Kundu tað sama róð á Kaldbaksfirði eitt mikukvøld

Tað er væl kappróðurin, sum hevur skapt stevnurnar og ikki øvugt, sigur Ludvík við Stein

– Tað er væl kappróðurin, sum hevur skapt stevnurnar og ikki øvugt. Og eg haldi tað vera øgiliga keðiligt, at tær gomlu stevnurnar verða brúktar til at definera, nær okkara tjóðarítróttur skal íðkast, tí um tað blivu fleiri kappróðrar, sum vóru á sama stað, har umstøður vóru til ein góðan start, hevði tað heldur ikki blivið hetta hestaarbeiðið hvørja ferð, sigur Ludvík við Stein, sum mestsum hvønn leygardag er viðmerkjari umborð á útvarpsbátinum, tá FM-kappróður er á skránni

 

Orðini eigur Ludvík við Stein, kappróðrarviðmerkjari.

 

 

At róður fyrr og nú ikki er akkurát tað sama, ásannar Ludvík, sum tó ikki er so fullvísur í, at øll átøkini, sum verða gjørd, fyri at økja um áhugan fyri kappróðri, eru á so góðari leið. Tá hugsar hann serliga um tað, at alt verður gjørt fyri at stytta um róðrardagin, so fleiri áskoðarar skulu koma.

 

– Í ár er eingin róðrarteinur longri enn túsund metrar, men á Norðoyastevnu vóru allíkavæl bara tvær fleiri bátsmanningar enn í fjør, og tá skal so sigast, at fáa illa verið færri manningar, enn tað vóru í fjør og eru í ár. Og bara at skylda upp á Róðrarsambandið, sum skal gera hetta ella gera hatta, er neyvan vegurin fram heldur, tí eg trúgvi einki uppá, at tað er Róðrarsambandið, sum ger, at fleiri ikki rógva.

 

 

 

Tvørturímóti heldur Ludvík við Stein, at afturgongdin, sum hevur verið í áhuganum fyri kappróðri, eins væl kann skyldast ta sannroynd, at samfelagsliga verður slett ikki lagt upp til liðanda og liðavrik, har tað ræður um at ofra seg fyri liðið og plássið ella bygdina.

 

– Eg haldi, at allur tíðindaflutningur og allar lýsingar koyra upp á einstaklingin, og tað sama er eisini í ítrótti, har tann felagsandin, eg minnist frá fyrstu árunum, ikki er til longur. Tá var tað ein heiður at verða biðin við Eysturoyingi, og tú vildi fegin seta alt annað til síðis fyri tað, men nú skalt tú hugsa fyrst og fremst um teg sjálvan og vera í sjálvdrátti, og helst skal tú slett ikki hugsa um felagsskapin, sigur hann.

 

Eitt annað, sum Ludvík eisini kemur inná, eru øll tey ymsu støðini, ið skulu hýsa kappróðri, hóast tey kanska slett ikki eru egnað til tað. Hann heldur, at tað, at róðrarstøðini ikki eru tey somu hvørt ár, er stóri trupulleikin, tá tosað um at fáa róðrar skjótt og væl avgreiddar, og sum dømi nevnir hann, at tað bara er á Norðoyastevnu og á Ólavsøku, at róð verður í sama stað, meðan hinir róðrarnir skiftast ímillum fleiri støð.

 

Haraftrat heldur Ludvík, at tíðin er komin til at gera skilnað millum bygdastevnur og kappróður, tí hetta eru tvey ting, sum ikki nýtast at vera eitt og tað sama, og sum tað ikki ber til at skilja sundur.

 

– Tá illa gongst at avgreiða róðurin á eini stevnu, munnu nógv fólk klóra sær í nakkanum og spyrja seg sjálvi, hví ólukkan tey skulu rógva her. Svarið fáa tey, tá tey koma at landi og stíga upp á keiina, har tey so renna seg í øll hesi tjøldini við 21-spæli og øllum hugsandi tombola. Vit mugu minnast til, at tað er væl kappróðurin, sum hevur skapt stevnurnar og ikki øvugt. Og eg haldi tað vera øgiliga keðiligt, at tær gomlu stevnurnar verða brúktar til at definera, nær okkara tjóðarítróttur skal íðkast, sigur hann.

 

– Fyri mína skyld kundi tað akkurát tað sama verið kappróður á Kaldbaksfirði eitt mikukvøld, og um tað blivu fleiri kappróðrar, sum vóru á sama stað, har umstøður vóru til ein góðan start, hevði tað heldur ikki blivið hetta hestaarbeiðið hvørja ferð. Men tíverri eru tað tey smáu feløgini, sum halda fast um, at stevnur og róður partú skulu fylgjast, hóast tíðin sigur nakað annað og tey ungu heldur velja at fara á onkran festival, enn at fara á stevnu.

 

Øll samrøðan við Ludvík við Stein er at lesa í Sosialinum frá mikudegnum 9. juli, ið var borin út í hvørt heim.