»Føroysk presisheit« verður ofta tikið til, tá eitt tiltak byrjar 10 minuttir ov seint, ella tá onkur kemur dettandi inn um hurðina eitt kort eftir, at viðkomandi skuldi møta. Men henda føroyska presisheitin er ikki nakað, ið hevur nervað føroysku dagstovnarnar, tí tey kenna næstan ikki til trupulleikan, at foreldur koma ov seint eftir børnunum.
Í Danmark vísir tað seg, at tað er vorðið til ein stóran trupulleika, tí børnini verða ikki avheintað til avtalaðu tíðina. Men hetta kenna stovnarnir í Føroyum lítið og einki til.
? Hetta er ongin trupulleiki hjá okkum, sigur Mona Rasmussen Mohr, leiðari á Barnagarðinum við Velbastaðvegin í Havn.
? Sjálvsagt kemur tað fyri, at foreldrini eru ov sein, men tað er ikki meira enn kanska eini 3-5 ferðir um árið. Sum oftast er talan um eina misskiljing millum foreldrini bæði, ella kanska okkurt ferðsluóhapp á veg eftir barninum.
Ongin trupulleiki
Fríðgerð Sundsskarð, leiðari í dagstovninum Lítlaskógi í Dj. í Geilsgøtu í Havn, sigur júst tað sama.
? Hetta er ongin trupulleiki í Lítlaskógi. Stovurnar eru mangan tómar áðrenn vit lata aftur. Onkuntíð er onkur misskiljing komin í, og so verða foreldrini ov sein, sigur Fríðgerð Sundsskarð.
Lítliskógur hevur seks stovur og 90 børn tilsamans, og sigur Fríðgerð, at tað eru bara nøkur heilt fá, sum eru til klokkan er farin av fimm.
Í Føroya næststørstu kommunu hava tey heldur ongar trupulleikar við, at foreldur koma ov seint eftir børnunum.
Hanna Thøgersen, leiðari í Mylnuhúsinum í Klaksvík, sigur, at heldur ikki har eru tey plágað av, at foreldrini eru ov sein.
? Tað kemur sjálvsagt fyri, men tað er sjáldan. Vit hava nú opið til klokkan 17.30, men um vit so høvdu havt opið til klokkan 19, so hevði tað eisini komið fyri, at foreldur koma ov seint. Nú er tað eisini soleiðis, at tá tú býrt í Klaksvík og mamman skal yvirum Leirvíksfjørð, og báturin er seinkaður, so ger tað jú eisini mun, men hetta er als ikki nakað vit hava trupulleikar við, leggur Hanna Thøgersen dent á.
Heldur ikki í Runavík kenna tey til trupulleikan.
? Gjøgnumgangandi halda foreldrini væl tíðirnar, so tað er ikki nakar trupulleiki her, sigur Fríða Helmsdal, leiðari á Kongshavnar barnagarði í Runavík.
? Onkur kemur sjálvandi viðhvørt ov seint, men tað er ikki ein dagligur trupulleiki her.
So sjálvt um donsk foreldur ikki koma rættstundis eftir børnunum, so kann ein staðfesta, at føroysk foreldur eru røsk at møta til tíðina, tá tað ræður um at fara eftir børnunum.