Tá ið deyðin verður avdúkaður

LÍKUPPSKURÐUR. Eftir eitt sonevnt »medico-legalt líksýn« verður gjørt av at skera líkið av einum manni upp. Endamálið við allarseinastu kanningini av sjúklinginum er at avdúka, hví maðurin doyði so brádliga og óvæntað. Men kanningin byrjar við, at tann lokali Dr. Quincy kannar líkið saman við løgregluni og rættarlæknaliga teknikaranum, Ova Berg Jacobsen

 

Hetta er seinasta av sjey reportasjum av Landssjúkrahúsinum

Høgni Mohr

-----------------

 

Klokkan á skøvninginum á líki­­num gongur, meðan vit bíða eftir landslæknanum. Alt kann vera roknað sum próvtilfar, og tí er líkið ikki nomið, síðan brádliga deyði maðurin varð lagdur í sjúkrahússeingina. Tað er løgreglan, sum hevur sent boð eftir landslæknanum.

Í líkrúminum arbeiðir rættar­læknaligi teknikarin, Ove Berg Jacobsen, einsamallur við at fáa líkið yvir á líkskurðborðið, sum er úr marmori. Hann hyggur at journalinum og táseðlinum. Navnið passar. So hyggur hann at pappírsstrimlinum við hjarta­rútmuni, ið defilibratorurin skriv­aði teir seinastu 20 minuttir­nar, roynt varð at fáa lív í mannin.

Klokkan níggju henda morgunin koma landslæknin Høgni Debes Joensen og løgreglumaðurin, Kári Thorsteinsson. Teir skulu fremja eitt av umleið fimmti líksýnum, ið teir hava um árið. Høgni kagar gjøgnum sjúkrasøguna hjá manninum. Dungin av pappírum um tann deyða er ikki serliga digur. Ímeðan hjálpir Kári Ova at lata líkið úr. Ove bindur band um hjúnabandsringin hjá deyða manninum, smyr uppvaskisápu á fingurin og togar hann av. Buksur og undirbuksur verða kliptar av, men onkur pløgg verða tikin av í heilum líki og løgd saman av einslistum til tey avvarðandi. Nú er maðurin nakin, sum tá ið hann troðkaði inn í lívið.

Klokkan hálvgum tíggju fer Høgni í plastikkkittil og tvinnar gummihandskar. Hann rembir sær, meðan Ove stendur hendur í hupp og bíðar í kritahvítum klæðum.

Høgna dámar best at tosa beinleiðis til skrivara, sum í hesum sambandi er Kári.

– Tað er tryggast at skriva beinanvegin, tí viðhvør hava vit fleiri líksýn í einum. Tað kemur javnan fyri, at trý deyð fólk liggja her samstundis. Einaferð høvdu vit níggju upp á ein seinnapart, minnist Høgni.

Hurðin í líkrúminum fer aftur, og Ove koppar stívnaða líkinum á, so ryggurin kemur til sjóndar. Deyðsváttanirnar eru á donskum, landslæknin og løgreglumaðurin eru danskir tænastumaður, og landslæknin dikterar um deyða føroyingin á donskum. Eins og so mangan áður byrjar hann við hesum orðum:

– Veludtalte, overvejende blålilla dødspletter på ryg- og sideflader.

 

Ikki kvaldur

Ove leggur líkið á ryggin aftur og fer í klædnadungan at leita í lummunum hjá tí deyða. Har finnur hann snorut køkspappír. Maðurin hevur kanska havt krím, vísir Ove á, meðan Høgni tekur hart í liðirnar á líkinum:

– Veludtalt dødsstivhed af arme og ben, sigur hann og orðar víðari um onkrar skurðviðgerðir, ið bæði síggjast í journalinum og sum gomul arr á líkinum. Við linjál mátar Høgni arrini upp, og við penni skrivar Kári støddina niður. Skurðsl og skeinur verða eisini skrásett eins og litprikað prýði á húðini.

