3. partur
Á Mýruni
Mamma mín æt Jovina, og hon var ættað av Mýruni í Syðrugøtu.
Yviri á Mýruni var eisini fitt av fólki. Omma æt Malena á Mýruni. Pápi hennara Jógvan var bóndasonur av Húsgarði. Hann var beiggi Rakul í Blásastovu, sum var langomma mín.
Mamma til ommu í Syðrugøtu, Marin Sofía, var slektað úr Frammistovu í Norðragøtu, dóttir Jákup í Frammistovu. Abbi í Syðrugøtu var slektaður av Skála. Hann æt Lutherus Christiansen og var sonur til Christian, bóndi á Krónni.
Hann var beiggi tann kenda útróðrarmannin Jóan Karl á Skála, sum nógvar søgur eru um. Har vóru eini 10 systkin. Seks av teimum fóru til Lorvíkar.
Sum sagt í undanfarnum parti handlaði Lutherus, abbi, í “pakkhúsinum”, gamla handlinum í Norðragøtu undan Tummas Jakku. Men hann bleiv so sjúkur og doyði ungur, neyvan 40 ár. Omma og abbi áttu tríggjar døtur. Umframt mammu vóru tað Kristina, sum var fotografur í Havn og Marin Sofía. Kristina og Marin Sofía tæntu niðri, men komu heim aftur.
A Mýruni var eisini nokk so nógv fólk. Her vuksu upp systkini Jákup Andreas, Dánjal og Marsanna. Hon var kona Langa Petur Hans í Norðragøtu. Tey vuksu upp har, tí pápi teirra doyði. Ein beiggi teirra var Poul Kristoffur Poulsen, sum var tann fyrsti, sum hevði bil og eisini fyrsta motor í báti í Gøtu.
Á Mýruni búðu eisini Jógvan og Per, ommubeiggjar mínir. Ein beiggi var Líggjas, pápi Poul Huus, sum var skipari, millum annað á Wilhelminu.
Eg kom nógv til Syðrugøtar at vitja ættina hjá mær, so har var eg væl kendur.
Har handlaði Jóan Pauli Gregersen, og Benadikt Jacobsen handlaði hjá garðamonnum. Aðrir kendir handilsmenn í Syðrugøtu vóru Lorvíks Jóannes og Absalon á Dunga, seinni kendur sum Absalon á Skála. Jóan Elias tók seinni handilin eftir beiggjanum Jóan Paula.
Skúlagongd
Eg gekk í skúla hjá Símun Paula í Konoy. Hann var ein góður lærari. Vit høvdu respekt fyri hinum. Hann dugdi eisini væl at fáast við børn. Tá eg fór í skúla var bert tann gamli skúlin frá 1890. Hann var so trongur, tí har var bert ein skúlastova. Fleiri flokkar vóru, og tí máttu vit eisini ganga í skúla um kvøldið. Tað var heldur ikki gingið í skúla hvønn dag.
Men í 1929 kom nýggi skúlin, sum var roknaður fyri at vera sera frammalaga, tann fremsti í Føroyum. Millum annað var fimleikahøll, sum tá var nakað sera forkunnugt. Eg kom tí eisini at ganga nøkur ár í hesum skúla. Upprunaliga var Símun Pauli úr Konoy einsamallur lærari. Hann hevði eisini vikarar, tí hann var løgtingsmaður og hevði onnur álitisstørv og var nokk so nógv burtur frá skúlanum. Konoy var ein úrmælingur á nógvum økjum. Hann var fyrsti formaður í Føroya Fiskimannafelag og gjørdi eitt stórt arbeiði fyri fiskimenn. Men eftir 15 ár legði hann frá sær, tí hann føldi, at hann bert fekk skomm og last frá parti av fiskimonnum fyri sítt arbeiði.
