Veludtalt dødsstivhed af arme og ben, sigur hann og orðar víðari um onkrar skurðviðgerðir, ið bæði síggjast í journalinum og sum gomul arr á líkinum. Við linjál mátar Høgni arrini upp, og við penni skrivar Kári [...] gøgnunum og kanna deyðsorsøkina mikroskopiskt, leggur hann dent á. Lunguni og hjartað verða loyst í einum, og Kaminski klippir hjartamørin upp. – Hetta hjartað er ikki normalt, staðfestir hann straks og sipar [...] Eitt mannahøvd á rovum. Men Ove hevur nú vaskað alt, og lík, skurðborð og annað er reint og nossligt. – Skuldi onkur ungur læknalesandi viljað komið og hugt, skal alt ikki flóta í blóði, sigur Ove. Samstundis
Men hann bleiv so sjúkur og doyði ungur, neyvan 40 ár. Omma og abbi áttu tríggjar døtur. Umframt mammu vóru tað Kristina, sum var fotografur í Havn og Marin Sofía. Kristina og Marin Sofía tæntu niðri, [...] roynt í Gøtu, og byrjað varð í 1937. Pápi, Tummas Jakku og Ásmund hjá Tummas Jakku høvdu revar. Men hetta gav lítið av sær og var bert stríð. Elias Sofus í Køkinum, Heini í Súnastovu og Høgni í Jákupsstovu [...] fortald í Gøtu, er um eitt orðaskifti millum Konoy og Langa Petur Hans á einum slíkum fundi. Petur Hans segði við Konoy: “Tá og tá segði tú tað og tað, og nú sigur tú tað mótsetta.” Konoy svaraði aftur: “Tað
trygdarhavn tit vóru, og so hvørja ferð til Havnar ørindi vit fóru. Nú á Strondum búgva tit og hava skil á øllum – ætt og vinum, húsi, seyði, bøi ella fjøllum, mostir kennir alt og øll, og Jeffrei skrivar niður [...] Dalagøta, har var alt so spennandi – ein óroynd dreymafløta – bæði dukkuhús og vognur, Anders bløð í stakkum, kykmyndir og grammofon, og mjólkin var í pakkum! Svimjingin í Gundadali bar vist allan prísin, haðani [...] funnu vit, og so var út at gjara spennandi hvør mundi størsta fiskinum av varða! Góða mostir tú mær givið hevur hesi minni, og mær dámar enn so væl at sita hjá tær inni, tú ein fróðarkvinna ert og hugnalig
Vestanstevna hevur verið í Vágunum, og har hevur okkurt smávegis verið. Fríggjanáttina varð ein rútur varð knústur á politistøðini í Miðvági, og tveir mans vóru farnir til hendurs uttanfyri MB-húsið. Eisini vóru [...] omandottið av einum hamri við Sundsverkið. Tá løgregla og djóralækni vóru komin á staðið, leyp eitt annað neyt, ið enn stóð uppi á hamrinum oman, og stutt eftir leyp tað triðja eisini oman. Hví hesi trý [...] firði. Hetta er brot á sjólógina og verður sektað við bót. Harumframt vóru tveir ungir mans skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring, annar leygarnáttina um klokkan tvey, og hin sunnumorgunin um klokkan átta
friði og binda, meðan onkur annar ikki vil binda frið. Tí ímeðan gongur Marin og melur. Hon og Annika gnisa og gnísta sum smágentur. Eyðun talar at Anniku: Slappa nú av! Eisini Marin heldur munn og fær sær [...] støðu. Hví hann er útbrendur, svartskygdur og vónleysur. Hví ræðsla og ranghugsan tóku hann av ræði. Hví sjálvmorðshugsanir stundum hava verið uppi og vent. Og um tað man vera áhaldandi strongd, ið er øll [...] pískara til køkin! Og tey fáa ikki nógv meiri í løn enn einar 14.000 krónur um mánaðin, sigur hann. Marin loypur upp úr stovustólinum beint við okkum og fer uttar í gongina og innar í kamari. Og Hans hugleiðir
