Friðarligt vikuskifti

.

Vikuskiftið hjá løgregluni í Havn var á hesum sinni sera friðarligt. Tað kom fyri, at onkur fullur var í gøtuni, ið skuldi ein túr inn at sova rúsin av, men einki meira enn hetta var á skránni.

Næstseinasta vikuskiftið hendu nóg ferðsluóhapp. Tey flestu av berum ósketni, men farna vikuskiftið fekk løgreglan í Havn onga fráboðan um ferðsluóhapp, og tað er heldur óvanligt. Men hetta fegnast tey sjálvsagt um á løgreglustøðini. Ferðsluóhappini næstseinasta vikuskifti høvdu øll bert materiellan skaða við sær.