Samstundis sum hann var formaður í Fiskimannafelagnum, var hann eisini formaður í Lærarafelagnum. Hann hevur havt nógv um at vera. Umframt hetta var hann dugnaligur urtagarðsmaður og virkin í fráhaldsrørsluni. Hann var vinur við Peter Jensen, sum var umrøddur í røðini “Hendur ið Sleptu” fyri sítt slóðbrótandi virksemi innan losjuvirksemi. Peter Jensen var ofta í Gøtu og vitjaði “gamla lærara”, sum hann varð kallaður. Konoy var eisini virkin innan háskúlan.
Ein vikarur hjá Gamla Lærara var Jákup Heinesen, sum gjørdist lærari í Kunoy. Eg hitti hann fyri nøkrum árum síðani, og hann mintist meg aftur. Ein annar vikarur var Wenningstedt, sum gjørdist ein kendur lærari í Havn, serliga kendur gjørdist hann innan handilsskúlan.
Í 1929 kom ein lærari afturat. Hetta var Jákup Simonsen, sonur Símun á Brúnni í Norðragøtu. Hann giftist við Ragnhild, dóttir Konoy. Í 1932 kom so Helga úr Kvívík. Hon giftist við Jákup Frederik Øregaard, kendur sum løgtingsmaður í 38 ár.
Nýggi skúlin hevði bert tvær skúlastovur. Tá ið “lærarinnan”, sum hon var kallað, kom, gjørdist aftur brúk fyri gamla skúla frá 1890 við hansara einu skúlastovu. Her búðu Helga og Jákup Frederik eisini eitt skifti.
Tað vóru tískil tríggir lærarar í Gøtu skúla heilt fram til endan av 50-unum og kanska inn í 60-ini. Tá ið Konoy legði frá sær, kom Poul Enok Hansen úr Køkinum. Hann er á myndini av kirkjufólkinum í fyrsta parti av hesi røð.
Eg varð konfirmeraður í Lorvík í 1932. Eg búði hjá Jóan Paula við Stein. Kona hansara var abbasystir mín. Prestur var Hvass, sum var fyrsti prestur í Fuglafirði. Hann var væl dámdur og mundi vera har í eini seks ár.
Revahald
Beint undan krígnum var tað vanligt við revahaldi ymsa staðni í landinum. Revahald kundi vera á so fjarskotnum støðum sum á Trøllanesi. Hetta var eisini roynt í Gøtu, og byrjað varð í 1937. Pápi, Tummas Jakku og Ásmund hjá Tummas Jakku høvdu revar. Men hetta gav lítið av sær og var bert stríð. Elias Sofus í Køkinum, Heini í Súnastovu og Høgni í Jákupsstovu høvdu eisini revahald. Vit høvdu okkara uppi á Geilabø omanfyri húsini hjá Tummas Jakku. Húsini standa har enn. Teir høvdu revar beint omanfyri hoyggjhúsið hjá Sámali Hansen vestanfyri ánna. Tað var eisini revahald í Syðrugøtu og Gøtugjógv.
Vit høvdu fimm honir og ein hann. Hetta ljóðar kanska ikki nógv, men honirnar løgdu so nógvar ungar. Tað var nógv stríð av tí. Alt skuldi vera feskt, sum revarnir skuldu hava at eta. Á sumri høvdu vit nóg nógv at gera við at dyrgja eftir seiði til revarnar. Teir skuldu eisini hava feskt kjøt. Vit keypti einaferð ein hest til revafóður. Hann varð frystur og strekti tí nakað.
Kríggið beindi fyri øllum revahaldi. Skinnini vórðu seld til Bretlands, og undir krígnum høvdu bretar annað at hugsa um enn at ganga í pelsum. Tað var eisini lagdur tollur á slíkar luksusvørur, og var hetta endabresturin.
Tað vóru eisini fleiri, sum høvdu minkar. Símun Karl pápabeiggi hevði minkar, men tað var hvørt verri enn annað.
