Dánjal Pauli er góður frásøgumaður, og vit fingu eitt prát við hann um, hvussu ætlanin um at byggja Húsið kom í lag, hvussu undirtøkan var fyri hesum, og hvussu hesi 15 árini hava hilnast.
Dánjal Pauli fortelur, at Erlendur Patursson, sum var umboðsmaður í Norðurlandaráðnum fyri Løgtingið, legði uppskot fram í 1971 í ráðnum um at byggja eitt sjónleikarhús í Føroyum, og síðani bleiv ein norðurlendsk nevnd sett at viðgera hetta uppskotið. Hetta vrakaði hon tó og segði tað ikki vera uppgávuna hjá henni, at byggja eitt norðurlendskt leikhús í Føroyum.
Men so var tað ein svenskur ríkisdagslimur og føroyavinur. Hann vildi ikki sleppa hesum tankanum, men skeyt ístaðin upp at byggja eitt mentunarhús, eitt meira breitt hús, ið eisini skuldi rúma øðrum enn sjónleiki. Uppskotið varð altso ikki heilt slept, og ein nevnd helt fram við arbeiðinum.
So skuldi spyrjast í Føroyum. Einir tíggju føroyskir mentunarstovnar fingu skriv um ætlanina, og hesir fingu høvi at siga, hvat teir hildu um hana. Men sum so ofta hjá føroyingum var reaktiónin nærmast negativ hjá teimum allarflestu, onkur helt kanska, at vit fóru at blíva etin upp av øðrum. Hetta varð altso latið úr hondum, áðrenn eg kom í Landsstýrið í 1975, heldur Dánjal Pauli fram.
Men bert einar fýra dagar aftan á kom stjórin fyri kultursekretariatið í Keypmannahavn til Føroya, ein finni, sum eisini var stjóri fyri kulturudvalget hjá Norðurlandaráðnum, sum somuleiðis virkar í Keypmannahavn.
Reaktiónin higani úr Føroyum var kortini ikki totalt avvísandi - summi vóru hálvpositiv - men sum heild var móttøkan sera lunkað. Ikki minst frá sjónleikarum.
Eisini á tí politiska leikpallinum, hoyrdust illvilji og ofta ironisk argument - onkur skeyt upp at byggja Húsið í Fugloy - tí fleiri mettu eitt norðurlendskt mentunarhús í Føroyum vera púra óneyðugt.
Oyðimørk
Men onkustaðni var vælvild, og so skjótt tað frættist, at mentunarhús skuldi byggjast í Føroyum, hevði Tórshavnar kommuna samtykt, at hon vildi lata eitt byggibúgvið grundstykki. Staðið var har, húsið liggur í dag. Hetta var tá úti í eini oyðimørk. Ringvegurin var projekteraður, men tá var hetta úti í haganum við ongum bygningum nærindis.
Dánjal Pauli greiðir víðari frá, at tað var keðiligt veður hendan dagin - vátaslettingur - hann fór niðan hagar við hesum finnanum. Tað var ikki so hugaligt við vátakava uppi í haganum, men so høvdu vit fundir við hann, og vóru samdir um í Landsstýrinum at mæla til at byggja eitt hús.
So varð tosað um fígging. Húsið í Íslandi er bygt fyri 99% av norðurlendskum miðlum, meðan íslendingar bert hava goldið 1%. Til hetta segði hann, at hetta kundi tað ikki vera talan um, tí teir roknaðu við, at norðurlendskt virksemi í einum slíkum húsi í Føroyum vildi vera í mesta lagi hundrað dagar um árið, tvs. at næstan tríggir fjórðingar vildu verða føroyskur aktivitetur, og tí máttu føroyingar luttaka á ein heilt annan máta, enn íslendingar gjørdu.
Vit søgdu so í Landstýrinum, at kommunan hevði latið grundstykki, og Landstýrið vildi gera fundamenteringina av húsunum. Føroyingar skuldu so eisini gjalda átta prosent av rakstrarútreiðslunum. Hesum uppskotinum fór hann avstað aftur við.
Vann frama
Í januar 1976 var norðurlendskur ráðharrafundur í Kungälv í Svøríki. Har møttu so Demmus Hentze og eg sum tann føroyski parturin í ráðharraráðnum.
Niels Matthiasen var danskur mentamálaráðharri tá, og vit báðir sótu undir liðini á hvørjum øðrum á tí fundinum, minnist fyrrverandi landsstýrismaðurin á Velbastað. Hetta málið var so á skránni, og eg royndi at viðmæla sum frægast og argumentera fyri, at vit skuldu byggja húsið, sigur Dánjal Pauli.
Niels Matthiasen tók beinanvegin undir við hesum, sum var tað ein sjálvfylgja. Eingin íslendskur ráðharri var hjástaddur, bara ein departementchefur, og hann tók eisini undir. Norðmaðurin harafturímóti helt, at hetta uppskotið skuldi »slaktast«. Sviin, ein dámligur maður, var positivur, meðan ein finsk, sum var formaður, visti hvørki út ella inn um nakað nakrantíð, so norðmaðurin stóð eftir í minniluta, og illa bar til hjá honum at mótmæla, tá Niels var so entusiastiskur, og hinir vóru linliga positivir, sum Dánjal Pauli málber seg.
Fylgjan var so tann, at tað var viðtikið á fundinum principielt, at vit skuldu fara undir at byggja húsið.
So varð arbeitt víðari við projektinum, og ein stýrisbólkur skuldi setast, har eg bleiv valdur at umboða Føroyar.
Hesin legði so ein fíggjarkarm, og ein arkitektakapping bleiv útskrivað. Millum limirnar var onkur næmingur hjá tí víðagitna finska arkitektinum, Aalto, og aðrir topparkitektar, umframt okkum »sivilu«.
