Gud er deyður.
Niðurnívandi uppáhaldið hjá týska heimsspekinginum, Friedrich Nietzsche, er sum slíkt eirindaleyst og miskunnarleyst í sjálvum sær. Tað tekur øll á bóli men eingi atlit. Og tað leivir onga vón úr erva. Einans eitt døkt og djúpt hol av glóðheitari glating.
Hóast Nietzsche neyvan meinti við, at ein ítøkiligur gudur hevði givið upp anda, fert tú at hugsa um Nietzsche, tá ið tú ert á náttarvakt á B7 á Landssjúkrahúsinum; tí tað er har, sum fólk av sonnum liggja lágt. Tú verður við undirlutan og finnur ongan kendan knabba at heingja kenslurnar á. Men er eingin vón á reseptini, kann ein viðhvørt ordinera eina skeið av spei. Gud er kanska deyður. Jón á Steig er tíbetur bara sovnaður.
Millum teir trettan liggjandi sjúklingarnar stendur um lív hjá tveimum teirra. Teir eru pre-terminalir. Tað er, at teir fyri stuttum eru farnir fyrsta fetið inn í tilgongdina, haðan eingin okkara kemur aftur. Tíma vit ikki at trúgva Nietzsche beint nú, kunnu vit siga, at hjá teimum hevur leiðandi yvirlæknin bara bakvakt. Fremst á vaktarlistanum stendur gud.
Hesa tungu náttina, meðan Føroya kønasti klinikari liggur heima og svevur so søtan, vakja tvær árvaknar og ungar sjúkrasystrar yvir teimum doyggjandi og teimum, sum enn hava veruliga vón um leking ella linna. Sjúkrasystrarnar eita Halla Seyer Hansen og Rúna Lamhauge.
Vit práta nógv á vaktini; um egin lív, um at ein sjúklingur doyði leygardagin, og at ein doyggjandi er farin til hús. Og so tað, ið var ræðuligast hjá Rúnu at uppliva. At tað einaferð doyðu seks sjúklingar dag um dag í seks dagar. Slíkt setir seg í sinnið. Tá rakti tað Rúnu, at hetta ikki bara er eitt arbeiði. At tú, hóast tú heldur teg hava neyðuga frástøðu, ert nóg nær at brenna teg illa kensluliga.
Rúna vendir eisini nýggju Dimmu, sum hevur havt nakrar atfinningarsamar greinir um Landssjúkrahúsið fyri at varpa ljós á henda partin av heilsuverkinum. Rúna er hugsanarsom. Tað kann oyðileggja nógv fyri okkum og onnur, um málini verða lýst ov einvíst. Tað kann hava við sær, at vit fara at uppliva nógv meiri av hugburðinum, at nú ræður bara um at hava sín rygg frían. At tað eyka avrikið ongantíð verður framt, heldur hon.
Áðrenn kvøldvaktirnar fara heim, tosa Halla og Rúna við tær. Ein teirra garvaðu sigur, sum er. At tær vita nógv meiri um málini, sum hava verið umrødd í Dimmalætting. Men tær kunnu einki siga. Tær hava lógarfesta skyldu at tiga. Vit mugu bara liva við at kenna okkum forkert, heldur hon fyri heldur turrisliga.
