Regin Eikhólm
--------------
Vígdis kann dansa, men hví skrivar Carl Jóhan Jensen sum hann ger?
Vígdis kann dansa við hjarta, kroppi og sál, men hví skrivar Carl Jóhan Jensen (CJJ) sum hann ger?
CJJ er í dag serliga kendur fyri bókina Ó - Søgur um djevulskap, (Sprotin 2005), og sín destruktiva máta at ummæla annans bøkur upp á. Ó- Søgur um djevulskap fekk tó positiva umrøðu, ikki minst frá høvundanum sjálvum, men tung at lesa siga flestu við ein munn. Er hetta veruliga aldarinnar bók á føroyskum, ella er tað sjálvrós við eftirfylgjandi “Kejserens nye klæder syndromi”, har ongin torir at siga Roma ímót? Okkurt illsinnisgleps hevur kortini verið í bløðunum, um tvørrandi móðurmálsfynd hjá høvundanum.
Tað var tí ikki uttan forvitni, at eg læs hesa 785 síðu longu bókini eftir CJJ. Tað sum longu hevur verið umrøtt um bókina, verður ikki tikið uppaftur her, men bert eitt lættisoppa ískoyti eftir sama leisti sum høvundurin sjálvur er kendur fyri at brúka.
Ein pastisja (orðini eigur CJJ)
Bygdin (Gásadalur) uppi í dalinum er lítil og óhøglig at koma til, illani kemst til við rossum (rossi) og bert sjóvegis tá tað stendur við klettin, men mjólkabáturin kemur tríggja ferðir um vikuna, her er onki, púrsørt, forvitni, illvild og havið ið jaggar við landið, ervamjørki, dalamjørki, lýkkumjørki, kavamjørki, fleyrið, gulið, strúkin og stormin, slavið, sirm, driv, regn, drivregn, samregn, grimdarrergn og stoytregn, húsini standa og bogra, fábroytt hús, misslitað, laparslig, undir svørtum homrum, ljótum svøðum, døkkum skorum, deldirnar, hvammarnir, teir gomlu laðaðu við ringum tannabiti, fullir av lús og minnimanskenslu, rot og maðkur, trágongdur og treystur, rindar av sær, fretstingirnir gera vart við seg, hann umber stingirnar, býr í húsinum upp í millum, hugsar við iskran, við myrkum hevnd-skilsbrýggi, til illa útkomu, slotar, luftin byrgist í tarminum, hugmóð, feigd og fákunna, hvin av sparkaðum hundi, ringt lag ger hann ringan av luft, tí vanin er fanin, eitt andatak, brekkurnar, svaðini, og skorarnar, eitt fiðrildi í hondini, søgufróða merin, vinkirnir, svínabøli av eini bygd, samangift undirbrotliheit, óreinskapur, summpart lumpið, nelgdur á ein kross av innkroystari tarmluft, tungur og óbekvemmur, setti annan av stólunum um koll, dastið av eftirmiddegnum, hevði ein lukt eins og av úldum fiski, undirbuksurnar í rulki á gólvinum, skortin á sær hevði hon sett í eina skriðu og átti um nýggju tíðina, barnið var skreiðgjørt, hon ól eina dóttir, hon stytti kjólan upp á lørini, gleivaði tvørturum knøini á amtmanninum og hevði migið í fangið á honum, kona hansara var ein skarnskjaftur, hon hevði evni, sum hon hevði kjaft, kom eisini í takføri við aðrar fremmandar, hugar teir barnsliga kjøtleysu reyvabøllarnar á henni, ger hann ríkan av trølskum alvi, hann var ein merlingur av vøkstri, eitt illfygli, hon setist upp undir seg, handa tíkin, gevur ein sterkan súrligan tev frá sær, av kuntubloyttum lukti reisir hon seg, annað bróstið hongur bert, børkur otar seg upp eftir lørunum, við luktinum av ropinum, hon sigur, at hon elskar Jesus, høvundurin skýtur ferð eftir ferð undir, lat pumpuskógvin ganga í jomfrú Louisu síni gessaður av silkiskróvi og tevatni, fær Jesus í hjarta sítt og sáðkyknur hjá tí norska ferðasølumanninum, hon er ein hora, ein helvitis hora, fær hennara hjarta at sláa óstútt og gáloysið, brennivínið var ofta leingi at renna av, eitt andarhald, kroysti seg og fretlaði nakrar ferðir, gjørdi eitt ørlítið misnøgdarkast við høvdinum, gav eitt hart glett frá sær, við borðini dat tøgn á tvey andatøk, nøkur lifrborin froys, eitt andarhald, svøldi og stoytti luft upp, náttin dillaði og tók at svignað, hon var tilfriðs, eitt andatak, men grýtti skjótt (blómu)leggin frá sær, sum ein tík risti hon kroppin, feit og óskotlig, tunnhærd, úttent og androm, men ikki hevði hon brátt um, sum dumba, ið fýkur um treskivøll, samvist við onnur, fonið í luftini, tey spøkja viðhvørt, luftin giddar av illskilligum