Meslingagrindin
Eg minnist eisini væl meslingagrindina seinast í 1935 og var eisini í henni. Tá var eg 17 ár. Sum so nógv onnur í Gøtu fekk eg eisini meslingar. Eg var ringur, men kom meg tó aftur.
Uppi hjá Tummas Jakku pápabeiggja lógu øll, og tá vóru tey flestu av teirra 13 børnum fødd.
Tað vóru fleiri fólk, sum doyðu ymsa staðni í landinum og eisini í Gøtu. Foreldrini hjá mær høvdu havt meslingar frammanundan, so har bilti ikki.
Eg minnist eisini grindadansin. Har var so ræðuliga nógv fólk, og hetta gjørdi sítt til at spreiða smittuna.
Hetta var fyrsta grind í Gøtu í 50 ár. Grindin var ikki stór, 170 hvalir, men kom annars væl við.
Men í 1936 var aftur ein grind, sum var nógv størri, nevniliga 372 hvalir. Grindin og spikið var fyri tað mesta saltað. Hetta var tað, sum etið var mest av til døgurða hjá fólki. Tey, sum áttu seyð, fingu eisini seyðakjøt, men hetta var ikki gerandisdøgurði. Neytakjøt fekst, tá ið onkur gomul kúgv var dripin.
Fuglur
Tað varð eisini skotið nógv av fugli á víkini á sumri, og var hetta eisini gott ískoyti til matin. Tað var smekkfult av lomviga á víkini. Nú sær man ikki eina ta einastu.
Vit høvdu torv á Lambadali og plagdu at fara við báti hagar um morgnarnar. Vit plagdu at hava byrsu við, og vit fingu altíð eitt gótt kók av fugli heimaftur við. Á víkini fekst eisini altíð eitt kók av fiski. Tað vóru nógvir bátar í Norðragøtu. Eg havi talt 36 neyst.
Vegasamband
Fyrst eg minnist kom vegur til Fuglafjarðar og Søldarfjarðar. Men til Lorvíkar var altíð gingið um fjallið. Her var ofta trafikkur, tí nógv samband var millum Lorvík og Gøtu. Tað mundi taka ein tíma at ganga hvønn vegin, men hetta var ikki nakað, sum bakkað varð fyri. Í støðum vóru eisini gjørdar trappur við gelendara, sum lætti um. Væl hevur verið gjørt, tí hetta er framvegis.
Men um ta tíðina, tá ið eg konfirmeraðist, var vegur gjørdur til Lorvíkar, og aftaná konfirmatiónina gingu vit eftir vegnum heim til Gøtu aftur. Hetta var lættari, men tók longri tíð.
Tá vóru mestsum eingir bilar, so tað varð gingið um fjallið langt aftaná, at vegurin var komin.
Bilar
Eg minnist eisini fyrstu bilarnar á okkara leiðum. Tað vóru teir hjá Weihe og Jákup Hendrik í Søldarfirði, sum høvdu teir.
Tann fyrsti, sum hevði bil í Gøtu, var Poul Kristoffur Poulsen úr Syðrugøtu. Kona hansara var Kunoyar Jóhanna. Kommunan keypti tveir bilar, sum seinni vórðu “privatiseraðir.” Poul Kristoffur fekk annan bilin, og hin fekk Høgni Zachariassen, sonur Óla Jákup í Jákupsstovu. Bilarnir koyrdu ikki so skjótt, so vit plagdu at hanga uppi í teimum, meðan teir koyrdu. Hetta hildu vit vera sera stuttligt.
Fótbóltur
Tá ið eg var ungur var nógvur fótbóltur í Norðragøtu. Tað merkiliga var, at tað tyktist ikki at vera sami áhugi fyri fótbólti í Syðrugøtu.
Eg sparkaði eitt sindur. Tað vóru mest lorvíkingar, gøtumenn og klaksvíkingar, sum spældu millum sín. Ferðingin var ikki sum nú. Skuldu lorvíkingar og gøtumenn spæla var at fara til gongu um fjallið.
