Samgonguandstøða sólar sær uttan ábyrgd

Ein stjórn, sum ikki stjórnar. Ein samgonga, sum ikki stendur saman í nøkrum stórum máli. Og ein innanhýsis andstøða - samgonguandstøðan - sum fær frítt spæl í miðlunum, men sleppur undan, at taka ábyrgd.

Heini í Skorini setti í grein herfyri orð á tað: Tað ónormala er vorðið slíkur gerandiskostur, at vit fata tað sum normalt. Miðlarnir halda áfram at senda frá áhaldandi stríðum í samgonguni. Tveir samgongulimir traðka í gjár aftur fram í hvassari andstøðu til fiskimálaráðharran og hansara útlutan av makrelkvotum. Og hvøss hevur samgonguandstøðan verið til fiskimálaráðharran í skjótt tvey samfull ár. Men Jacob Vestergaard heldur fram at lívga tey, sum hann sjálvur velur. Og tað kann hann, tí hann hevur ongan fiskivinnupolitikk at halda seg til. Og fyri samgongufólk tykist tað týdningarmesta vera at sleppa at SIGA at tey eru ímóti tí, sum JV ger.

Veruliga andstøðan tagd burtur
Tingbólkaformaður leggur uppskot fram saman við andstøðuni. Varaløgmaður kolldømir innihaldið í ólavsøkurøðu løgmans. Landsstýrisfólk draga løgtingið ígjøgnum óteljandi aðalorðaskifti, men kunnu ikki geva nakra ábending um, hvørjum tey hava undirtøku fyri at fremja. Og miðlarnir renna aftaná samgonguandstøðuni – teimum, sum dagliga siga seg vera hart ímóti hesum ella hasum, sum teirra landsstýrisfólk koma við, men sum ikki taka neyðugu ábyrgdina, tá av tornar. So gott sum ongantíð verður veruliga andstøðan spurd: Hvussu vildu tit loyst hendan ella hina samfelagsligu avbjóðingina? Tað hevur ongan áhuga, tí eitt alternativt boð er altíð at finna innan samgonguna. Miðlarnir tiga heilt einfalt veruligu andstøðuna burtur, og styrkja harvið mytuna um, at einki alternativ er til ABC-samgonguna. Hóast veruleikin er, at tað finnast fleiri alternativ.

Hvør stjórnar hvørjum?
At vera í stjórn merkir ikki longur at stjórna. Fíggjarnevndin hevur leingi virkað sum fíggjarmálaráð, og hvør er almannaráðharri? Rósa Samuelsen? Trivnaðarnevndin? Ella kanska Hans Pauli Strøm? Sjálvt miðlarnir tykjast halda tað vera normalt, at Jóhan Dahl boðar frá, at hann vil hava greitt svar frá Løgtinginum um hvørt Atlantsflog skal einskiljast ella ikki. Og at Rósa Samuelsen vil hava Trivnaðarnevndina at finna hennara raðfestingar. Tað er, sum um landsstýri og samgonga ikki eru til longur í hugaheiminum hjá landsstýrisfólkunum. Landsstýrismannaábyrgdin kámast ella hvørvur, tí hvussu kann landsstýrisfólk ábyrgdast, tá tað var Løgtingið, sum segði, hvat hann/hon skuldi gera? Eftirhondini verða allar reglur fyri, hvussu politiska skipanin eigur at virka, og hvussu valdsbýtið skal vera millum lóggevandi og útinnandi valdið, burtur. Skipanin syndrast, og við henni demokratiið.
Sjálvandi kunnu vit fegnast um, at parlamentið fleiri ferðir upp á tvørs av samgongu og andstøðu hevur megnað at tikið um endan. Men, tað átti at verið undantakið, at landsstýrisfólk koma í tingið við málum, tey ikki hava undirtøku fyri. Tað er tað ikki. Tað er normurin.

ABC kanibalisma
Hóast ABC hevur sitið við valdið í seks ár, so tykist hon ikki kenna seg trygg við egið avkom. Einaferð høvdu vit eina Menningarstovu at stimbra undir útflutningsvinnur og íverksetan, og eitt Ferðaráð at fáa ferðavinnuna at mennast. Hesi vórðu rationaliseraði til stovnin Samvit. Av ferðavinnumálaráðharra í ABC-samgonguni. Tá stovnurin so dánt var komin upp at standa, varð hann umsmeltaður til politiska umsiting. Av ferðavinnumálaráðharra í ABC-samgonguni. Skipanir, sum tað tók ár at byggja upp, hvørva nú skjótari enn margarin bræðist á heitari pannu. Eisini einskiljingin av Atlantsflogi var eitt leingi tilrættislagt ABC-barn, sum landsstýrið nú tykist sera ótrygt við. Sel, sel ikki, sel, sel ikki. Stovna, legg niður, stovna, legg niður.

Hvør tekur ábyrgd?
Tænir tað nøkrum endamáli at vísa á gallskapin? Hvør einstakur parlamentarikari hevur eina ovurhonds stóra ábyrgd hvílandi á herðum sínum. Ábyrgdina at siga, at nóg mikið er nóg mikið. At gera sítt til, at fáa valdsbýtið, parlamentarismuna og føroyska fólkaræðið aftur á beint. Ein stjórn má ikki sleppa at sita, uttan at stjórna. Ein samgonga, sum ikki tekur undir við egnum samgonguskjali, má ikki sita á parlamentariska valdinum, bara fyri valdsins søk. Ella ein leiðari, uttan undirtøku. Hetta hevur veruliga andstøðan óteljandi ferðir víst á. Men hvussu við samgonguandstøðuni? Sum dagliga vísir sítt misálit á egna stjórn? Hvussu kunnu tey framvegis vera parlamentariska grundarlagið undir løgmanni og teimum landsstýrisfólkum, tey áhaldandi ganga ímóti? Kanska sleppa tey undan at svara miðlunum upp á slíkar naskar spurningar. Men veljarunum sleppa tey vónandi ikki undan at svara.