mutli, í meðan gekk postberin braskin og mælskur, ein rakslánur ið hekk saman av skitti, ein ungur og vandlátur dani, við lagaligheit og tilstuðlan, temprað seg hevði hon og tamt, ørska álaði seg upp, bullaði so nærlík greði, hasin pillleysi murgurin, næstan óansaðari irskran, í eina mókaliga kenslu av hugskuloysi, tevur av freti, fínligum eftirreki, við jakslinum í kjaftinum, knykilin í reyvarholdi eyðmjúkleikans, undir morgun, fór at tosa hvatliga, drongurin var sum steinurin, svaraði lánkasliga, lampuljós stoyttist, steintigandi, honum vontraðis, og hvini av sigdum, hesin gorlakkurin, lúsaskarvur, svínfult smíl, hvørjum bólaði kona sín við, hvítur sum fívil í leikhúsi, andarúmið var spent, jomfrúin við pretum, við ongum tonnum í yvirmunninum, verturin frataði opinskárað og læði, báturin fór at halla, duffaði, og tók sjógv inn, andarhald, skrímdi skapi á henni, teir fullu og balstýrnu skipsmennirnir verða so við og við tíndir umborð aftur, sín yvirlíka í vitsevnum og fanansskapi, skilti , men fýsti hetta lítið, vildi bara elska Jesus, eins og áartunga av ísi skar hann upp ígjøgnum hana, skólpurin slonkin millum lørini, skoyn tær genta, hamarshøggini (-sløgini) glumdu yvir dalin, hon legði ikki í Jesus longur, orðini slysaðu, tarin daldaði og var undan eitt andarhald, hon vildi kenna hann uppi í sær, kyldin vaks, húskallakristni, kona tín ein hora, hann inn í hana, brádliga var alt av, ein smánipin løta gekk, buksureimin hevði dvølt hann, honum fýsti hetta enn lítið, ikki var hann fyrr endaður, so fór hann undir eitt nýtt lag, teir gantaðust, stinkurin orrar um hana, stóð spilnakin í bønum í oysregni og kolmyrkri, girndin er ein so ókristiligur eldur, og holdið hoyggj, ikki stál, helviti bíðar graðfylum, tú ert ein droymari, og tú ert ein hora.
Homofobi
Henda eftirgerðin (ella pastisjan) er í stóran mun essensurin av nýggjastu bókini eftir Carl Jóhan Jensen, skaldsøguni: Ó- Søgur um djevulskap.
Hetta eru ikki beinleiðis søgur um djevulskap, men meiri um lítilsvirðing og andstygd fyri menniskjum ella homofobi. Eitt meiri beinrakið heiti á bókini kundi tí verið: “Homofobi í skaldsligari útlegging”.
Annars er CJJ ein vitandi rithøvundur, ið hevur høgt flog við nógvum associatiónum og orðum og ferðast víða. Rithøvundurin dámar væl at substituerað vanlig føroysk brúksorð við eldri og lítið brúkt ókend orð, eins og okkurt extrakt úr kvæðamáli eisini er at finna. Hetta kann møguliga geva bókini ein farra av fornum samleika, men ger samstundis málið í bókini stívt og tungt - næstan konstruerað. Mann kann altíð kalla eina kúgv fyri ein hest, men tað er ópraktiskt! Høvundurin er vulgerur og bondskur í sínum orðalagi, í støðum yvir í tað sarkastiska. Hetta kann geva onkrum ta fatan, at høvundurin beinleiðis dámar at skriva niðrandi um fólk?
Imaginerur kontra veruligur
Kjøtbúðin í Dalinum, er ein tilhugsaður handil (finst ikki í slíkari bygd). Mjólkabáturin siglir til sovandi brimpláss 3 ferðir um vikuna (til hvat?). Tað er bert lendandi tá tað stendur við klettin! Sjálvandi kann høvundurin frítt gera Dal og tíð so imaginera ella tilhugsaða, sum honum lystir, men høvundurin avdúkar við hesi skriving ein vantandi fysiskan og sosialan kunnleika til føroyskt bygdarlív og tess stoltleika og lívsfrælsið. Hann átti tí heldur at valt sær okkurt meiri abstrakt sum miðdepul ella platform, okkurt ið var meiri í samsvar við hansara imagineru tilvitsku. Harvið hevði hann sloppið undan at snáva um veruleikan, og at happa dalsfólkið ið jú frammanundan hevur bæði lús og minnimanskenslu at stríðast við.
Eitt afturvendandi plagierað tema í bókini er dualisman hjá brøðrasamkomuni, har Várharra og Girndin taka hornatøk, lýst við primitivari erotoman atferð, eins og íscenusetan av teimum stóru komponistunum, eitt nú Teleman (Rondeau úr svitu í E minor) v.fl. eisini er nakað vit kenna frá øðrum.
Bókin er ikki óspennandi, men hví skrivar og ummælir Carl Jóhan Jensen sum hann ger – kanska av berum tramansskapi?
11.01.2007