Til Klaksvíkar var vist farið við maskinbáti. Tað var Andreas Thomsen, við Gil, sum skipaði fyri fótbóltinum. Hann fekk allar hesar gomlu menninar at sparka. Sjálvt abbi var við. Tað skuldi vera sera stuttligt. Tá var einki sum æt fótbóltsreglur.
Eftir dystin var ball í dansistovuni. Her var bæði matur og dansur, so har gekk tað lystiliga fyri seg.
Politikkur á skránni
Politikkur fylti eisini rímiliga nógv. Ein norðragøtumaður, sum varð spáddur eina stóra framtíð í politikki var Hans Jacob Havstreym, sum umboðaði tann tá nýggja Javnaðarflokkin. Hann varð valdur til formann í fiskimannafelagnum í 1932, men gekk burtur sama vár. Hann hevði eftir tátíðini sera radikal sjónarmið, sum kundu skapa hvøss orðaskifti.
Politisku fundirnir vóru í “gymnastiksalinum” í skúlanum. Har komu teir kendu politikkararnir Andrass Samuelsen, Jóannes Paturson, Johan Kallsoy, Johan Poulsen og eisini Símun Pauli úr Konoy, sum umboðaði sjálvstýrisflokkin. Hesir fundir vóru ofta sera stuttligir. Tá vóru teir ikki so skipaðir og fórútsigiligir sum nú á døgum.
Ein søga, sum enn verður fortald í Gøtu, er um eitt orðaskifti millum Konoy og Langa Petur Hans á einum slíkum fundi. Petur Hans segði við Konoy: “Tá og tá segði tú tað og tað, og nú sigur tú tað mótsetta.” Konoy svaraði aftur: “Tað havi eg ikki sagt.” Tá var tað, at Petur Hans svaraði aftur: “Hví segði tú tað so, tá tú ikki segði tað?”
Sildaarbeiði
Eg fór ikki til skips beinanvegin, sum var tað vanliga hjá 14 ára gomlum dreingjum. Eg arbeiddi ymiskt. Tað var mest vanliga heimaarbeiðið við at velta og skera torv. Nakað av fiskaarbeiði var eisini.
Vit drivu nokk so nógv eftir sild. Pápi hevði nøkur sildagørn. Vit royndu bæði á Gøtuvík og á Skálafjørðinum. Vit høvdu eitt stórt neyst undir Gøtueiði. Har høvdu vit bát og gørn. So vit kundu altíð skifta millum Skálafjørðin og Gøtuvík, sum tað loysti seg best. Um summarið varð sildin saltað. Tað vóru so góð sildaár í 1934 og 1935 og 1936. Tá forvunnu vit væl av peningini.
Tað vóru fleiri, sum keyptu sild. Ein av teimum var Piddi í Fuglafirði. Ein annar var Absalon á Skála. Tummas Jakku, pápabeiggi, keypti eisini sild. Um veturin var tað mest til agn. Tað vóru íshús, har sildin kundi vera goymd eina tíð, og skotskir línubátar komu eisini inn í Føroyum at fáa sær agn.
Gørnini vóru sett á kvøldi og drigin aftir um morgunin. Tá ið vit royndu á Skálafjørðinum um veturin, plagdu vit at fara heim til Gøtu at sova, men um summarið gistu vit har yviri. Náttin var so stutt, at tað loysti seg ikki at fara til hús. Vit høvdu leigað okkum eitt kamar í einum stórum neysti, har vit svóvu. Tá bakkaði ein ikki fyri at ganga frá Norðragøtu yvir á Skipanes. Prísurin á sildini plagdi at liggja um 14 oy/kg, summi ár niður í 12 oy. Tá vóru lønirnar heldur ikki so stórar. Tímalønin lá um 50 oy. Sammett við tær var prísurin heilt góður.
