ein frelsara. Heldur ikki skalt tú sjálvur finna uppá, hvat tú skalt boða, segði Hans Jacob Joensen. Við útgangsstøði í orðum Pæturs, um at Jesus
fullvísur í, at flokkurin hevði vrakað hana og sett eina aðra í. Allar lýsingar eiga og skulu góðkennast av kundanum, sum serkøna vitnið eisini sigur í rættarmálinum, og tað varð hendan lýsingin ikki. Eg var [...] persónliga upp í hendan ellibitan, kenni eg meg noyddan til at koma við nøkrum viðmerkingum. Ingi skrivar, at "Í sakarmálinum kemur greitt fram, at tað var táverandi kreativi leiðarin í Team 85 (eg!), [...] niðurstøðu skilji eg slett ikki, tí vitnifrágreiðingarnar frá rættarmálinum, tvs. bæði mín egna og aðrar, vísa greitt, at so er ikki. Mistakið er heilt einfalt og bara, at lýsingin ikki varð send kundanum/flokkinum
politiskur vilji er at seta tilmælini í verk. Vit fingu ikki at vita, hví so er, men vit loyva okkum at gita, at fíggjarligu umstøðurnar eru ikki til tess. Tað er ikki politiskur vilji at játta pening til [...] útvega hesum fólkum bústað úti í samfelagnum. Annað, sum gekk fram av sendingini, er, at vit í Føroyum liva undir einari lóg um psykisk sjúk frá trýatiárinum, meðan ein eitt nú í Danmark hevur fingið nýggja [...] til hendan samfelagsbólk. Hetta er mikið spell. Tað er ikki minni spell, at lóggávan um viðgerð av sálarsjúkum ikki verður dagførd. Hetta snýr seg ikki bert um viðgerð men um grundleggjandi sjúklingarættindi
Ongin trupulleiki Fríðgerð Sundsskarð, leiðari í dagstovninum Lítlaskógi í Dj. í Geilsgøtu í Havn, sigur júst tað sama. ? Hetta er ongin trupulleiki í Lítlaskógi. Stovurnar eru mangan tómar áðrenn vit [...] av fimm. Í Føroya næststørstu kommunu hava tey heldur ongar trupulleikar við, at foreldur koma ov seint eftir børnunum. Hanna Thøgersen, leiðari í Mylnuhúsinum í Klaksvík, sigur, at heldur ikki har eru [...] Heldur ikki í Runavík kenna tey til trupulleikan. ? Gjøgnumgangandi halda foreldrini væl tíðirnar, so tað er ikki nakar trupulleiki her, sigur Fríða Helmsdal, leiðari á Kongshavnar barnagarði í Runavík
kós. (Tað er heldur eingin í donsku stjórnini ella í fólkatinginum í dag, sum heldur, at aðrir enn føroyingar sjálvir skulu gjalda fyri føroyska oðyslið, og í hvussu so er ikki danski skattgjaldarin). Vanlig [...] at vita, at rokningin ikki gjørdist so stór, var hetta til at bera. Og løgtingið var eisini samt í hesum. Tað gjørdi tað eisini lættari at taka hesa støðu, at í donsku stjórnini og í fólkatinginum var eingin [...] Jógvan ikki tóku sømiligastu avgerðina henda dagin fyri meira enn fimm árum síðani. Høvdu vanlig hampafólk ikki tikið avleiðingarnar av teimum handlingum, sum tey høvdu gjørt ella verið uppi í at gjørt
eigur Ludvík við Stein, kappróðrarviðmerkjari. At róður fyrr og nú ikki er akkurát tað sama, ásannar Ludvík, sum tó ikki er so fullvísur í, at øll átøkini, sum verða gjørd, fyri at økja um áhugan fyri kappróðri [...] at fleiri ikki rógva. Tvørturímóti heldur Ludvík við Stein, at afturgongdin, sum hevur verið í áhuganum fyri kappróðri, eins væl kann skyldast ta sannroynd, at samfelagsliga verður slett ikki lagt upp til [...] n, so fleiri áskoðarar skulu koma. – Í ár er eingin róðrarteinur longri enn túsund metrar, men á Norðoyastevnu vóru allíkavæl bara tvær fleiri bátsmanningar enn í fjør, og tá skal so sigast, at fáa illa
landsstýrisfólk koma í tingið við málum, tey ikki hava undirtøku fyri. Tað er tað ikki. Tað er normurin. ABC kanibalisma Hóast ABC hevur sitið við valdið í seks ár, so tykist hon ikki kenna seg trygg við [...] Heini í Skorini setti í grein herfyri orð á tað: Tað ónormala er vorðið slíkur gerandiskostur, at vit fata tað sum normalt. Miðlarnir halda áfram at senda frá áhaldandi stríðum í samgonguni. Tveir sam [...] samgongulimir traðka í gjár aftur fram í hvassari andstøðu til fiskimálaráðharran og hansara útlutan av makrelkvotum. Og hvøss hevur samgonguandstøðan verið til fiskimálaráðharran í skjótt tvey samfull ár
við formann fólkafloksins í Degi og Viku. Høvuðstíðindini í Degi og Viku í gjárkvøldið vóru – at ónevnd samgongufólk halda, at tað er eingin samgonga til. Eg ætlaði mær ikki at bera við til hetta bál, [...] urin tekur ikki undir við at leggja almennar eftirlitsstovnar saman – hetta er beinleiðis ósatt. Javnaðarflokkurin fer ikki at forða fyri, at eftirlitstovnar verða lagdir saman, og als ikki um hetta kann [...] sum hava troðkað á í áravís. Lat okkum modernisera og rationalisera samfelagið í felag, og lat tað vera sjálvsagt, at vit breiðka skattagrundarlagið hjá landskassanum, so at tað ikki bara eru Palleba og
langt niður í gerandisdgin hjá fólki. Hetta hevði verið eitt ógvuliga stórt inntriv í gerandisdagin hjá fólki. Hvat verður so tað næsta? Skulu vit so eisini lóggeva um at børnini ikki skulu skulka í skúlanum [...] annan fyri tað, um børnini ikki eru undir taki eina ávísa klokkutíð. Ella skal tað bera til at melda ein granna, sum ein kanska ikki situr væl um sátt við, bara tí at børnini ikki eru inni til tíðina? Finnur [...] teir hava gjørt okkurt. Men tað loysir ongar trupulleikar. Vit koma ikki sjálvum trupulleikanum nærri fyri tað og vit koma ikki loysa ikki trupulleikarnar, sum eitt húski hevur fyri tað. Og so heldur Finnur
váðafúsum pengum í Suðuroy. Og í hesum sambandi má landsstýrið hjálpa til, tí tað slepst ikki undan, at Suðuroy hevur brúk fyri andahjálp. Sostatt dugir hon ikki at skilja, hví landsstýrið ikki vil seta á stovn [...] Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag. Bróðurpartin av teimum fólkum, sum eru arbeiðsleys í Suðuroy, eru júst limir í Føroya Arbeiðarafelag og vit hava spurt forkvinnuna í felagnum, hvat hon heldur [...] ein Suðuroyargrunn, sum kann seta pening í vinnulív í Suðuroy. Hon sigur, at landið hevur fyrr gjørt serligar grunnar, tá ið kreppur hava verið í ávísum økjum í landinum. Hon vísir til Føroyagrunnin, sum