veljararnir lyfti um ikki minni enn tvær fólkaatkvøður, men nú kunnu vit staðfesta, at ongin fólkaatkvøða verður yvirhøvur. Borgarliga fullveldissamgongan helt ikki orð. Hon leyp frá lyftunum, sum hon gav veljarunum [...] fullveldissamgonguni, skerd við 366 mió. kr. um árið. T. v. s. at vit framyvir skulu blaka 1 mió. kr. yvir borð hvønn einasta dag í árinum. Álvara-tos, er stundin ikki komin, at hesir flokkar fáa stólin settan [...] okkinum á valinum komandi týsdag. Fyrst í greinini nevndi eg eitt ítøkiligt dømi um úrslit av góðum samstarvi. Tað var 60 millióna greunnurin. Eg kundi eisini nevnt fleiri onnur dømir. T. d. undirgrun
Facebook-síðuni hjá Sands kommunu um dagarnar, har viðhefta mynd (ovast) er løgd út saman við testinum. Men, hetta er ikki fyrstu ferð, at tey í Sands kommunu fevnast um laðing. Fyri tveimum árum síðan gjørdi [...] hann hevur laðað mangan garðin og mangt gróthúsið uppaftur. Rættin í Vatnabyrgi er elligomul, og hon var brúkt til fyrst í 1980-unum. Rættin liggur í Fjallshaga, Norðara parti. Í Sandoynni eru eisini aðrir [...] fagurfrøðiligt og søguligt virði í grótgørðunum og rættunum í Føroyum, og tí kunnu vit fegnast stórliga um, at vit enn eiga menn, sum hava evnini og áhugan at halda hesi viðlíka. Á Facebook-síðuni hjá Sands
at Suðuroyggin hevur so nógvar úrmælingar. - Tað er ikki langt síðani, Pál Joensen var í Beijing og svam og hóast tað var ein kinesari, sum vann, var Tað Pál, sum prýddi forsíðuna á einum tí størsta blaðnum [...] Svimjihøllina og vælverudepilina í heili fýra ár. Er talan um húski, sum ger nógv burtur úr, er tað sostatt ein spurningur, um talan ikki verður um ein vinning, tá ið samanum kemur. Ferðast Suðuroynna runt [...] USA – sum altso er sterkasta svimjitjóð í heimi. - Og so er ikki at gloyma Elin Kristinu Thomsen í Hvalba. Hóast hon bara er 13 ára gomul, er hon longu víðakend og kann sammetast við svimjarar, sum eru fimm
einum skeivum brosi. Tó, tað var eisini eyðsýnt, at heldur ikki hon kendi seg væl ? og fyrr var illa! Tað má sanniliga vera ein herskin biti at svølgja, at hon skal hava leitt hin annars so hóvliga flokkin [...] hugnaligar Føroyar um so hevði verið. Tað var kortini ein úr fólkaflokkijnum, sum tóktist at ivast í hvussu rætt tað var at kvetta bondini við Danmørk, og tað var Tórstein Petersen sáli, sum var stjóri í Sjó [...] serligu hjørtum! Men hetta, sum áður er nevnt, var ikki alt, tí sama samgongan steðgaði allari havna- og vegagerð, meðan hon sat við róðrið. Tá var ikki stórvegis gabb av tí áður so eggjandi fólkaflokkinum
at svignað, hon var tilfriðs, eitt andatak, men grýtti skjótt (blómu)leggin frá sær, sum ein tík risti hon kroppin, feit og óskotlig, tunnhærd, úttent og androm, men ikki hevði hon brátt um, sum dumba, [...] í bløðunum, um tvørrandi móðurmálsfynd hjá høvundanum. Tað var tí ikki uttan forvitni, at eg læs hesa 785 síðu longu bókini eftir CJJ. Tað sum longu hevur verið umrøtt um bókina, verður ikki tikið uppaftur [...] skreiðgjørt, hon ól eina dóttir, hon stytti kjólan upp á lørini, gleivaði tvørturum knøini á amtmanninum og hevði migið í fangið á honum, kona hansara var ein skarnskjaftur, hon hevði evni, sum hon hevði kjaft
