Hannis Egholm
Í oddagrein hósdagin hevur blaðstjórin á Dimmalætting eina heldur enn ikki margháttliga útlegging av sakarmálinum millum Team 85, sum Dimmalætting eigur (!), og Tjóðveldisflokkin um m.a. tiltiknu lýsingina í Sosialinum undan næstseinasta løgtingsvali.
Greinin er ein løgin blanding av politikki, løgfrøði og privatum handilsáhugamálum. Hvussu blaðstjórin kemur til sínar niðurstøður, má hann helst sjálvur vita - fyri onnur er tað púra óskiljandi, men til hendan partin kann onkur annar enn eg kanska gera meira nágreiniligar viðmerkingar.
Av tí, at Ingi Samuelsen dregur meg persónliga upp í hendan ellibitan, kenni eg meg noyddan til at koma við nøkrum viðmerkingum.
Ingi skrivar, at "Í sakarmálinum kemur greitt fram, at tað var táverandi kreativi leiðarin í Team 85 (eg!), sum hevði ábyrgdina av mistakinum."
Hvussu Ingi kemur til hesa niðurstøðu skilji eg slett ikki, tí vitnifrágreiðingarnar frá rættarmálinum, tvs. bæði mín egna og aðrar, vísa greitt, at so er ikki. Mistakið er heilt einfalt og bara, at lýsingin ikki varð send kundanum/flokkinum til góðkenningar, áðrenn hon varð send Sosialinum. Varð hon tað, so hevði flokkurin antin vrakað hana, ella góðtikið hana og staðið við ábyrgdini. Eg eri fullvísur í, at flokkurin hevði vrakað hana og sett eina aðra í.
Allar lýsingar eiga og skulu góðkennast av kundanum, sum serkøna vitnið eisini sigur í rættarmálinum, og tað varð hendan lýsingin ikki. Eg var sjúkur tann dagin lýsingin varð gjørd og send til Sosialin, og eri tískil ikki tann, sum setti lýsingina upp og forsømdi góðkenningarskylduna. Tað var onkur annar á Team 85, ið gjørdi mistakið. Hetta verður eisini staðfest í sakarmálinum.
Orsøkin til, at Team 85 kortini vann sakina er, at missur ella skaði av lýsingini ikki kundi staðfestast.
Síðani fer hugflogsríki blaðstjórin í holt við eitt ordans bryggj um mín leiklut sum "aktivur innan Tjóðveldisflokkin", og hvussu tað ávirkar alt málið og mína tilveru eftir, at eg segði upp á Team 85. Hvør ætlanin er við hesum hugleiðingum, veit eg ikki, men eg kann bara staðfesta, at mistakið førdi til eitt álitisbrot millum Team 85 og kundan, og meðan leiðslan á Team 85 varð drigið í rættin, so varð eg afturbiðin. Onkursvegna má hetta siga nakað um, hvar kundin/flokkurin plaserar ábyrgdina fyri mistakinum.
Eg eri ikki bangin fyri at viðganga mína støðu sum tjóðveldismaður, men má samstundis sláa fast, at endaliga viðmerkingin hjá blaðstjóranum á "óheftu og álítandi" Dimmalætting um, at "í politikki eins og í kærleika eru jú ongar reglur galdandi" fullkomiliga mugu standa fyri hansara egnu rokning. At hann ongar reglur hevur í sínum politiska arbeiði, vísir hann greitt í oddagreinini. Hvat kærleikanum viðvíkir, kann eg ikki lata vera við at hugsa: "Stakkals kona!"