- Suðuroy elur heimsmeistar!
Við hesum eggjandi orðunum royna stigtakararnir nú síðstu hond á fyrireikingina at gera nýggja svimjihøll í Vági við 50 metra langhyli og vælverudepli.
Og fyrireikararnir ivast heldur ikki í, at nýggi langhylurin í Vági kann verða ein magnet, sum fer at draga úrmælingar úr øllum heiminum til Vágs at venja.
Tað er nevniliga alt annað enn farið aftur við borðinum í svimji-elituni kring heimin, at Suðuroyggin hevur so nógvar úrmælingar.
- Tað er ikki langt síðani, Pál Joensen var í Beijing og svam og hóast tað var ein kinesari, sum vann, var Tað Pál, sum prýddi forsíðuna á einum tí størsta blaðnum í Kina, veit John Hendrik Holm, sum er ein av stigtakarunum, at siga frá Jón Bjarnasyni, venjara hjá Pál Joensen og svimjifelagnum í Suðuroy.
Annars eru fleiri yngri svimjarar í Suðuroy sum eru ímillum evnaríkastu svimjarar í heiminum.
- Vit hava altjóða svimjarar í Suðuroy og vit hava ein venjara, sum hevur vunnið sær altjóða viðurkenning. Og so hava vit eitt felags svimjifelag, sum hevur svimharar úr allari oynni og sum allir suðuroyingar taka undir við.
Fleiri úrmælingar
Hóast Pál Joensen er væl kendur, er tað kanska ikki so væl kent í almenninginum, at hann hevur ein 15 ára gamlan lítlabeiggja, Eyðbjørn Joensen, sum hevur heimsins bestu tíð av øllum á 200 metrum, 400 metrum og 800 metrum.
Í Hvalba er ein 14 ára gomul genta, Tanja Skaalum, sum eru skjótasti bringusvimjari í Norðurlondum í sínum aldursbólki og sum altjóða svimjiblaði, Swimming World Magazine, hevur mett at vera at evnaríkasti svimjari, tey vita um.
Guðrun Mortensen á Tvøroyri er norðurlendskur meistari og er ein tann skjótasti svimjari í Evropa í sínum aldursbólki.
Hetta sama Swimming World Magazine metir hana at vera fult á hædd við evnaríkastu ungu svimjararnar í USA – sum altso er sterkasta svimjitjóð í heimi.
- Og so er ikki at gloyma Elin Kristinu Thomsen í Hvalba. Hóast hon bara er 13 ára gomul, er hon longu víðakend og kann sammetast við svimjarar, sum eru fimm ár eldri.
John Hendrik Holm sigur, at venjarin í Susvim, Jón Bjarnason, hevur sagt honum, at hon er nógv besti svimjari, hann nakrantíð hevur vitað um.
- Tá ið tey leypa av vippuni og svimja undir vatni, vindur hon eisini burtur úr sjálvum Pál Joensen, sigur John Hendrik Holm.
Vekir altjóða ans
Tað eru eisini aðrir framúr góðir svimjarar í Suðuroy og tað hevur vakt ans, at eitt so lítið felag, við so vánaligum umstøðum, kann ala fram so góðar svimjarar.
- Hetta hevur vakt ans aðrastaðni í Føroyum, tí tað eru fleiri umbønir frá svimjarum norðanfjørðs, sum hava hug at flyta suður fyri at vera við í elitu-svimjiumhvørvinum her suðuri, og onkur eru longu flutt.
- Í hesum sambandi skal hevur tað týdning at vísa á, at Skúladepilin í Suðuroy hevur snikkað eina serliga elitu-linju saman, har tað ber til at taka studentsprógv upp á fýra ár ístaðin fyri tey vanligu trý árini fyri at geva svimjarum, og øðrum ítróttarfólki á hægsta stigi, møguleikan at fáa eina útbúgving, uttan at órógva venjingar og kappingar.
