Hagstovan upplýsir, at tað framvegis er prísvøksturin á brennievni og matvørum, sum elvir til hækkað prístal. Prísurin á brenniolju til húsarhald er hækkaður 20,2% , og allir matvørubólkar eru dýrkaðir henda ársfjórðingin. Samanlagt eru matvøruprísirnir í handlum farnir 2,1% upp, móti prísunum fyrsta ársfjórðingi, har vøksturin var 1,3 %. Sostatt nærkast vit eini støðu, sum skjótt kann allýsast sum dýrtíð. Tað hevur gjøgnum seinastu hundrað árini verið politisk siðvenja at seta í verk tiltøk til tess at verja tey lægstløntu og pensjonistar móti avleiðingum av dýrtíð. Eitt vælkent dømi um hendan politikk er prístalsreguleringin av tímalønum og starvsmannalønum, sum kom í gildi undir øðrum heimsbardaga. Hendan skipan var í sjeytiárunum avtikin av samgonguni millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Tjóðveldi við tí grundgeving, at hon var darvandi fyri vinnuna. Eitt annað tiltak frá tí skeiðinum er oljugjaldið, ið kom sum eitt úrslit av oljukreppuni í 1973. Upprunaliga var ætlanin, at inntøkurnar frá hesum gjaldi skuldu fara í grunn til fígging av alternativum orkukeldum, men hetta gjald endaði í landskassanum og er síðan farið til rakstur.
Einhvør demokratisk stjórn hevur ábyrgd av vælferðini hjá øllum sínum borgarum og um okkara leiðir átekur einhvør stjórn sær hesa ábyrgd. Eitt fólkavalt stýri kann ikki loyva sær at sita hendur í favn, meðan dýrtíð máar støðið undan vælferðini hjá stórum pørtum av borgarunum. Í Danmark t.d. hevur stjórin í sambandi við eina endurskoðan av skatta- og avgjaldskipanini greitt meldað út, at tær sterkastu herðarnar skulu bera tær tyngstu byrðarnar. Hetta er eitt alment viðurkent vælferðarprincipp, sum sjálvt ein erkaliberal stjórn sum tann danska tekur undir við. Tað er tí ein spurningur, hvussu leingi okkara stjórn kann loyva sær at venda blinda eygað til teir trupulleikar, sum standast av dýrtíðini. Hetta er eitt øki, sum í hvussu so er ikki kann latast til frælsu marknaðarkreftirnar at greiða. Dýrtíðin kann skjótt gerast ein álvarsamur politiskur trupulleiki hjá landsstýrissamgonguni. Vit nærkast eini støðu, hvar fakfeløgini fara at krevja nýggjar lønarsamráðingar, ja, eitt hitt størsta felagið hevur longu signalerað nýggj lønarkrøv. Hetta merkir ófrið á arbeiðsmarknaðinum, nakað ið bert kann koma illa við hjá vinnuni. Samtak kemur við nøkrum vælmeintum ráðum til landsins myndugleikar. Mælt verður til, at lækka MVG á matvørum og at avtaka oljugjaldið. Eisini verður mælt til at gera nakað við skattastigan fyri lønir omanfyri 400.000 kr. Hetta eru vælmeint og áhugaverd uppskot, sum samgongan eigur at umhugsa í størsta álvara
Sosialurin