Tað kann tí vera vert at spyrja, um Atli og Jógvan ikki tóku sømiligastu avgerðina henda dagin fyri meira enn fimm árum síðani.
Høvdu vanlig hampafólk ikki tikið avleiðingarnar av teimum handlingum, sum tey høvdu gjørt ella verið uppi í at gjørt, tá tað vísti seg, at ætlanirnar ikki góvu væntaða úrslitið? Teir og aðrir høvdu við stórum meiriluta í løgtinginum roynt at ment fiskivinnuna, alivinnuna og langfaraskipaflotan við rúmum stuðulslánum, veðhaldum og studningum. Teir høvdu eisini mett, at tað fór at eydnast, sjálvt um ráðgevandi nevndir høvdu staðiliga ávarað. Teir trúðu, at teir kláraðu at stýra búskapinum í Føroyum. Teir stýrandi, og ikki bara Atli og Jógvan, fóru skeivir, og nógv kann verða sagt um, hvat teir fóru skeivir, men lat tað liggja.
Tá vanlig fólk hava gjørt nakað sum ikki gongur eftir vild, taka tey avleiðingarnar av tí, og teir báðir máttu taka avleiðingarnar av øllum tí, sum landsstýrini og løgtingini høvdu gjørt. Tá teir so samstundis fingu at vita, at rokningin ikki gjørdist so stór, var hetta til at bera. Og løgtingið var eisini samt í hesum.
Tað gjørdi tað eisini lættari at taka hesa støðu, at í donsku stjórnini og í fólkatinginum var eingin, sum helt, at føroyingar ikki skuldu gjalda alla rokningina fyri føroyska oyðslið. Danir høvdu júst verið gjøgnum sín »kartoffelkur« og hildu seg, frelstar, vita, hvussu eitt samfelag kom aftur á rætta kós. (Tað er heldur eingin í donsku stjórnini ella í fólkatinginum í dag, sum heldur, at aðrir enn føroyingar sjálvir skulu gjalda fyri føroyska oðyslið, og í hvussu so er ikki danski skattgjaldarin).
Vanlig hampafólk høvdu helst eisini sagt, at skulu vit gjalda fyri ein banka, skulu vit gjalda fyri allar, uttan mun til hvør átti teir einstøku bankarnar. Vóru vit snýttir í Føroya Banka málinum, vóru vit eisini snýttir í Sjóvinnubankamálinum. Men tað vóru vit jú íkki, tí vit tóku avleiðingarnar av okkara gerðum.
Fara vit tí nú at krevja danir eftir at gjalda okkum endurgjald fyri Føroya Banka, fara vit at siga, at tað vóru danir, sum høvdu ábyrgdina av tí, sum vit sjálvir gjørdu í sjeyti- og áttatiárunum. Merkir tað so ikki, at vit krevja at koma aftur í amtstøðuna?
Bankakanningin er nú liðug, og hon hevur avdúkað mangt, sum hevur skatt samstarv ið við Danmark. Hon hevur avtúkað, at danska skipanin dugdi kanska í so væl at tryggja, at føroyingar skuldu gjalda sjálvir, tá politiska avgerðin um hetta varð tikin. Hon hevur givið dønum ringan ráka, og tað mugu teir so sjálvir fáa bast. Men hon hevur einki avdúkað um, at vit ikki sjálvi mugu gjalda fyri okkara egnu gerðir.
Kjartan Kristiansen