Roynda sjúkrasystirin, ið er á veg heim, heldur fram við meiri almennum práti um deyðan. Hon hevur hildið í hondina á føroyingum í hundraðtali, sum eru farnir inn um deyðans gátt. Hesi menniskjuni sova oftast. Tú kennir tað á andadráttinum, at deyðin nærkast, veit hon. Men avnoktanin hvørvur ikki fyrr enn allar evstu kláru løturnar. Uppgávulyndi ræður einans í løtum. Annars er alt avnoktan. Vit eru soleiðis sum menniskju; eisini vit, sum hava gjørt hetta leingi. Mær hendir einki, hugsa vit. Eg verið ikki yvirkoyrd. Eg fái ikki krabbamein, hugleiðir hon. Hon hevur eisini skilt, at hvussu tú fert inn í deyðan, veldst aloftast um, hvussu tú hevur livað. Vit kenna øll hvør annan so ella so í Føroyum; vita nøkunlunda hvør og hvussu hvør okkara er. Men at enda fara vit øll inn í ævinleikan meira ella minni trilvandi; trúgvandi ella trúarleys. Tó grettir sjáldan, at hevur tú livað toluliga nøgd og ert mett av døgum, so er deyðsløtan friðsæl. Ónøgd fólk eru ræddari. Sjúkrasystirin smírist fjart, tá ið hon minnist ein sjáldsama friðsaman sjúkling, sum beinleiðis veitraði farvæl við hondini, áðrenn hann legði seg í fosturstøðu og doyði.
Svikaligur svullur
Við vaktarskiftið klokkan ellivu góvu kvøldvaktirnar rapport um sjúklingarnar. Dentur varð lagdur á teir tyngstu. Maðurin við lungnakrabba hevur opið atgongumerki til deildina. Hann er farin heim at halda vikuskifti. Livir ein dag í senn. Tað stundar til deyða. Ein annar maður, ið hevur krabbamein í baktarminum, berjist manniliga inni í kanningarrúminum. Hann hevur forstoppilsi og fær dropp við heilivági, ið skal fremja opning. Hann er fullur av fæsis, siga tey. Pínan hevði verið ótolandi, fekk hann ikki morfin alla tíðina. Krabbasjúklingurin á stovu 1 hevur tað hinvegin betri. Hann hevur fingið kroyst eitt sindur av breyði og eina kalda bjór niðurum. Annars er hann ússaligur og etur næstan einki. Allir hesir tríggir sjúklingarnir hoyra til røktarbólk 4, sum er nógv tann tyngsti.
Á stovu 2 liggur ein eldri kvinna, sum er komin av hvíldarheiminum Naina og ikki krevur so nógva røkt. Hon verður viðgjørd fyri bløðandi magasár. Higartil hevur hon fingið fýra posar av blóði og hevur fingið nógv betri dæmi. Á stovu 3 liggur ein maður, ið hevur verið og ferðast. Hann hevur havt herðindi av krampa. Maðurin er heldur illa fyri. Tey halda, at hann hevur fingið borrelia-bakteriu, sum kemur av at vera bitin av skógarlús. Ungi maðurin á somu stovu hevur bruna í øllum langanum og verður millum annað viðgjørdur við undurheilivágnum, Prednisoloni.
Á stovu 4 liggur ein kvinna, ið hevur afturvendandi svull í heilanum. Tað munar lítið, at svullurin ikki er illkynjaður, tí trýstið á heilan hevur við sær ógvisliga ójavnvág í hormonskipanini. Higartil hevur svullurin við tí vónríka navninum, góðkynjaður, elvt til sukursjúku, og at kvinnan hevur fingið tetraplegi og so statt er lammað í øllum limunum. Hon fær føðslu gjøgnum slangu og skal vendast javnan. Kvinnan á stovu 6 kom inn við blóðtøppum í lunganum. Hon hevur kanska krabbasvull, men enn er eingin funnin. Hon er í útgreinandi fasuni, sum tey siga.
Fylgt verður væl við, hvussu nógva vætu sjeyti eitt ára gamli sjúklingurin á stovu 7 fær, tí hann er snøgt sagt uppturkaður. Hann hevur ongan fepur longur men lungnakrabba. Sjúklingurin fær onga kemoviðgerð, tí almenna støðan er ov vánalig. Viðgerðin hjálpir einki kortini. Maðurin skal bara hava góða røkt og nógvar hjálpandi hendur.
