Útigongubann
?Hetta er púra órealististiskt í dagsins samfelag.
Tað heldur Finnur Helmsdal, leiðari á Føroya Barnaheimi, um sjónarmiðið hjá Rúnu Sivertsen um at seta útigongubann í gildi fyri børn og blaðung eftir eitt ávíst klokkuslett um kvøldið.
Umframt at vera leiðari á Føroya Barnaheimi, er hann eisini sosialráðgevari og hann hevur eisini verið formaður í barnaverndini í Havn.
Hann sigur, at hetta er at vaska sínar hendur fyri at sleppa undan at loysa teir veruligu trupulleikarnar.
?Er tað so, at børn og blaðung ganga úti og mala um næturnar, er tað ein heilt annar trupulleiki. Tað eru foreldrini, sum hava ábyrgdina av sínum børnum og tað er heldur tann vegin, vit eiga at gera nakað, sigur Finnur Helmsdal.
?At lóggeva um slíkt er at fara ov langt niður í gerandisdgin hjá fólki. Hetta hevði verið eitt ógvuliga stórt inntriv í gerandisdagin hjá fólki. Hvat verður so tað næsta? Skulu vit so eisini lóggeva um at børnini ikki skulu skulka í skúlanum? Ella hvar skal so markið fyri lóggávu ganga, spyr hann.
Vaska sínar hendur
Hann heldur eisini, at hetta er ein lóg, sum er vónleys at útinna.
Hann ávarar eisini um, hvat tað kann føra við sær.
?Skulu grannar nú til at melda hvønn annan fyri tað, um børnini ikki eru undir taki eina ávísa klokkutíð. Ella skal tað bera til at melda ein granna, sum ein kanska ikki situr væl um sátt við, bara tí at børnini ikki eru inni til tíðina?
Finnur Helmsdal sigur, at tað er uppgávan hjá foreldrunum at syrgja fyri, at børn ikki ganga úti og mala um næturnar.
? At krevja, at politikarar skulu lóggeva ímóti slíkum er at kasta ábyrgdina frá sær, og leggja hana yvir á politikararnar. Og hetta er ikki ein uppgáva hjá politikarunum.
Finnur Helmsdal sigur, at vísir tað seg so, at summi foreldur ikki megna at røkja sínar skyldur á hesum øki og ikki makta at hava børnini inni um næturnar, eiga myndugleikarnir at taka tað ítøkiliga málið upp.
Hann sigur, at ganga børn og blaðung úti og mala um næturnar, er tað eitt tekin um, at okkurt er galið heima.
? Tann trupulleikin verður ikki bastur við einum útigongubannið fyri børn.
Leiðarin á Barnaheiminum heldur, at tað er eitt keðiligt rak, at politikarar seta meiri og minni tilvildarligar lógir í gildi fyri at loysa heilt aðrar trupulleika.
Hann heldur eisini, at løgreglan kann saktans kann taka slík mál upp, hóast tað ikki beinleiðis er felt niður í eina lóg.
?Kemur løgreglan framá børn og blaðung, sum ganga og mala úti um næturnar, haldi eg, at løgreglan kann gera okkurt við tað, uttan at tað skal fellast niður í eina lóg.
? Er tað ein trupulleiki, at børn og blaðung ganga úti um næturnar, er tað ein trupulleiki, sum løgreglan kann gera sosialu myndugleikarnar varugar við. So mugu teir koma uppí.
Tað, sum leiðarin á Barnaheiminum saknar, er, at sosialu myndugleikarnir taka virknari leiklut í royndini at loysa ymsar trupulleikar.
?Arbeiðið hjá sosialu myndugleiknum eigur at vera meiri uppsøkjandi. Barnaverndirnar eiga at verða meiri úti á gøtunum og hann heldur, at politikararnir skuldu heldur styrkt tann partin av tí sosiala myndugleikanum, sum hevur við børnini at gera. At leggja tað yvir á løgregluna, er skeiv adressa.
?At tosa um at lóggeva fyri, nær børnini skulu vera inni, er at vaska sínar hendur, tí so kunnu politikarar siga, at teir hava gjørt okkurt.
Men tað loysir ongar trupulleikar. Vit koma ikki sjálvum trupulleikanum nærri fyri tað og vit koma ikki loysa ikki trupulleikarnar, sum eitt húski hevur fyri tað.
Og so heldur Finnur Helmsdal eisini, at vit áttu at virka fyri, at flutt náttarlívið nakrar tímar fram, tí tað skerst ikki burtur, at tey ungur í Føroyum fara óvanliga seint í býin.