Høgni trýstir á bringuna. Tað brakar í, og smáir vætudropar loypa úr munninum á líkinum. Bringbeinið er brotið, sum tað næstan altíð er, tá ið hjartahjálp er veitt. Hetta verður skrivað niður.

Høgni ger vart við, at einki stóð í løgreglufrágreiðingini um ein skruvuleysan snudd, sum maðurin allarhelst hevur fingið á høvdið í sjálvum deyðsdøttinum. Tað verður nú skrivað. So trýstir Høgni hart um høvdið við báðum hondum; helst fyri at kanna, um maðurin hevur brotið skallan. Hann hyggur eisini undir nakkan og eftir bløðingum inni í oyrunum.

– Eingin løstur í høvdinum, staðfestir hann á føroyskum og nágreinar:

– Brýtur man skallan, so spreing­ist trummhinnan ofta, og tað kann síggjast sum bløðing. Tað er eitt greitt tekin, sum Kári man hava sæð ofta.

Síðan tekur Høgni eina pinsett, lyftir eygnalokini upp og rullar tey afturav. Bløðingar í smáu æðrunum her kunnu eitt nú benda á, at maðurin er kvaldur. Álvarslig epileptisk herðindi og blóðtøppur í hjartanum kunnu eisini síggjast á henda hátt. Men bløðingar eru ongar.

– Her er einki, og pupillurnar eru líka stórar, staðfestir Høgni.

Síðan spennir hann munnin á manninum upp og stingur fingurin so langt niður í hálsin sum gjørligt.

– Eg skal vita, um ein karrybolli ella medistari situr í hálsinum. Tað er tað ikki, staðfestir hann alt fyri eitt og togar fingurin úraftur.

– Tað er annars næstan á hvørjum ári, at vit finna ein, sum hevur okkurt í hálsinum, sigur hann við Kára og tosar víðari á formliga arbeiðsmálinum:

– I svælget står lidt tyndt­flydende, strågul væske.

Ove tekur ein pappírslappa at turka vætuna, ið er spruttað upp á bringuna á líkinum.

 

Akutt myokard­ie­infarkt

Arbeiðið hjá Høgna endar nú formliga:

– Hann hevur sukursjúku, hann hevur ov høgt kolesterol, og hann hevur verið í viðgerð fyri ov høgt blóðtrýst. Eg vil siga, at hann er deyður av akuttum blóðproppi í hjartanum; ella sum vit kalla tað, akutt myokardieinfarkt. Ynskja tit eina obduktión?

– Nei, svarar Kári.

– Vilja tit hava nakrar prøvar; alkohol ella medisin ...

– Nei! Einki bendir á nakað ólógligt. Her er einki í hesum, staðfestir royndi løgreglumaðurin.

– Ná! Tað vilja tit ikki. Politiið sigur, at eingin orsøk er til obduk­tión. Tað eru teir, sum bestemma; ikki eg, skemtar Høgni og hyggur rannsakandi upp á blaðmannin.

– Hetta er eitt ógvuliga pent lík, men tað er ikki óvanligt, at ungfólk eru svímað her inni. Ja, tað er hent nógv meiri enn einaferð, sigur Høgni, sum minnist, at ein løgfrøðilesandi svímaði longu undir líksýninum; áðrenn sjálvt líkið varð skorið upp. Líksýnið var meiri enn nokk hjá honum. Og eisini løgreglufólk og læknalesandi eru smollin sum keylur.

Líksýnið er liðugt, og Kári er bara glaður um, at alt tykist vera sum væntað.

– Tað hongur yvir einum, at fólk vilja hava líkið leysgivið, og tí er eisini øgiliga nógv samskifti við tey avvarðandi. Og yvir fyri teimum má eg hava tunguna mitt í munninum allatíðina, tí kenslurnar eru so sterkar, greiðir hann frá.

Tó heldur Kári, at tann mest óhugaligi parturin av øllum arbeiðinum, er tann, sum Ove hevur.