Halla og Rúna byrja vaktina við eini rundu, tey kalla. Tær hava eina helvt av deildini hvør. Halla fer fyrst inn í kanningarrúmið til mannin, sum hevur krabbamein í baktarminum. Umframt stomi til trekk hevur hann nefro-stomi, sum er land-katetur beinleiðis inn í nýruni. Kemoviðgerðin munar ikki longur. Hann skal kanska hava stráluviðgerð ístaðin. Sjúklingurin er ikki sovnaður. Halla spyr spakmælt, um hann hevur tað betri. Tað grælar úr honum, at einki stendur til, hóast hann júst hevur fingið morfin. Halla tryggjar sær, at ljósið er nóg kámt, so hann fær sovið. Síðan fer Halla úr stovu í stovu at vita, hvussu og um sjúklingarnir liva. Hon avdúkar, at hon í hesi tilgongd kann fáa tveir hvøkkir, og at hvørgin teirra er mjúkur at strúka. Í hesum sambandi dámar Hallu best tjúkk ella eldri fólk. Tey anda aloftast tungt og snorka mangan. Tá hoyrir tú lættliga lívið. Verri er við ungum og klønum fólkum. Tá noyðist tú at bukka teg heilt niður at teimum og onkuntíð ongan andadrátt finna, tí deyðin kom áðrenn tú. Ella, sum Halla ofta hevur upplivað; at tá ið andlit hennara er fáar sentimetar frá sjúklinginum, støkkur hann upp úr svøvni.
Inni á seinastu stovuni liggur ein eldri kvinna í andvekri. Nú, ert tú ikki sovnað, góða, spyr Halla. Nei. Hvussu sær út hjá tær? Frúktiliga turr í hálsinum; sum sandpappír! Halla vætir varrarnar á kvinnuni, sløkkir neonljósið, sum koyrir bæði sjúklingar og starvsfólk í sama kliniska sekk, tí tey øll síggja líka líkbleik út av tí. Og so fer hon uttar í køkin at práta við Rúnu. Rúna hevur orðnað allan heilvág, ið verður givin innanæðra. Summir sjúklingar fáa fýra áfyllingar á vaktini.
Grundar um gransking
Tær seta seg niður. Smakka á lakress, køku og kaffi í køkinum. Evnið við borðið er aftur vón. Tað ræður um at varðveita vónina í teimum, sum í roynd og veru eiga at vera vónleys. Hetta er tann ógvisligasta andstøðan í arbeiðinum; veruleikin móti vánaligum vánum. Men er vónin fokin, kann ein bara geva skarvin yvir alt fyri eitt. Bæði á B7 og B6, sum Halla annars arbeiðir á, doyggja nógv fólk. Nógv teirra fáa palleativa viðgerð, sum tey kalla seinastu røktina. B6 hevur eina palleativa stovu til ta terminalu tíðina. Har royna læknar, sjúkrasystrar og sjúkrahjálparar at tryggja teimum terminalu ein virðiligan deyða. Eisini sperd avvarðandi fáa umsorgan og stuðul eftir tørvi. Doyr onkur sjúklingur, verður ringt til teirra avvarðandi alt fyri eitt. Og síggja starvsfólkini, at nú fer at styttast, ringja tey og siga, at tey halda, at tey kæru skulu koma í stundini. Tú fært eitt serstakt samband við deyðan her, heldur Halla. Men tær tosa ikki púra opið um deyðan, viðgongur hon. Tey flestu kveistra hann burtur úr heysinum. Deyðin er ikki ein møguleiki, meðan tú livir.
Halla arbeiðir í brøki 0,7 og ikki ein tíma afturat! Leygarmorgun var hon uppi klokkan átta. Hon hevur bara sovið 4 tímar, áðrenn hon møtti, og hon skal til ferming seinni henda sama sunnudag. Og so er tað seks ára gamli sonurin, sum hevur sjómann til pápa. Eg má altíð fáa onkran at ansa eftir soninum, suffar Halla hugsanarsom. Hann hatar, at eg noyðist avstað um kvøldið! Á B7 hevur Halla níggju kvøld- ella náttarvaktir í seks vikur. Hallu dámar at ganga túr saman við soninum. Tá hugsar hon viðhvørt um at skifta starv. Hon droymir eitt nú um at arbeiða við at savna inn tilfar til gransking.
