Tónleikur
Birgir Kruse
»Hetta er maður úr øðrvísi heimi« tekur Gunnar Hoydal til, tá hann lýsir røddina hjá Rúna Brattaberg. »Henda røddin, full av náttúru, sum eingin skúling í heimsins meginlondum fær kámað burtur« sigur hann í teksti á fløguni »Brotið«, sum Tutl gav út í heyst.
Í ummæli sigur Oddvør Johansen um somu fløgu, at Rúni er »sum ein óslípaður diamantur, ráur og fullur av møguleikum«. Orðini, sum Oddvør nýtir, sipa samstundis til ummælið hjá Mats Liljeroos í finlandssvenska »Huvudstadsbladet«. So tað eru ikki bara vit í Føroyum, sum hava fingið eygu og oyru upp fyri »syngjandi bóndasoninum úr Famará«, sum Oddvør tekur til.
Nú grør um gangadi fót og Rúni er ávegis til Týsklands. Eftir at hava verið til sonevndar »auditions« ymsa staðni í Evropa hetta seinasta árið, varnaðist Rúni tríggjar lýsingar, har operahús í Týsklandi sóktu eftir bass-solisti. Hann sókti og fekk øll trý størvini. Besta boðið helt hann verða frá Staatsteater Mainz við Frankfurt. Har verður so starvsstaður Rúna frá august og tvey ár fram.
Í meylsamrøðu við Sosialin sigur Rúni, at klassiski heimurin er einki annarleiðis enn popp- og rokkheimurin, tá umræður at koma fram og fáa frægastu tilboðini. »Hetta er nóg gott strev« sigur hann, »Akkurát sum í trashverðini; alt ov nógvir sangarar til tey fáu og oftani illa løntu størvini, sum leys eru. Men ein má og skal hava vónina um »the big time«. Og tá er tað týdningarmesta, at tey røttu fólkini, sum hava ávirkan, hoyra teg!«
Rúni hevur fyrst verið til sonevndar »auditions« hjá eini fimtan sjónleikara-agentum, so møguleiki kundi verða at koma inn á okkurt operahús at syngja. Hetta hevur nú eydnast og ein agentur í Frankfurt tekur sær av arbeiðnum fyri Rúna. Hann tekur móti tilboðum frá operahúsum og metir um tey og hvør av mongu sangarunum, hann umboðar, skal hava tey.
Rúni hevur leingi dvølst í Finnlandi. Spurdur um, hví Finnland bleiv so áhugavert at royna seg í, sigur hann, at tað er ógvuliga einfalt. »Eg arbeiddi frá 1995-97 í Danmarks Radios Konsertkor í Keypmannahavn. Ein dagin var eg saman við pianistium Per Salo. Hann er finni og lat meg hoyra eina fløgu við gubba sínum, Jorma Hynninen. Hesin Hynninen var í 80?unum og 90?unum millum heimsins bestu barytonsangarar. Tá gjørdi eg upp við meg sjálvan, at honum vildi eg syngja hjá. Skrivaði honum bræv og spurdi um møguleiki var at fáa nakrar sangtímar. Jú, tað var gamaní. Eg var so í Savonlinna í juni 1996 og arbeiddi við Jorma Hynninen í tíggju dagar hetta summarið. Vit avráddu, at eg skuldi søkja um upptøku á Sibeliusakademinum í Helsingfors várið eftir. Eg slapp inn og var har til 1999, tá eg fór til Internationales Opernstudio í Zurich í Sveits.«
»Men Finnland er landið, sum hevur størstan týdning fyri meg«, sigur Rúni Brattaberg. »Fyrsti klassiski bass-sangari eg hoyrdi var finski Martti Talvela. Hesin fantastiski sangari doyði tíanverri í 1989, so tað var á fløgu, hann vissaði meg um, at Finnland var landið eg skuldi fara til.«
Næsti lærari hjá Rúna var enn ein finni, Kim Borg. »Vit høvdu eitt sera ríkt samarbeiði frá 1996 til í fjør tá hann doyði«, sigur Rúni. Fløguútgávan við heitinum?Brotið?er ognað minninum um Kim Borg.
