- Far og boða evangeliið

- Uppgávan hjá tær í orðsins tænastu er at boða evangeliið. Boðskapin um, at tað bara er eitt navn undir himni, sum vit kunnu verða frelst við, segði Hans Jacob Joensen, biskupur, tá ið hann prestvígdi Hans Eiler Hammer í Dómkirkjuni sunnudagin

? Ein kristin gudstænast er ikki at fáa flestar atkvøður til ein frelsara. Heldur ikki skalt tú sjálvur finna uppá, hvat tú skalt boða, segði Hans Jacob Joensen.

Við útgangsstøði í orðum Pæturs, um at Jesus er hornasteinurin, og at ikki er frelsa í nøkrum øðrum navni, helt biskupur taluna til kandidatin í gudfrøði, Hans Eiler Hammer. Biskupur undirstrikaði, hvat uppgávan hjá honum varð, nú hann skuldi prestvígast og vera í orðsins tænastu.

? Tað er tann kristni boðskapurin, sum skal boðast. Teir fyrstu ápostlarnir boðaðu orðið, og tað er eisini okkara uppgáva. Kristindómur er ikki at menniskju hava valt sær Jesus til Krist. Tað er Gud, sum velur út, tað er Guds sigur, sum skal boðast.

? Ein kristin gudstænasta er at takka Gudi, sum valdi fyri okkum - hann, sum valdi hóast okkum. Tað skal boðastm at ikki er frelsa í nøkrum øðrum navni.


Sannleikin broytist ikki av mannahugsanum

? Sannleikin um okkum menniskju er, at vit eru komin út í óføri, haðani tað er ógongiligt. Hetta er veruleikin; um vit trúgva tí ella ikki. Størsti trupulleikin er júst hetta, at tað eru so nógv, sum ikki vilja trúgva hesum veruleikanum. Men sannleikin broytist ikki, sjálvt um menniskju meina nakað annað. Tað skulu øll fáa at uppliva ein dag. Í 1500 ár trúðu fólk, at jørðin var fløt, men sannleikin sigraði til síðst.

? Kristni boðskapurin er, at tað er ein bjargari út úr tí óførinum, sum vit eru komin í. Tað er Jesus. Tá ið vit verða kallað fram fyri Gud, er tað hann, sum talar okkara søk.

? Uppgávan er at boða henda Jesus og at vera trúgvur í hesi tænastuni.


Lisið úr Skriftini

Hans Eiler gav lyfti um at halda seg til henda boðskapin, og biskupur setti hann í tænastuna at prædika orðið reint og rætt, at handfara sakramentini, at hava umsorgan fyri kirkjuliðinum og at virka samsvarandi Guds Orði og teimum kirkjuligu fyriskipanunum.

Orð úr Skriftini vórðu eisini lisin fyri Hans Eileri. Prestarnir Niels Pauli Danielsen, Marjun Bæk, Meinhard Bjartalíð og Erland Beder lósu. Bøn varð hildin fyri Hans Eileri meðan allir prestarnir, ið vóru til staðar, løgdu hendurnar á hann.


Hátíðarstund

Umframt allar prestarnar, sum sótu frammi í kór og sjálva vígsluna, setti Kristiliga kórið eisini sín dám a hátíðarstundina í Dómkirkjuni. Hetta sjálvt um kirkjan ikki var fullsett.

Tað var Jákup R. Hansen, systkjunnabarn hjá Hans Eileri, sum helt prædikuna. Dómprósturin, Bjarni Bæk og David Johannesen høvdu altarborðið.

Hans Eiler Hammer verður innsettur í tænastuna sum sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi í Christianskirkjuni sunnudagin 5. juli.