– Ofta er arbeiðið ótespiligt og lukturin øgiligur, sjálvt um man venur seg við tað. Men eg fari ongantíð at venja meg við tey deyðu børnini. Tað fer alt inn í heysin á mær, altso. Tað er sum at síggja sítt egna barn hvørjaferð. Men hjá mær hjálpir tað at lessa av upp á konuna. Eg havi ongan annan, avdúkar Kári eyðmjúkliga.

Brádliga breiðir angin av sápu seg oman yvir líkluktin í rúminum. Tað er Ove, sum skrubbar líkið av einslistum við eini reyðari bust og Natusan-sápu. Ove turkar kroppin og greiðir gránaða hárið hjá manninum sum tað seinasta.

 

Kaminski kallaður inn

Dagin eftir koma óvæntað boð um, at tey avvarðandi hava biðið um líkuppskurð. Tey vilja vita, hví maðurin doyði. Líkið, sum er gjørt til reiðar til jarðarferðina, verður tikið úr aftur kistuni, latið úr fínu klæðunum og lagt aftur á líkskurðborðið.

Pólendski patologurin, Maciej Kaminski, er kallaður inn. Hann greiðir frá á enskum sum ein maskina.

– Einki er ónormalt uttan á kroppinum. Vit mugu tí opna mannin, sum vit halda hevur fingið blóðtøpp í hjartað. Vanliga mugu vit skera bringurúmið og búkrúmið upp. Er einki at finna har, hyggja vit ofta at heilanum eisini. Og nú kunnu vit byrja við at opna bringurúmið og búk­rúmið, sigur hann við Ova Berg Jacobsen, ið stendur klárur við knívinum.

Ove sker í einum heilt úr barka­kulluni niður til kynsgøgnini. Feittlagið á búkskurðinum er sum á seyði, men kanska eitt sindur gulari. Hann sker inn á bein í bringuni, men ansar væl eftir, ikki at skera hol á tarmarnar við tí svartskeftaða einnýtisknívinum. So nógv luft er í tarmunum, at teir liggja alspentir upp undir búkveggin. Síðan loysir Ove húðina frá bringuni. Teir tríggir portørarnir, Allan Samulsen, Kristian Gaardbo og Olav Andreasen, eygleiða tilgongdina.

– Er man for harðligur, kann man stinga hol á magasekkin. Huff! Tað blívur eitt svans! Tá er ikki til at arbeiða, sigur Ove við teir og sker víðari.

Ove minnir mest um ein óvan­liga reinligan flettara. Men hann brúkar tong at klippa rivjabein við, so hann fær bringubeinið burtur og sleppur at gøgnunum har. Kaminski fylgir væl við og greiðir frá:

– Sambært illgrunanum mugu vit fram um alt kanna hjartað. Um eina løtu skal eg vísa tykkum, at vit kunnu síggja, hvørjum sjúk­lingurin doyði av. Men vit skera eisini flísar av gøgnunum og kanna deyðsorsøkina mikro­skopiskt, leggur hann dent á.

Lunguni og hjartað verða loyst í einum, og Kaminski klippir hjartamørin upp.

– Hetta hjartað er ikki normalt, staðfestir hann straks og sipar til støddina. Tað er alt ov stórt; serliga vinstra helvt. Hann heldur blóðugu hondina upp ímóti áskoð­arunum, knýtir hana og greiðir frá:

– Alt hjartað eigur at vera sum ein nevi til støddar, men vinstra helvt av hesum hjartanum er sum hálvur annar nevi, sum tit síggja. Hetta bendir greitt á, at vinstra innrúm í hjartanum er ovurment orsakað av ov høgum blóðtrýsti.

 

Æðrakálking í eygsjón

Vit fara nú longri niður og síggja blindgørnini, og hvussu nógv luft er í langanum. Tarmarnar verða loystir heilt niður í rektum. Alt skal úr; eisini sáðstreingir og steinar, hóast sannlíkt er, at deyðsorsøkin er hjartað.

