Lag: Lítla Elsa.....
Góða mostir tú í dag ert 19 ár frá 100,
og tú vita skalt, tað eru nógv, sum teg beundra,
tí so høgan aldur einans sterkar kempur náa,
vit øll vóna eisini tann møguleikan fáa.
Fyri fáum árum síðan fyri tær vit stúrdu,
maðurin við líggjanum lá eftir tær og lúrdi,
men á honum vanst tú og til lívið vendi aftur,
glað øll vóru fyri tað – tú okkar kæri skattur.
Tá eg lítil var, eitt Paradís var Dalagøta,
har var alt so spennandi – ein óroynd dreymafløta –
bæði dukkuhús og vognur, Anders bløð í stakkum,
kykmyndir og grammofon, og mjólkin var í pakkum!
Svimjingin í Gundadali bar vist allan prísin,
haðani til bakaran at keypa mangan ísin.
Jú, tað vóru dagar sum eg ongantíð man gloyma,
vit øll somul altíð hava følt hjá tykkum heima.
Heiðaskákinum so mikið nógv helst takka kunnu
fyri blíðskap, vælvild, fløva mangir gestir funnu,
gjøgnum nógvar Ólavsøkur trygdarhavn tit vóru,
og so hvørja ferð til Havnar ørindi vit fóru.
Nú á Strondum búgva tit og hava skil á øllum –
ætt og vinum, húsi, seyði, bøi ella fjøllum,
mostir kennir alt og øll, og Jeffrei skrivar niður,
ordanin so góður er, hann ger, sum hon hann biður.
Tá ið skurðfjall verður gingið, mostir er í hopla
hon tá okkum onnur fær frá dagsins strevi koblað.
Og hon seymar blóðmørsindur, rullupylsur góðar,
einki er ímóti, tá hon kjøtpylsu mær bjóðar.
Hesar tær tær bestu eru, sum í Føroyum finnast,
heldur ikki uttanlands kann nakra har eg minnast,
og tá eg ein sang til tín á hesum degi geri,
mangar tøkkir fyri góðar pylsur eg tær beri!
Deiligt fyrr um summarið at koma inn á Strendur,
arbeiði so púra sikkurt var til allar hendur,
omma gjørdi pannukøkur, Jeffrei slerdi grasið,
vit sum hundar hoyggjaðu og mostir leiddi vasið.
Dagliga vit sóu fram ímóti kvøldi góðum,
tí so farið varð á seiðaberg við børnum fróum.
Klettin bestan funnu vit, og so var út at gjara
spennandi hvør mundi størsta fiskinum av varða!
Góða mostir tú mær givið hevur hesi minni,
og mær dámar enn so væl at sita hjá tær inni,
tú ein fróðarkvinna ert og hugnalig at hitta,
míni børn tey kenna teg sum ommusysti fitta.
Hendan sangin skuldi tú í fjør helst hava fingið
betur seint enn ongantíð – nú árið eitt er gingið.
Tó tú vita skalt, at vit øll ynskja tær av hjarta
lukkan fatti teg og tíni – eina framtíð bjarta!
----------
Ingun