Eitt felag, sum keypti og saltaði sild, var aktieselskabet Skipanes. Tað vóru Konoy, Jóan Frederik Skibenæs, Bjarnadal og Jóhannes í Stórustovu í Havn, sum stóðu fyri hesum. Jóhannes, sum átti ætt í Gøtu, hevur veri umrøddur í røðini “Hendur ið Sleptu”.
Hetta var í nøkur ár, men teir fóru so á heysin. Tað vóru so ringar tíðir seinast í 30-unum, tá ið so nógvir fóru.
………………………………………………………
Grannahús hjá Tróndi í Gøtu
Vit fara í hesum parti at umrøða nøkur onnur av húsunum í grannalagnum hjá Tróndi í Gøtu. Hetta eru húsini í Mortanstovu, á Kletti og Tjørnustovu
Mortanstova
Í 1911 búðu í Mortanstovu Maren Fredrikka (1879-1957), gift við Zacharias Zachariassen (1854-1921) í Mortanstovu. Hetta var onnur giftan hjá honum. Børnini vóru: Aksel, Anna Katrina, Jóhanna Malena, Jákup og Esbern.
Zacharias og Marin vóru kend sum eitt framúr álitisfólk, sum millum annað høvdu postin.
Hjá teimum var eisini hjartarúm sum hjá fáum. Hetta sæst ikki minst av fólkateljingi í 1911. Tá búði Marin og Zacharias har saman við fýra børnum, tað yngsta Esbern var ikki føtt. Umframt búði inni Jógvan, sonur Zacharias í fyrru giftu. Jóhanna hjá Petur Jakku var genta í húsinum. Amaliel hjá Petur Jakku, beiggja Marin, búði har. Mamma hansara var deyð, og var hann tí komin til fastrina. Afturat hesum var Kristianna Justinussen úr grannahúsinum á Skipanesi inni har. Hon var evnaveik, og Marin hevði eisini hjarta fyri henni.
Elspa Sofía systir Amaliel var gift við Óla Jákup í Tjørnustovu í sama túni. Hon doyði í 1917 frá tveimum smáum synum. Tann yngsti Albert var nýføðingur, bert sjey vikur gamal. Hann fór tá at vera hjá abbasystrini Marin, og har fekk hann eisini eitt gott heim. Tískil kom Marin at taka hond um bæði son og abbason hjá beiggja sínum Petur Jakku.
Jólatræ í Mortanstovu
Jacobina Heinesen (1911-2005) var dóttir Jóan David, sum var beiggi Marin.
Ein systir Marin var Johanna, sum var gift niðri í Danmark. Tætt samband var millum Johannu og hennara ætt í Føroyum.
Jacobina hevur greitt frá søguni um fyrsta jólatræ í Norðragøtu, sum var í Mortanstovu í 1911.
Hesa søgu hevði Jacobina frá Gittu hjá Liða Dáva í Norðragøtu, sum giftist við Bernhard í Tjørnustovu. Gitta gloymdi ongantíð hetta fyrsta jólatræið hon sá. Johanna var komin upp at ferðast eini jól, og hon fekk gjørt eitt "kunstugt" jólatræ. Tann, sum hjálpti henni við tí, var bróðursonurin Amaliel, Maljar. Eitt slíkt hevði eingin sæð áður, í hvussu er ikki har í bygdini. Johanna búði, meðan hon var í Føroyum, í Mortanstovu hjá systir síni. Har var stór roykstova, sum rúmaði nógvum fólki. Jólatræið varð tí sett upp í roykstovuni. Johanna hevði eisini við sær pappírsørk við kramarhúsum at klippa út. Kurvar og annað var eisini at pynta træið við. Tá alt var klárt, sendi Johanna onkran í húsini at bjóða øllum til jólatræ í Mortanstovu, og her var fult hús beinanvegin. Hetta var jú sera spennandi, tí eingin visti, hvat eitt jólatræ var. Gitta var ongantíð í lívinum so ovfarin at koma inn í roykstovuna í Mortanstovu, sum tá hon kom inn og sá pyntaða jólatræið. Tað var ein velduga stór uppliving, sum leingi varð tosað um.