eru mong og kappingin hørð frá festivalum og øðrum stórum tiltøkum kring landið. Hetta hevur kortini ikki tikið hugin frá fólki at gera eitt stórt arbeiði, til tess at leggja eina fjølbroytta og áhugaverda [...] áhugaverda skrá til rættis. Her hava mangar hendur tikið lógvatak saman. Og vit kunnu bara staðfesta, at uttan ein slíkan sjálvbodnan vilja, hevði ikki borið til at fingið stevnuna til tað sum hon verður í ár [...] Triðja hvørt ár stendur Miðvágur fyri vestanstevnuni. Soleiðis hevur skipanin verið leingi, og soleiðis verður aftur í ár. Hetta vikuskiftið fer bygdin at standa í miðdeplinum hjá túsundtals fólkum, ið
upplýsir, at tað framvegis er prísvøksturin á brennievni og matvørum, sum elvir til hækkað prístal. Prísurin á brenniolju til húsarhald er hækkaður 20,2% , og allir matvørubólkar eru dýrkaðir henda ársfjórðingin [...] tiltøk til tess at verja tey lægstløntu og pensjonistar móti avleiðingum av dýrtíð. Eitt vælkent dømi um hendan politikk er prístalsreguleringin av tímalønum og starvsmannalønum, sum kom í gildi undir [...] orkukeldum, men hetta gjald endaði í landskassanum og er síðan farið til rakstur. Einhvør demokratisk stjórn hevur ábyrgd av vælferðini hjá øllum sínum borgarum og um okkara leiðir átekur einhvør stjórn sær hesa
av Janus og Hans Andreas Djurhuus, Rikard Long, M.S. Viðstein, Friðrik Petersen, Valdemar á Løgmansbø og eina egna yrking. Yrkingarnar eru útvaldar eftir trimum kriterium. Hugflog, náttúru og gudstrúgv [...] tað reinastu og minst vandamiklu gudstrúgv, ið finnist” sigur Stanley í tíðindaskrivi, sum er sent miðlunum. Útgávukonsert verður í Reinsaríðnum í Vágsbotni mánadagin 14. juli kl. 20.00, og í Ribarhus í
heitar pannur og óstøðugan hjartasláttur og hoyra sjúklingar anda tungt og teska. Hesa ferð stendur serliga kvinnan við svikaliga svullinum fyri tørni. Hon skal vendast og hava sondukost og vatn. Halla hitar [...] vatnið og Nutrison-kostin í mikroovninum. Illgruni er um, at sjúklingurin hevur margmótstøðuførar bakteriur, og tí noyðast Halla og Rúna í handskar og svintu, áðrenn tær taka inn undir tungu kroppin og venda [...] doyggja. Og so fer hon aftur í eldin saman við hinum. Náttarvaktin er farin at halla, Halla og Rúna fara heim, og tað er morgun. Eins og áður skulu sjúklingarnir vekjast, vaskast, vendast og vigast á klinisku
av pensionistum og tær útreiðslur hann fer at elva til í framtíðini. Tey gomlu gerast ein trupulleiki, og hann heldur tað verða neyðugt at endurskoða pensjónsaldur og eftirlønarskipanir og boðar frá, at [...] vinstra ger, og heildarmyndin er ein babyloniskur ruðuleiki, har eitt rópar kálk og annað rópar stein. Slíkar hendingar sum henda við pensjónsuppskotinum eru ikki fremjandi fyri álitið á samgongu, og løgmaður [...] fleiri bólkum, og heildarmyndin er ruðuleikakend. Seinasta dømið er pensjónsuppskotið hjá Fíggjarmálaráðnum. Fyrsti at fegnast er løgmaður, ið kallar uppskotið áhugavert. Løgmaður fokuserar eins og FMR á tann