Eini 140 uppskot komu inn. Tey vóru ógvuliga ymisk, og føroyingar sendu eisini inn. Men vit í nevndarbólkinum løgdu høvuðsdentin á, at onkrar høvuðslinjur máttu vera í. Sjónleikarlinjan var jú slept av Ráðharraráðnum, so semja var í hesi vælsignaðu nevnd um, at ein konsertsalur skuldi vera tað sentrala rúmið í húsinum, umframt at hann eisini skuldi kunna brúkast til onnur endamál, sigur Dánjal Pauli.
Sum kunnugt bleiv tað uppskotið hjá tí norska arkitektinum, Ola Steen, ið varð valt.
Gott fólk
Spakin bleiv so settur í jørðina, og góð tvey ár eftir, tann 8. mai 1983, varð húsið vígt. Tá virksemið so byrjaði, bleiv hetta stýrið víðkað, og m.a. kom tann sami norðmaðurin, ið hevði verið so negativur, í stýrið, og nú bleiv hann so øgiliga entusiastiskur. Eisini íslendingar fingu eitt umboð afturat í stýrið. Teir høvdu annars valt fyrrverandi forsetan og viðurkenda vísindamannin, Kristján Eldjárn, til stýrislim, og eg plagi mangan at siga, at eg trúgvi ikki, at eitt einasta norðurlendskt ráð av nøkrum slag hevði persónar á so høgum støði, sum Norðurlandahúsið hevði. Á tann hátt var Húsið óvanliga væl fyri, heldur Dánjal Pauli Danielsen fyri.
So kann ein spyrja, hvussu Húsið og úrslit tess hava hilnast? Har má hvør einstakur svara fyri seg, men eg kann siga, at Húsið avgjørt hevur livað upp til mínar væntanir. Eingin ivi um tað, sigur Dánjal Pauli. Ein kann altíð kjakast um, hvat ein átti at gjørt, men tosa vit um týdningin fyri føroyskt mentunarlív, hevur Húsið eftir mínari meting havt grundleggjandi týdning, ótrúligan týdning.
Tí fyri tað fyrsta hava vit tvey elementer ting, nevniliga ein stóran sal, sum man legði upp til skuldi verið ein modernaður musikksalur. Tað hevði jú tvær fylgjur við sær: Onnur var tann, at nú vóru fyritreytir fyri at bjóða einum og hvørjum uttanífrá hølir, sum vóru ideel. Menn, sum hava skil fyri akustikki og tílíkum, hava sagt, at hesin er ein tann besti salur, sum finst í norðurlondum at rúma tónleiki.
Dánjal Pauli nevnir síðani føroysku tónleikararnar, bæði teir útinnanandi og skapandi, sum hava havt høvi til bæði at verið har og eisini fingið fíggjarligar karmar at virka í - ikki bara í Húsinum, men eisini í øðrum norðurlondum. Tí ein partur av virkseminum hjá Norðurlandahúsinum var jú, at man skuldi presentera Føroyar uttanlanda.
Um málningalistina sigur Dánjal Pauli, at Listaskálin var soleiðis fyri, at hann var so lítil, at í nógv ár var tann árliga Ólavsøkuframsýningin í Norðurlandahúsinum, har heilt onnur viðurskifti vóru, enn føroysk listafólk vóru von við frammanundan. Har var rúmsátt. Harafturat fingu føroyskir málarar serframsýningar í Norðurlandahúsinum, og Húsið hevur eisini skipað fyri nógvum framsýningum uttanlanda, sum Húsið hevur fíggjað.
Tað er ilt at meta nágreiniliga um hvønn týdning Húsið hevur havt at týða fyri bókmentirnar, men fyri tónleik og málningalist hevur tað havt ómetaligan týdning heldur Dánjal Pauli. Ikki minst fyri útinnandi listafólk.
Hóast Húsið ikki bert er bygt til sjónleik, so er tað betri bygningur til hesa listagrein enn nakar annar føroyskur bygningur. Vit hava jú fingið stórar leikir uttanífrá, stórar uppsetingarnar hava verið í Norðurlandahúsinum, og her minnist Dánjal Pauli úr rúgvuni m.a. aftur á »Skeyk« í fjør, »Antigone« og »Eitt dukkuheim« eftir Ibsen í 1984, ið bæði varð spældur á føroyskum og íslendskum. Føroyingar fáa stutt sagt roynt seg upp á ein heilt annan máta og fáa eisini sceniskar møguleikar, sum ikki áður hava verið til staðar.
Harafturat hevur Húsið verið karmur um altjóða ráðstevnuvirksemi av ymsum slag.
Dánjal Pauli sigur, at umstøðurnar í Norðurlandahúsinum kollveltu møguleikarnar hjá øllum mentunarlívi í Føroyum, og at vit als ikki hava mist okkum burtur í øllum hesum, sum onkur vildi vera við í fyrstuni. Tvørturímóti, heldur hann.
Sum dømi um hesar broyttu umstøður minnist Dánjal Pauli aftur á, at ofta vórðu føroyskar og útlendskar konsertir hildnar í skúlaaulum, og einaferð fyrst í sekstiárunum, tá danska Radiosymfoniorkestrið vitjaði her, varð spælt í turkihúsinum á Skála.
Sum heild heldur Dánjal Pauli, at tað hevur verið góður kontinuitetur í húsinum, og at enda kann hann ikki lata vera við at nevna Húsið sjálvt sum unikt arkitektoniskt verk. Hann heldur Húsið vera minst líka hugnaligt at koma inn í, tá einki fólk er í tí, og kallar hetta norðurlendska mentunarhúsið í Føroyum eitt listaverk í sær sjálvum.