– Er líkuppskurðurin rættarligur, hanga steinarnir í øðrum enda­num og tungan í hinum, og so verður alt tikið innanúr í einum, viðmerkir Ove, sum annars er tigandi og róligur. Øðrvísið er við Allani, sum er ógvuliga hugtikin:

– Alt er so fantastiskt saman­bundið. Man trýr tað er lygn, altso, sigur hann og hyggur við sínum stóru, livandi eygum eftir gøgnunum hjá tí deyða.

Nógv blóð er nú runnið út í kroppin. Ove tekur eitt blankt liturmál og eina súpanaroysu og oysir burtur tað blóðið, ið liggur í hyljum í ryggjarkullunum.

Vit finna so aorta; meginlív­æðrina. Hon liggur rættiliga væl vard og huld í rygginum, tá ið tú hugsar um, at hon er sum eitt tummarør til støddar.

– Vissi hon rýkur, so doyrt tú her og nú, brestur burtur úr Allani.

Ove sker aorta av í erva og loysir hana allan vegin niðureftir. Olav veit at siga, at vena cava er meginbláðæðrin, sum er leiðingin, ið aviltað blóð fer ígjøgnum á veg aftur í høgra upprúm í hjartanum, haðan tað verður pumpað í innrúmið og víðari gjøgnum eina lívæðr til lunguni at ilta aftur.

Lukturin úr einum opaðum líki er ógvuliga torførur at lýsa, burtursæð frá, at hann var nógv tann størsta avbjóðingin fyri blaðmannin. Lukturin er onkursvegna gjøgnumgatandi søtligur við einum farra av tí, ein kennir frá fletting.

– Hetta er einki, sigur Ove, sum minnist, at teir eina ferð næstan noyddust at steingja røntguna orsakað av deyðsdeymi, sum fór gjøgnum luftskipanina. Tá luktaði um alt húsið.

– Hetta er tað, ið ger, at ein er á lívi, hugleiðir Allan, tá ið allur innvølurin er komin yvir á kanningarborðið.

Kaminski klippir hvíta aortabog­an upp. Æðrin tykist sera rein. Men fyri tað roynda patologeyga er hetta als ikki normalt. Har eru blettir innan; kálkblettir, sum patologurin kallar teir. Hetta samsvarar við myndina av einum manni, ið hevði høgt blóðtrýst, sum oftast er elvt av æðrakálking.

 

Samansett deyðsorsøk

Líkið sær løgið út fyri tað óvand­að eygað. Tað er tómt innan. Eitt mannahøvd á rovum. Men Ove hevur nú vaskað alt, og lík, skurðborð og annað er reint og nossligt.

– Skuldi onkur ungur lækna­lesandi viljað komið og hugt, skal alt ikki flóta í blóði, sigur Ove.

Samstundis stendur Kaminski boygdur yvir rustfría kanningarborðið. Fimm saksar, tvær pinsettir og ein stórur flísaknívur eru høvuðsamboð hansara. Spakuliga greinar hann seg inn á deyðsorsøkina. Men fyrst mátar hann hjartað at vita, hvussu lutfallið er millum likam og likamsgagn. Jú, maðurin hevði eitt stórt hjarta.

– Vinstri partur av hjartanum er nógv størri enn hin. Hann er vaksin orsakað av ov høg­um blóðtrýsti, sum hevur víðk­að vøddastøddina í vinstru hjartahálvu, staðfestir pato­log­urin.

So sker hann hjartað sundur og hyggur væl eftir innrúmunum, æðrargreiningunum og hjarta­lokunum. Eisini klippir hann megin­bláæðrina og aðrar æðrar upp. Vøddagreiningarnar inni í hjartanum eru hugtakandi á at líta; sum fleiri lokkanet hvørt oman á annað. Í onkrum æðrum síggja vit aftur kálkblettar. Men vit síggja ongan blóðtøpp við berum eygum.

