»Come on Fólkaflokkurin«

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna
---------

Viðmerking til samrøðu við formann fólkafloksins í Degi og Viku.
Høvuðstíðindini í Degi og Viku í gjárkvøldið vóru – at ónevnd samgongufólk halda, at tað er eingin samgonga til.
Eg ætlaði mær ikki at bera við til hetta bál, ið sum einki kann gera tað av við samgonguna. Hóast ósemju um játtanarkarmin fyri 2011 – so hevur samgongan skyldu til at finna eina gongda leið, haldi eg. Men tá ið formaður fólkafloksins púra ótarnaður í Degi og Viku sleppur at mála eina mynd av Javnaðarflokkinum, sum ein ábyrgdarleysan brúkaraflokk, ið vil renna Føroyar út av eggini, so kennni eg meg noyddan at gera eina viðmerking.

Javnaðarflokkurin er ikki forðingin
Javnaðarflokkurin hevur í verki prógvað, at flokkurin hevur hegni og handalag til at spara innan tað almenna, at steðga útreiðsluvørkstri landskassans og at fremja bygnaðarbroytingar. Vit hava so sanniliga lagt rygg til stór inntriv á fíggjarlógini. Bæði á skúlaøkinum, og á heilsuøkinum og á øðrum økjum við. Og Javnaðarflokkurin hevur við ítøkiligum uppskotum víst á, hvussu man til dømis á fólkaskúlaøkinum kann fáa ein bæði betri og bíligari fólkaskúla, um man vil fremja ein skúlareform – men Fólkaflokkurin sigur bums nei – Fólkaflokkurin sigur eisini bums nei til at fremja ein kommunureform – og til ein fiskivinnureform. Og soleiðis var eisini við ólavsøkupakkanum, Fólkaflokkurin avgreiddi ikki sínar skyldur.

Bygnaðarligar broytingar gera samfelagið bæði betri og bíligari
Vit hava ferð eftir ferð gjørt vart við – at reformar og bygnaðarligar broytingar høvdu gagnað samfelagnum munandi meira enn hesar ófyrireikaðu sparingarnar, sum bara koma aftur í aftur, so skjótt, ið ættin vendir.
Tað stendur við stórum bókstavum í frágreiðingunum frá Búskaparráðnum, at tað er neyðugt at fremja bygnaðarligar broytingar og at breiðka skattagrundarlagið – fyri netupp ikki at økja um skattatrýstið á tann einstaka borgaran, fyri netupp ikki at leggja stein omaná byrðu hjá tí láglønta, og fyri at varðveita vælferðartænasturnar.
Jørgen Niclasen førdi fram, at Javnaðarflokkurin tekur ikki undir við at leggja almennar eftirlitsstovnar saman – hetta er beinleiðis ósatt. Javnaðarflokkurin fer ikki at forða fyri, at eftirlitstovnar verða lagdir saman, og als ikki um hetta kann gerst bíligari. Jørgen Niclasen segði eisini, at Javnaðarflokkurin var ímóti at seta ein felags almennan innkeypsportal í verk – tað er eisini ósatt. Kann tað spara pening – so sjálvandi.
Men vit halda tað vera skeivt at fremja ein setanarsteðg! Tí ein setanarsteðgur rakar púra tilvildarligt – líka sum sláimaskinan rakar bæði skeivt og tilvildarligt. Tað er sum at leggja samfelagið í eina frystiboks, og so vóna, at sjúklingurin hevur tað betri , tá ið hann verður tiðnaður upp aftur. So er ikki – tá er hann helst deyður. Vit hava brúk fyri skjótum broytingum og dynamikki. Og tað kann merkja bæði uppsagnir og nýggj størv.

Fólkaflokkurin »come on«
So Fólkaflokkurin ‘come on’ – lat okkum fara undir tær bygnaðarligu broytingar, sum hava troðkað á í áravís.
Lat okkum modernisera og rationalisera samfelagið í felag, og lat tað vera sjálvsagt, at vit breiðka skattagrundarlagið hjá landskassanum, so at tað ikki bara eru Palleba og Marsanna, sum skulu fíggja m.a. kongaríkið hjá Jørgeni Niclassen.
Fullveldislandsstýrið lækkaði inntøkur landskassans við at skerja blokkstuðulin – henda skerjing var ikki fíggjað við politiskum tiltøkum ella tillagingum. Fyrra ABC samgongan minkaði eisini inntøkugrundarlag landskassans við at geva fleiri stórar skattalættar – heldur ikki henda skerjing var fíggjað. Nú er tíð upp á at fremja tær tillagingar, sum skulu til.
At renna fleiri 100 fólk afturat út í arbeiðsloysi, er ikki rætti heilivágurin.
Bygnaðarligar broytingar – eitt breiðari skattagrundarlag og ein altjóða viðurkendur fiskivinnupolitikkur, eru týðandi tættir í tí neyðuga politikkinum. Vit vóna at Fólkaflokkurin er við – men er hann ikki við, skal hann siga tað bart út, heldur enn sum undanførslu at leypa á Javnaðarflokkin.