Mamma Jacobina, Anna Louisa, var dóttir Zacharias í Mortanstovu í fyrra hjúnarlag. Hon greiddi eisini frá sínum minnum um jólagávur, sum milt sagt vóru nógv øðrvísi enn í dag. Vanliga var jólagávan ein nýggjur kjóli. Toyið var vakurt, men oftast varð hann seymaður úr stóti, ið varð keyptur og litaður. So kjólarnir vóru vakrir, um teir ikki vóru, sum teir eru í dag. Jólaljós vórðu eisini keypt. Hesi vórðu snarað og høvdu ymiskar litir. Tey fingu eitt av hvørjum liti, og ljósini máttu setast í vindeygini um kvøldið at brenna. Tey vóru ikki minni fegin um hesar jólagávur, enn børn eru í dag fyri dungan, tey fáa í jólagávu.
Jákup, sonur Marin og Zacharias, giftist inn í Mortanstovu við Annilenu f. Tausen, ættað úr Runavík. Tey fingu eina harða lagnu, tá hugsað verður um, at fimm av teirra sjey børnum vóru deyv. Fýra av teimum máttu fara til Danmarkar at ganga í skúla, og var hetta sera hart, ikki minst hjá Annilenu, sum tó var eitt so serstakt tolið menniskja. Børnini komu øll væl fyri.
Í dag eru tað sonur Jákup, Zacharias, og kona hansara Lis, sum búgva í Mortanstovu. Hon er vist tann einasta av teimum gomlu ”stovunum” í gomlu Norðragøtu, har tað býr fólk fast.
Meslingar á Brúnni
Á Kletti, nærum áfast við Glyvra-Hanusarhús, búði í 1911 Joen Joensen Lervig. Afturat honum var sonurin Joen Fredrik við konuni Anna Sofía, sum var ættað úr Funningsfirði. Tá áttu tey eisini børnini Jógvan Martin, Høgna og Lisu.
Í 1916 var húsið á Brúnni karmur um eina hjartaskerandi søgu, sum fyrr er umrødd í FF-blaðnum. Søgan byrjar við, at Tummas í Funningsfirði kemur aftur av skipi. Meslingar gingu umborð. Tummas hevði tískil verið í karantenu teir 10-11 dagarnar, sum tað tekur smittuni at bróta út. Men tíðin var farin, og Tummas fór til hús. Á vegnum heim breyt hann kortini út við meslingum og doyði bert tveir dagar seinni.
Systir Tummas, Anna Sofía á Kletti, og svigarinna hansara, Anna Louisa í Jákupsstovu, sum var systir konu Tummas, Johonnu Sofíu, hildu, at tær skuldu fara norð at heilsa honum afturkomnan. Tær fóru so til gongu úr Norðagøtu norð í Funningsbotn, ein túrur sum mann hava tikið stóran part av einum degi. Tá ið tær komu inn sóu tær skilið, at Tummas hevði meslingar. Tær kúvendu aftur til Norðagøtu. Og tær máttu fara beinleiðus í karantenu, tí tær máttu fyri alt í verðini ikki koma til at smitta onnur, um illa vildi til.
Tær fóru báðar inn á Brúnna, grannahús hjá Tjørnustovu. Tær komu skjótt eftir, at tað var býtt, at tær vóru saman, um nú bert onnur var smittað. So Anna Louisa flutti út.
Og ólukkuligvís var Anna Sofía smittað. Hon varð sjúk og doyði í størsta einsemi. Hon kundi bert hava samband við tey fáu í bygdini sum høvdu havt meslingar frammanundan. Frá tí hon fór úr Norðagøtu hesa vanlukku vitjan, kundi hon hvørki koma manni ella børnunum nær. Frammanfyri húsini á Brúnni stóð leingi ein hella. Har varð matur settur, sum hon so kundi heinta.