Saksastøddin minkar, so hvørt sum uppkliptu æðrarnar klænka. Kaminski skolar so hvørt og hyggur væl eftir æðra­kálking. Nú sker hann størru hjartahelvtina sundur. Í æðrunum og vøddaøkinum eru í serlæknaeygunum á pólendska patologinum tekin um tað, hann rópar »fresh infarkt«. Tað er, at vevnaður nýliga er oyðilagdur av blóðtøppi. Deyðsorsøkin kann so statt vera ein samanseting av, at hjartað er ov nógv vaksið orsakað av æðrakálking í kroppinum, og at eisini æðrarnar í sjálvum hjartanum eru kálkaðar.

Hjartalæknin, Heðin Thomsen, kemur innar og fær at vita frá Kaminski, at sjúklingurn er deyður av hjartasteðgi, sum samsvarar við klinisku myndina.

– Thank you, sigur Heðin og skundar sær út aftur.

 

Virðismiklar upplýsingar

Nú hyggja vit at gøgnunum úr búkøkinum. Har eru livurin, magin, nýruni, brisið, bløðran, magin, gallið og miltið. Alt verður klipt upp og kannað. Á yvirflatanum á summum av gøgnunum eru patologisk tekin um, at tey hava verið undir stórum trýsti orsakað av hjartatilburðinum, sum eyðsýniliga tók lívið av manninum.

– Vit mugu hava í huga eitt: Hetta er allarseinastu ferð, sjúklingurin verður kannaður. Tí mugu vit vera so serliga nágreinilig, sigur Kaminski og sker vevnaðarroyndir av øllum gøgnum, so at hann kann fáa váttað fyribils sjúkuavgerðina við kanningum undir sjóneyku.

Kaminski sker smáar bitar av gøgnunum; einar 8 millimetrar tjúkkar og nakrar sentimetrar hvønn vegin. Ove fer eftir einum av teimum væl kendu, hvítu sildabyttunum, sum rúma okkurt um einum litri. Hann koyrir vevnaðarroyndirnar í byttuna og tekur avgreiddu gøgnini og leggur tey upp á ein gráan bakka.

At enda verða gøgnini vigað, áðrenn Ove leggur tey í sama stað, sum tey lógu í líkinum. Tá ið hann hevur seymað stóra skurðin saman og klistrað eitt hvítt plástur omaná, verður maðurin latin aftur í klæðini og sendur víðari til seinastu ferðina.

Ove heldur arbeiðið vera sera spennandi og avbjóðandi men eisini eitt sindur løgið. Fyrstu ferð, Ove steig innar í líkrúmið, kom hann lúrandi. Men so líðandi vandi hann seg við at fáast við tey deyðu. Nú hugsar hann als ikki um annað enn at gera arbeiði so gott og virðiligt sum gjørligt.

– Tilvenjing skal til. Tað virkar bara so løgið, vissi man hugsar, at hatta er eitt menniskja. Tað skal sodnast í høvdinum, viðgongur hann.

Kaminski fer inn á skrivstovuna á Rannsóknarstovuni at skriva frágreiðing um alt, ið uttanhýsis og innanhýsis kanningin av likaminum hevur víst. Hann heldur, at tað var lætt at finna hesa deyðsorsøkina.

– Einki problem! Myndin av hjartanum var ógvuliga eyð­kend, so eg vænti, at sjón­eyku­myndirnar fara at vátta greiða illgrunan.

Sambært Ova er orsøkin til líkuppskurð fyrst og fremst, at sleppast skal undan, at tað seinni verður sáddur ivi um okkurt.

– Einaferð leggja sorgin og vónloysið seg, og fólk finna fótafestið aftan á, at tey hava mist. Tá er gott at hava møgu­leikan at fáa svarað, hvørjum pápin ella beiggin doyði av, heldur hann.