Men hava úrslitini hjá Susvim norðuri á landi í Føroyum, hava tey ikki vakt minni ans uttanlands.
- Svimjifelagið í Suðuroy hevur longu heilt ítøkiligar umsóknir frá útlendskum elitu-svimjarum um at sleppa til Suðuroyar á venjingarlegur í samband við fyrireikingar til OL í London í summar og fyri jól var ein russiskur OL-svimjari á venjingarlegu í Vági.
- Hetta hendir hóast vit ikki hava 50 metra svimjihyl, men tað er tí, at tað er eitt heilt serligt umhvørvi í felagnum.
- Svimjarar leggja eisini dent á, at kringumstøðurnar í Suðuroy eru av teimu bestu, tí her er onki, sum órógvar og tí er onki annað enn venjing at hugsa um.
Men, hvat kann tað so ikki verða til við einum 50 metra hyli, spyr John Hendrik Holm.
- Altjóða úrslitini hjá Pál Joensen og teir nógvu, ungu svimjararnir, gera, at tørvurin og áhugin fyri einum 50 metra svimjihyli er størri enn nakrantíð, leggur John Hendrik Holm afturat.
Og hann heldur, at vit eiga at síggja og taka teir møguleikar, ið liggja í hesum.
Byrjar í summar
Ætlanin at gera svimjihøll við 50 metra langhyli og vælverudepli í Vági, hevur ikki gingið heilt so væl, sum ætlað.
Men nú miðja fyrireikararnir eftir at arbeiðið skal byrja í summar.
Tað greiddi John Hendrik Holm frá á kunnandi fundi í Fámjin mikukvøldið um ætlanina.
Hann sigur, at talan er um eina verkætlan, sum kostar 13,4 milliónir og av teimum hava fyrireikararnir útvegað góðar níggju milliónir við stuðuli frá Løgtinginum, kommununum í Suðuroy, virkjum, fyritøkum og privatfólki.
Kostnaðurin fer at halda, tí tilboð eru longu komin inn upp á tað allarmesta og bíðað verður bara eftir, at tað eydnast at útvega fíggingina, sum restar í, so verður spakin settur í.
John Hendrik Holm ivast ikki í, at tað eisini fer at eydnast at útvega írestandi peningin.
- Vit hava samband við onkrar stórar fyritøkur, sum hava boðað okkum frá, at tær eru sinnaðar at stuðla, sigur hann.
Men hvussu stórur tann stuðulin verður, er enn óvist og tí staðfesta fyrireikararnir, at allur stuðul er meiri enn kærkomin.
Teir dúva eisini upp á, at fólk vilja stuðla við tí serliga tilboðnum tey hava gjørt um at tak Pál-Lán í Suðuroyar Sparikassa.
Tilsamans kostar høllin eina góða millión í rakstri um árið, harav meginparturin er lønir til starvsfólk.
John Hendrik Holm staðfestir eisini, at 13,4 milliónir er avbera bíligt fyri eina so stóra verkætlan, eins og raksturin er sera bíligur.
Orsøkin til tað letur seg gera, er mátin, bygt verður upp á.
- Allur hitin er ókeypis, tí avtala er við SEV um at fáa hitan frá Elverkinum beint undir liðini á høllini, fyri einki.
Samstundis viðgongur hann, at talan er ikki um eina arkitektoniska perlu, tí fyri at verkætlanin skal verða bílig, er talan rætt og slætt um at byggja eina ferhyrnta høll við einum síðubygningi.
Men eitt, sum ger stóran mun er mátin, svimjihylar verða gjørdir upp á nú á døgum.
- Svimjihylar verða ikki grivnir niður longur. Eins og vanlig er nú á døgum, verður svimjihylurin í Vági latin sum eitt byggisett úr stáli, ið verður sett oman á eina grund.
Hylurin, ætlanin er at gera í Vági, er norskur og byggisettið passar í eina 40 fót bingju.