Triði lærarin hjá Rúna er eisini finni, Tom Krause á navni. Teir hava longu samstarvað í nøkur ár og um hetta samstarv sigur Rúni, at tað er sera spennandi. Men hjá føroyska ferðamanninum, er Finnland ikki minni spennandi, sigur Rúni. »Her eru øgiligar víddir, rólig fólk, sauna og nógv koskenkorva«, leggur Rúni skemtandi afturat.
? Tann veruleiki, at tú byrjaði so seint at syngja, hevur tað á nakran hátt komið tær til góða, ella øvugt?
»Fyri meg hevur tað bara verið gott, at vera seinur á veg«, sigur Rúni. »Teir leiklutir, sum eg syngi, eru ofta prestar, kongar, devlar og annað ónt, sum krevur at ein helst ikki er verri fyri, at vera í eldra lagi.«
? Hvat var tað, sum fekk teg at sleppa myndatólinum og syngja í staðin?
»Tað var ikki fyrr enn eg var undir útbúgving á fotografskúla í Keypmannahavn, at eg komdi mær at fara í eitt áhugakór. Men har skuldi eg til upptøkuroynd og so skal ein syngja solo og tað hevði eg ikki roynt. So eg mátti fáa ein sanglærara og so gekk tað eisini skjótt.«
? Tú ert við á skránni, tá vit fyrstu ferð uppliva eina Listafólkastevnu í august ár. Hvat bjóðar tú føroysku áhoyrarunum?
»Eg fari saman við Ólavi Kjartan, baryton-sangara, at framføra »Gluntarna« hjá Gustavi Wennerberg hin 8. august í Norðurlandahúsinum. Ólavur Kjartan sang leiklutin sum Makedonarin í juni í fjør, tá »Jesus og Makedonarin« hjá Paula í Sandagerði og Sigmundi Poulsen varð framførdur. Eg gleði meg nógv til hetta kvøldið. »Gluntarna« eru vælumtóktir millum føroyingar, so vit fáa helst eitt fínt kvøld!«
? Í heyst gav Tutl út fløguna »Brotið«, har tú syngur. Hvussu hevur fløgan verið móttikin?
»Fløgan hevur fingið góða móttøku í Føroyum og eisini í øðrum londum. Eg havi brúk fyri einum visittkorti og eg haldi, at hon gongur ann. Tað er ein stór verkætlan, at spæla tílíkt inn á band, ella festa tað á digitalan teknikk. So eg haldi meg hava lært nógv av hesum eisini.«
? Er nakað nýtt ávegis?
»Ja, eg arbeiði saman við Jóhannes Andreassen, pianisti við eini nýggjari og ógvuliga spennandi verkætlan. Vit ætla at spæla eina fløgu inn á heysti 2002 við løgum hjá Regini Dahl við arrangementum hjá Sunleifi Rasmussen. Løgini hjá Regini ? ikki minst við røttu arrangementunum ? eru veruliga á einum slíkum støði, at tey kunnu framførast við síðuna av Sibelius og Schubert í konsertsalum úti í heimi!«
Rúni, sum vit hittu um meylin í Sveits, hevur samband við føroyingar, sum eisni búgva har í landinum. Annars er tað bara telefonin og meylurin, ið er sambandið, sigur Rúni.
»Men ongastaðni trívist eg betur enn í Føroyum um summarið«, sigur hann. »At ganga í fjøllunum, at síggja og kenna náttúruna og fara á flot. Tað dámar mær væl. Men at verða fastbúgvandi í Føroyum«, sigur Rúni, »tað vænti eg ikki fer at bera til. Ikki tey komandi árini, um alt gongur so nøkurlunda.«