spurdi um møguleiki var at fáa nakrar sangtímar. Jú, tað var gamaní. Eg var so í Savonlinna í juni 1996 og arbeiddi við Jorma Hynninen í tíggju dagar hetta summarið. Vit avráddu, at eg skuldi søkja um upptøku [...] hoyrdi var finski Martti Talvela. Hesin fantastiski sangari doyði tíanverri í 1989, so tað var á fløgu, hann vissaði meg um, at Finnland var landið eg skuldi fara til.« Næsti lærari hjá Rúna var enn ein [...] ónt, sum krevur at ein helst ikki er verri fyri, at vera í eldra lagi.« ? Hvat var tað, sum fekk teg at sleppa myndatólinum og syngja í staðin? »Tað var ikki fyrr enn eg var undir útbúgving á fotografskúla
í søguni hjá H. C. Andersen – ikki før fyri at standa uppi, men veit ikki, hvønn veg, hon skal falla; tí verður hon standandi, skinklandi uttan støðutakan. At gamla ikki longur kemur fram, sæst á øllum [...] tunnlar Norð um Fjall og samtykt at heimilað boringini, men ongantíð bæði í senn. Í herindum mølmar hon um kommunubygnað, tilfeingisgjøld og almannasparingar, men er síðani ímóti. Enn hevur hon puls, men [...] hendan hevur ikki megnað eitt tað einasta. Ikki eitt! Vit síggja bara áhaldandi fepurherindi. Navnframi Kári P. syngur um ‘mammur ið stríðast við sulfo í køkinum, meðan páparnir stríðast um arv úti á gøtuni
Skarvakletti í Nólsoy. Í svimjibúna smurd inn í feitt loypur hon á bláman kl. 16:22. Hon er ikki ørindaleys – ætlar sær til Havnar. Nólsoyingar vegleiða um rák og frægastu farleið og Poul Petersen, ítróttarráðgevi [...] Maria Jacobsen og er úr Hvalsinsrætt, dóttir Mathildu og Martin, ið var slektaður av Sýnuni. Seinri giftist hon í Vági, - har var hon vanliga rópt Mia í Trøðini. Tingakrossur hevði frammanundan sett út [...] kvinnan sum svam um Ermasund var Gertrude Ederle – hetta var í 1926, og kanska hevur hetta rákið eisini borið við her á landi, soleiðis, at Mia í Hvalsinsrætt tók hetta óvanliga stigið í 1938. Hon lærdi at svimja
prát við hann um, hvussu ætlanin um at byggja Húsið kom í lag, hvussu undirtøkan var fyri hesum, og hvussu hesi 15 árini hava hilnast. Dánjal Pauli fortelur, at Erlendur Patursson, sum var umboðsmaður í [...] liggur í dag. Hetta var tá úti í eini oyðimørk. Ringvegurin var projekteraður, men tá var hetta úti í haganum við ongum bygningum nærindis. Dánjal Pauli greiðir víðari frá, at tað var keðiligt veður hendan [...] hesum finnanum. Tað var ikki so hugaligt við vátakava uppi í haganum, men so høvdu vit fundir við hann, og vóru samdir um í Landsstýrinum at mæla til at byggja eitt hús. So varð tosað um fígging. Húsið í
sigur, at hon, longu meðan hon gekk í fólkaskúlanum, hevði gjørt sær greitt, at hon skuldi avstað í eitt ár og búgva í fremmandum landi. Hon hevði ikki sett nakað navn á hvat fyri land, ið hon skuldi vitja [...] foreldrunum, vildi pápin als ikki hoyra talan um hetta. Tíbetur fyri Mauricio hendi so tað, at mamman fór eini ørindir til Europa stutt eftir, og tá ið hon kom heim aftur, segði hon við Mauricio, at hann noyddist [...] hann málber seg, og hann visti ikki, um hann skuldi trúgva sínum egnu eygum. Mitt í summar einaferð, tá ið tað var vetur í heimbýnum hjá Mauricio í Brasil, og hitin einans lá um eini 15 ? 20 hitastig, pakkaði