Úr ørviti í óvit

Kári á Rógvi
------------

Vanlig fatan er, at val loysir onki. Well, val valdast. Verður væl valt, verður veruleikin vónríkari. Tí tann kakan, sitandi løgting hevur lovað, er nógv størri tann, vit kunnu býta.

Samgongan gamla (friður veri við henni) er nú fallin í óvit. Men nú hevur hon longu gingið í ørviti eina tíð, stakkalin. Hon samtykti veruleikafjarar fíggjarkarmar og bygnaðarbroytingar í fjør uttan at fremja teir. Hon hevur megnað at sett sær fyri undirsjóartunnil til Sandoyar og at tikið hann av aftur. Hevur skiftivís sett pengar av til tunnlar Norð um Fjall og samtykt at heimilað boringini, men ongantíð bæði í senn. Í herindum mølmar hon um kommunubygnað, tilfeingisgjøld og almannasparingar, men er síðani ímóti. Enn hevur hon puls, men veiggj er onki í henni.

Tí nú er, so segði hann, onki samband við fartelefonina. Hjarta slær, fleiri gøgn rigga. Men tá ið fíggjarkarmar fyri næstu fimm árini skuldu leggjast fram, var onki samband millum høvd og gøgn. Høvdið var í Fámjin; kroppurin sprellaði í Havn í herviligum fepurherindum.

Fleiri ganga í hesum døgum yvir at kontaktini, ivast í, hvørt aktiv deyðshjálp man vera vegurin. Serliga Magni Laksáfoss – hetta millumtingið millum grønan skóta og excel-ark – hevur fleiri ferðir vilja givið gomlu frið. Men her tykist, sum arvurin skal skiftast fyrst. Sambandsflokkurin er sum kroysan í søguni hjá H. C. Andersen – ikki før fyri at standa uppi, men veit ikki, hvønn veg, hon skal falla; tí verður hon standandi, skinklandi uttan støðutakan.

At gamla ikki longur kemur fram, sæst á øllum brøgdum. Vanliga vappa samgongur úr vánum fram beint undan apríl mánaði og leggja fram (við 17 undirskriftum) ymsi seinkaði politisk lógaruppskot – inntøkuuppskot, verklagslógir, umfordeilingar av mismunandi slagi – men hendan hevur ikki megnað eitt tað einasta. Ikki eitt! Vit síggja bara áhaldandi fepurherindi.

Navnframi Kári P. syngur um ‘mammur ið stríðast við sulfo í køkinum, meðan páparnir stríðast um arv úti á gøtuni.’ Tær tríggjar Rósa, Annika og Helena royna sum frægast at spara á almannaøki, samferðsluíløgum og mentan – loyalar og við sterkum lúti fara tær fram – men politisku páparnir sleppa í miðlarnar dagliga at greiða frá, at ‘tá javnaðurin kemur til, tá verður annað sosiala lagið’ ella ‘tá fólkaflokkurin kemur til, tá verða vælferðin og vinnan bjargað og tað aaalmenna má spara.’ Tingbólkaformaður sambandsfloksins er við í arvastríðnum, men hevur (sum fyrrverandi vestmannatingmaður segði) aftur stongt seg inni á politiska wc’num; byrgt seg inni í einum sjónarmiði, sum hann hvørki sleppur burturúr heiðurliga ella við úrslitum. Fyrr sungu tey ‘jú teir selja grín, jú teir selja grín’ um løgtingið; nú syngja tey ‘jú teir selja vín, jú teir selja vín.’

Heysta gøgn
Góða søgan er,at mong nýtilig gøgn eru tøk, tó at tey ikki samvirka sum ein vera. Har eru Poul Michelsen og Helgi Abrahamsen við bragdinum at finna tjóðskaparsemju. Har eru Katrin Dahl Jacobsen og Magni Laksáfoss við vilja til burðardygga fiskiveiði. Har eru tær strevandi landsstýriskvinnurnar. Hesi gøgn mugu sleppa at virka í vitskum likami. Heilt vist var best, um minnilutalandsstýri av fittligari stødd slapp at virka við ymsum meirilutum og breiðum semjum, tí greiðir meirilutar eru fyri bygnarðarbroytingum og reformum. Men møguliga má veljarin taka dagar ímillum, hvørji gøgn skulu transplaterast til nýtt fólkavalt likam, hvør skal býta blóð, sveitta og tár.

Í meðan liggja vit enn við Kaj, ið sum propagandaministarin í Iraq á sinni lovar samgongunnanar alfevnandi sigur hvørja løtu. Men gamla er fallin í óvit. Henni tørvar aktiva deyðshjálp.