Kókað vatn smakkar av fanan og til, brestur burtur úr Hallu, tá ið hon fer at gera mat til sondusjúklingin, sum tíbetur sleppur undan smakkinum. Ein tími er farin, og stundin er aftur komin til eina rundu at kenna turra húð, heitar pannur og óstøðugan hjartasláttur og hoyra sjúklingar anda tungt og teska. Hesa ferð stendur serliga kvinnan við svikaliga svullinum fyri tørni. Hon skal vendast og hava sondukost og vatn. Halla hitar vatnið og Nutrison-kostin í mikroovninum. Illgruni er um, at sjúklingurin hevur margmótstøðuførar bakteriur, og tí noyðast Halla og Rúna í handskar og svintu, áðrenn tær taka inn undir tungu kroppin og venda honum. Halla hevur sondusproytu og stetoskop. Hon sproytar eitt sindur í sonduna og lurtar so, um samband er við magan. Síðan sproytar hon matarsevjuna og vatnið í slanguna. Er tað óbehagiligt, góða, spyr Halla. Tøgn. Nei. Er tað gott at vera aftur í Føroyum? Einki svar. Fekst tú sonduna í Danmark, góða? Heldur einki svar. Men so snarar sjúklingurin høvdinum við sniglaferð, hyggur upp á Hallu, smílist og svarar upp aftur seigligari: Tað ... havi ... eg ... ikki ... ánilsi ... av! Øll brosa við. Her eru tár og tregi men tíbetur eisini gleði í gloppum. Sum tað seinasta prika tær kvinnuna í oyrað at máta blóðsukurið. Tú skrivar einki um, at vit svansa so illa, sigur Halla, sum hevur spruttað eitt sindur við sondumatinum.
Vit fara inn aftur í køkin at práta. Dyrgt verður eftir upplýsingum um teirra lív. Tú ert ræðuliga analyserandi, sigur Halla. Tað eydnast at fáa at vita, at Rúna er støk, og at hon leigar kjallaraíbúð í Fútalág saman við eini vinkonu. Hon hevur verið í Havn síðan 2003. Halla eigur dýr hús við Dýrindalsgøtu; tvær ferðir 118 fermetrar við einum eindømi av eini eikitrappu. Rúna og Halla eru báðar 30. Halla tosar nógv um sonin og hugleiðir um at taka kenslur heim við sær. Men brádliga troðka onnur ting enn tilveruligir spurningar seg framat. Ein kvinna skal á ves og hava nýggja blæu. Eftir lokið verk fara Halla og Rúna stetlandi við henni. Soleiðis frúan, sigur Halla, leggur kvinnuna niður aftur saman við starvssystrini og sprittar hendurnar enn einaferð.
Ov ótakksamt yrki
Um tveytíðina fer Rúna at rudda upp í journalunum. Onkur svar eru komin frá royndarstovuni. Rúna undrast yvir, at brunatølini hjá einum sjúklingi hækka, hóast hann fær penisillin. So fer hon víðari í digru pappírsdungunum. Blá pappír eru um blóðroyndir. Gul pappír eru læknakladdur, sum eru skrivaðar eftir klokkan trý gerandisdagar. Ljósareyð pappír snúgva seg um hjartamyndir. Hvít pappír við reyðari rond eru blóðjournalir. Rúna sýpur eitt sindur av jogurti og hyggur samstundis á eitt pappír við feskastu kunningini um eina sjúka kvinnu. Ná! Er hon nýrainsuffisient, sigur hon við seg sjálva.