Anna Sofía átti fimm børn, og tað yngsta var ársgamalt. Og hvat skuldi ein fiskimaður gera við fimm børnum? Tey flestu fóru út til onnur at vera. Høgni fór til Syðrugøtu til Eiðis Hans Jakku, sum var vaksin upp á Blásastovu. Lisa fór í Blásastovu. Johannes fór til ætt í Lorvík at vera. Marsanna fór til Miu, mammu Hans Jacob Havstreym, at vera, og sonurin Jógvan Martin bleiv verandi á Kletti. Her býr sonurin John nú.
Um húsini á Brúnni er at siga, at tann, sum bygdi tey, var Sámal Petur Joensen. Hann doyði við Tulip, og tað var lítið, og einki hann kom at vera í egnum húsum.
Tey, sum hava búð har í nýggjari tíð, eru Hansina, f. Øregaard úr Lorvík og Jóan Jakku, sum var systirsonur Sámal Petur. Jóan Jakku var ommubeiggi Sigfríð Joensen, sum hevur skrivað bókina um Gøtuskeggjar. Hansina var ommusystir Petru, konu Sigfríð.
Hesi húsini eru nú summarhús hjá ættini.
Tjørnustova
Tjørnustova er annað hús norðanfyri Blásastovu. Fyrr er greitt frá ættarsambandinum millum stovurnar báðar.
Ein grein av søguni hjá hesum húsi byrjar í 1727 í Leirvíksfirði. Ein bátur av Blankaskála sakk Lorvíksfirði, og fleiri druknaðu. Millum teirra var Niclas Petersen úr Lykkerhúsi, einum av teimum fýra húsunum á Blankskála. Niclas var trúlovaður Elsebeth Hansdatter úr Fuglafirði. Hon fekk eftir vanlukkuna eina dóttir, sum varð doypt Sunniva Niclasdatter.
Sunniva giftist í 1764 við Ísak Joensen í Heimistovu í Fuglafirði. Hann var 16 ár yngri enn hon.Tey fingu fimm børn. Eitt av teimum var Elsebeth Isaksdatter, f. 1767. Hon giftist við Jákupi Heinesen, bónda í Guttastovu í Leirvík. Tey fingu seks børn. Tað elsta var Anna Jacobsdatter, f. 1794. Hon giftist við Óla Jacobsen, bónda í Tjørnustovu í Norðragøtu. Ein onnur dóttir var Sunneva Jacobsdatter, sum giftist við Høgna Jacobsen, sum var beiggi Óla. Tey búsettust í Leirvík, og nógv av teimum, sum eita Høgnesen eru ættað frá teimum.
Anna og Óli áttu 8 børn. Sunnuva og Høgni áttu 5 børn.
Trý systkin eftir í Tjørnustovu
Tað vóru fimm av teimum átta børnunum hjá Onnu og Óla Jacobsen, sum fluttu til Skúvoyar, soleiðis sum vit fyrr hava greitt frá. Hetta skapti eitt serligt samband millum Gøtu og Skúvoy, og onkur stuttlig søga er í tí sambandinum.
Í Skúvoy høvdu teir eitt hav, sum eingin í oynni orkaði at lyfta. Men einaferð gøtumenn komu suður royndu teir havið og syftu tað sum einki. Morgunin eftir var havið horvið. Skúvoyingar skuldu ikki hava, at slíkt endurtók seg. Sjálvsagt verður henda søgan avnoktað í Skúvoy!