Og hann er so lættur at seta upp, at norski leverandørurin sigur, at ein handverkari kemur heim við byggisettinum og saman við tveimum ella trimum handverkarum klára teir at seta hylin upp upp á tríggjar vikur.
Hann sigur, at seinast, Pál Joensen var í eini kapping í Globen í Svøríki, var tað í einum hyli, sum hesum og hann varð settur upp upp á eina viku.
Tá ið kappingin var liðug, varð hylurin tikin niður aftur.
Vælverudepil
John Hendrik Holm staðfestir, at talan verður ikki bara um ein hyl til úrmælingar.
- Talan skal eisini vera um eina høll og ein vælverudepil til almenningin við barnahyli, heitum pottum, gosbaði, guvubaði og sauna.
Samstarv er eisini við fysioterapeutar um at at menna vælverutilboð í høllini, bæði til ung og eldri, giktsjúklingar og onnur, sum hava gagn, ella bara fragd, av viðgerð í heitum vatni.
Í sjálvum 50 metra langhylinum verða seks geilir, so hylurin verður altjóða góðkendur til kappingar og rundan um hann verða 400-500 sitipláss.
Nýggja Svimjihølin í Vági verður ein sjálvognarstovnur, sum ongi privafólk fáa nakran vinning burtur úr.
Tá ið hon er liðug, skjóta fyrireikararnir upp, at tað verða Mentamálaráðið, Kommunurnar í Suðuroy, Svimjisamband Føroya og Susvim, sum velja umboð í nevndina.
Yvir 100 Pál – Lán
Fyri at geva almenninginum høvi at stuðla ætlanini at byggja langhyl í Vági, hava fyrireikararnir skipa so fyri, at tað ber til at taka eitt serligt rentufrítt Pál-Lán í Suðuroyar Sparikassa.
Hesum møguleikanum hava eini 120 fólk tikið av higartil og sostatt er yvir ein millión útvegað til ætlanina hendanvegin.
Lánið er upp á 9.600 krónur, sum verður afturgoldið við 200 krónum um mánaðin í fýra ár.
Men talan er ikki bara um stuðul, tí tann, sum tekur lán, fær eisini okkurt afturfyri.
Alt húski hjá einum, sum hevur Pál-Lán, fær ókeypis árskort til Svimjihøllina og vælverudepilina í heili fýra ár.
Er talan um húski, sum ger nógv burtur úr, er tað sostatt ein spurningur, um talan ikki verður um ein vinning, tá ið samanum kemur.
Ferðast Suðuroynna runt
Hesar næstu dagarnir fara stigtakararnir til at gera svimjihøll við langhyli og vælverudepli í Vági, at ferðast runt alla Suðuroynna at greiða frá ætlanini.
Fundirnir eru almennir og fyrireikararnir vóna, at so nógv sum gjørlig brúka hetta høvi til at kunna seg um ætlanina og at spyrja um so er, at nøkur ivamál eru.
Rundferðin byrjaði í Fámjin mikukvøldið og í gjárkvøldið vóru tey í Sumba.
Í kvøld, fríggjakvøldið, klokkan 17.30, verður upplýsandi fundur í skúlanum í Hovi. Í morgin, leygardagin, klokkan 14, verður fundur í Húsinum við Á í Porkeri og klokkan 17 í morgin verður eisini fundur í Roynhøllini í Hvalba.
Mánakvøldið klokkan 19.30 verður fundur á Seglloftinum á Tvøroyri og fundarrøðin endar í Vági, har fundur verður í VB Húsinum týsdagin klokkan 19.30
Á hesum kunnandi fundunum fer Niklas Heri Jákupsson at leggja fyri við einum stuttum fyrilestri um vinnarar og taparar og síðani fer John Henrik Holm at hava
framløgu á stórskíggja um verkætlanina, tey kalla: Langhylur í Suðuroy – fyrsti 50 metra svimjihylur í Føroyum.
Tey, sum vilja hava meiri at vita um ætlanina, kunnu eisini fara á á heimasíðuna www.svimjihollin.com