Halla fer inn í eina stovu. Hon fer tætt at einum eldri manni. Kann eg sløkkja, so tú sovnar? Hann svarar ikki. Bínir bara sum eitt bangið barn. Feilar nakað? Nei. Halla fer víðari til eina stovu við tveimum kvinnum. Skal eg sløkkja, so tú kanst sova, spyr hon aðra teirra. Ja. Men hin kvinnan vil hava ljósið tendrað. Millumloysnin er, at ljósið í millumganginum sleppur at loga.
Vit tosa aftur inni í køkinum.Um ævinleikan. Um førleikar. Um at vera tryggleikanarkomanur. Um munin millum menn og kvinnur. Og so statt um ymisku læknarnar. Summi(r) halda tað nærum vera guðsspottandi at havast at einum lækna. Tað hava Rúna og Halla onga almenna viðmerking um. Tær vita bara, at tær eisini duga. Sambært teimum er kunsturin, tá ið tú at fæst við menn, sum eru læknar, at tú skalt geva teimum hugskot á ein nóg óbeinleiðis hátt. Stutt eftir fáa teir ta fatan, at tað eru teir, sum hava fingið hugskotið. Sum frálíður fara teir at arbeiða íðið fyri at fáa framt sítt hugskot!
Tær fara inn aftur á skrivstovuna. Har liggur eitt bræv. Tað er frá serumstovninum og snýr seg um royndir, ið eru tiknar av eini kvinnu fyrst í fimmtiárunum. Eitt tal hjá kvinnuni er 180. Tað skal helst vera lægri enn 35. Ábendingin er púra greið. Kvinnan hevur krabbamein. Løgið at vita hetta áðrenn hon.
Klokkan 3.18 fer ein sjúkrabilur blaktrandi niðan á hamaran á Argjum. Rúna hyggur eftir bláu blinkunum og fer at hugleiða um, at tú sjáldan fært rós sum sjúkrasystir. Hon arbeiðir fulla tíð á tyngstu somatisku deildini. Hon kundi fyri tað verið ein Florence Nightingale; eigur ongan mann, bara sjúklingar. Serliga hart heldur hon tað vera at hava COLD-sjúklingar; teir við roykjaralungum. Summir liggja og kikka eftir ondini einar tríggjar mánaðir. Teir kvalast spakuliga. Jú, tú mást smyrja teg við, at her er nóg mikið av deyða. Men at síggja blaðung fólk hjána burtur í einki ber ikki til at góðtaka. Hvussu kanst tú tað, tá ið makar og børn standa hjálparleys saman við tær og eygleiða týnandi tilgongdina? Viðhvørt knýtir tú teg so tætt at sjúklinginum, at tú verður tikin av fótum kensluliga; missir javnvágina millum almennar arbeiðsskyldur og egið sálarlív. Eg knýtti meg at einum koma-sjúklingi. Tað rakti meg hart, tá ið hann doyði, viðgongur Rúna. Hon vildi ikki passa abba sín, tá ið hann lá at doyggja.
Útdoyggjandi rasa
Móti morgni fær ein kvinna pínu. Hon plagar at fáa okkurt fyri pínuna. Halla og Rúna tosa um, hvat ið kvinnan hevur fingið. Eg havi ilt tvørurum oysini, sigur hon og peiggjar gjøðin tvørtur um búkin. Hygg, tak hana; eg skal skriva um tað, góða, sigur Rúna og rættir henni eina Codopar og eitt glas av vatni. Kvinnan svølgir bolla og vatn gramliga og gremur seg aftur um, at hon ikki fær blundað fyri berari pínu. Minst nú til at koma upp at ganga, ávarar Rúna smílandi. Ja, tað voyst tú, svarar kvinnan mótfallin og letur høvdið falla tungt niður aftur á kulluta koddan. Hin kvinnan á stovuni liggur og hyggur. Tað skilst, at sjálvt tá ið tímarnir fækkast, kann lívið kennast langligt. Tíðin fellur so long, tá ið man einki svevur. Sunnudag er einki í útvarpinum fyrr enn klokkan 10, teskar hon.
