Nyggj fløga við Stanley Samuelsen

Á nýggju útgávunin – Tíðin rennur - hevur Stanley smíða løg til yrkingar av Janus og Hans Andreas Djurhuus, Rikard Long, M.S. Viðstein, Friðrik Petersen, Valdemar á Løgmansbø og eina egna yrking. Yrkingarnar eru útvaldar eftir trimum kriterium. Hugflog, náttúru og gudstrúgv. - Felags fyri øll trý er at tey ala fram myndir íð seta meg í eina ávísa sinnisstøðu, frá Janus Djurhuus’ Gekk í mánalýsi, sum er í slekt við væl umtóktu fantasy sjangruna, til poetisku yrkingina Vetrarmorgun hjá Váldemar á Løgmansbø yvir til Tídin rennur hjá Fr. Petersen sum fyri meg ímyndar barnatrúnna,- tað reinastu og minst vandamiklu gudstrúgv, ið finnist” sigur Stanley í tíðindaskrivi, sum er sent miðlunum. Útgávukonsert verður í Reinsaríðnum í Vágsbotni mánadagin 14. juli kl. 20.00, og í Ribarhus í Fuglafirði týsdagin 15. Juli kl. 20.00.