Nú fimm systkin vóru farin til Skúvoyar vóru bert trý systkin eftir í Tjørnustovu. Tey vórui:
1. Jacob Olsen, 1817-1896, tekur við sum bóndi. Hann var giftur við Siggu Malenu Jacobsen, úr Garði í Lorvík. Ein av hansara synum var Jákup, kallaður Gøtu Jákup í Klaksvík, sum nú var borin til garðin, eftir at beiggi hansara Óli Jákup var gingin burtur við báti í 1884. Men hann valdi heldur at búsetast Millum Garðarnar, sum nú má sigast at vera í Klaksvík, og hann gjørdist ættarfaðir til eina sera stóra ætt, sum millum mong onnur telur Ziska Jacobsen, sum bjargaði teimum á Ernestinu í 1930. Hetta er helst størsta bjargingarbragdið í Føroya søgu. Ein annar eftirkomari er Steinbjørn Jacobsen, borgmeistari í Klaksvík.
Tann næsti beiggin Absalon tekur so við garðinum. Tað var sonur hansara Óla Jákup, sum giftist við Elspu Sofíu av Skipanesi. Hin systkini hjá Absalon vóru Petur Pauli. Hann var ein av teimum, sum var við Waagen ta tiltiknu ferðina i 1888, tá ið Waagen var á veg heim úr Íslandi við 150 útróðrarmonnum, og teir mundu gingið burtur. Húsini hjá Petur Paula vóru í gerð, men veðrið var so ringt, eisini í Gøtu, at húsini fóru í luftina. Hetta varð eitt rættiligt bakkast, og í staðin máttu Peter Pauli byggja eina kroysu uppi á Fløtti. Kona hansarara Emilja, ættað úr Barbustovu, doyði í barsilssong, og børnini fóru í ymsar ættir. Tvey børn Elin og Johannes fluttu til Lorvíkar, og frá teimum eru kendar ættir har í bygdini.
Ein systir, Anna, giftist til Fuglafjarðar við Eliesar í Beiti. Tveir synir hjá teimum fóru av landinum. Óli Jákup fór til Canada og doyði ungur. Hildið hevur verið, at hann doyði í stóru eksplosióni í Halifax í 1918, men hetta hevur ikki fingist váttan fyri. Einki samband er við ta ættina. Bartal fór til Bretlands og giftist har. Har er samband við ættina, og hevur eina langabbasonur vitjað her í summar.
2. Ein systir, sum var eftir í Norðragøtu, var Anna Lovisa, f. 1824, sum giftist við Johannes Nicolaj Joensen (1822-1905) í Mortanstovu. Tey vóru foreldur til Onnu Katrinu Johannesen (1855-1898), sum giftist við Zacharias Zachariassen (1854-1921). Hann var ættaður úr Jákupsstovu og giftist inn í Mortanstovu. Tá ið hann gjørdist einkjumaður, giftist hann aftur við Marin.
Dóttir hansara, Anna Louisa, giftist við beiggja Marin, Jóhan David. Tískil giftust faðir og dóttir við tveimum systkjum.
Ein onnur dóttir Onnu Louisu var Johanna Johannesen (1860-1935), sum giftist við Joen Frederik Gøthe (1854-1941). Tey vóru foreldur Nicolinu, sum giftist við Amaliel hjá Petur Jakku.
3. Ein onnur systir var Súsanna fødd í 1828. Hon giftist við Símuni Heinesen, á Brúnni, sum eisini var í sama túni. Beiggi Símun, Justines, gjørdist ein av niðursetumonnunum á Skipanesi. Ein av hansara eftirkomarum gjørdist gitni danski fótbóltsspælarin Frank Arnesen, soleiðis sum tað hevur verið greitt frá í røðini ”Hendur ið Sleptu” í Sosialinum.
Ein sonur Símin var Jákup Simonsen, sum var lærari í Gøtu alt sítt lív. Beiggi hansara Símun var somuleiðis lærari í Nólsoy alla sína tíð.
Komandi partur
Í komandi parti fer Tórir til skips. Tá greiðir hann millum annað frá útróðrartúri tann dagin í 1944, tá ið gøtubátur gongur burtur á Gøtuvík, og tríggir mans drukna.