Um sekstíðina fer Rúna aftur at geva heilivág innanæðra, meðan Halla fer gleivandi inn aftur í kanningarrúmið. Eyguni á krabbasjúklinginum eru víðopin. Hann hostar og tekur at spýggja. So goysir og letur tað ønskriliga úr honum, og hann njósir hart ímillum herðindini. Tó at ein stovnsligur yvirangi av spritti ræður í rúminum, kennist eisini ein linur luktur av lorti og spýggju. Men tað er í lagi at leka úr øllum opum. Vit eru langt síðan farin um øll stoltleikamørk. Eingin errinskapur er eftir. Frísku megin songarstokkin sær neyðin út at vera fullkomin. Her vantar bara deyðin, er einasti tankin hjá leikmanninum. Men eyguni á sjúklinginum eru kortini tey somu sterku . Eg kenni hann. Hann hevur onkursvegna enn orkuavlop at gera eina greiða meting av, at meiri er runnið út av vætu enn inn. Hann biður um og fær meiri morfin. Vit fara. Halla sigur, at sjúklingar sum hesin sum frálíður kunnu fara at spýggja sín egna trekk.
Halla og blaðmaðurin fara inn aftur til eina ógvuliga káta kvinnu. Nú vil eg ikki hava sjeikin við, sigur hon flennandi. Ná, skalt tú brúka bekkin, gitir Halla. Ja, og eg haldi, at hann er glaður fyri at sleppa undan, svarar kvinnan og brosar blítt upp á blaðmannin. Síðan skriva Rúna og Halla í kardeks. Um sjúkrarøktartiltøk. Um at kvinnan við svullinum hevur fingið vatn og 150 millilitrar av sondukosti. Og at hon er vend x 1. At enda verður eisini talt upp, hvussu ofta ein onnur hevur verið á vesinum og vent.
Dagvaktirnar møta stutt eftir. Umframt um kost og vesivitjanir kunna Halla og Rúna tær um ein batnaðan sjúkling, um at onkur hevur sovið illa og annar væl, og um hin, sum spýði so illa. Vit eru ein útdoyggjandi rasa, letur úr eini eldri sjúkrasystir á deildini, har ið flestu sjúklingarnir á landssjúkrahúsinum doyggja. Og so fer hon aftur í eldin saman við hinum.
Náttarvaktin er farin at halla, Halla og Rúna fara heim, og tað er morgun. Eins og áður skulu sjúklingarnir vekjast, vaskast, vendast og vigast á klinisku vektini, áðrenn nývaknaði yvirlæknin aftur fer til verka.
----------
Næstu ferð
Markið millum somatikkina og psykiatriina er J.C. Svabos gøta, verður skemtandi tikið til. Og tað er júst vestan fyri hesa gøtuna, at sálardeildirnar frá fyrst í sjeytiárunum eru. Okkurt um ein føroyingur verður innlagdur á onkra sálardeild hvønn einasta dag í árinum. Nógvir teirra liggja leingi, og tey sjúkastu enda á deild 2.
Blaðmaðurin má renna oman til Stórá; sálarlæknan. Hann skal nevniliga geva endaligt loyvi at sleppa inn á ta stongdu sálardeildina, sum er opin allar ársins dagar, men sum eingin tíðindamaður áður hevur vitjað í arbeiðsørinum. Stórá nikkar hugsanarsamur, og so verður blaðmaðurin smoygdur inn um gáttina at avdúka duldu deildina.
Í sættu greinini í røðini um Lívið á Landssjúkrahúsinum vitjar Høgni Mohr á stongdu sálardeildini. Les reportasjuna í næsta Vikuskifti.









