Tað er rættuliga illfýsið hetta kvøldið, tá ið Yngd fer á vitjan hjá einum ungum brasilianskum studentaskúlanæmingi í einum hugnaligum sethúsum úti á Suðurstíggi á Argjum. Regnið oysir niður, og hetta er eitt slíkt kvøld, har ein best kundi tonkt sær at ligið undir einum fjálgum teppi framman fyri sjónvarpsskugganum og hugt eftir einum góðum filmi.
Innkomin í fjálgu gongina hjá familjuni Augustinussen kemur dótturin í húsinum, 19 ára gamla Thora mær ímóti, samstundis sum hon ger eitt geyl upp á loftið ?MAURICIOOOO?. Løtu seinni kemur ein lágvaksin drongur tvísporandi oman loftstrappurnar, og vit trý fara so innar í hugnaligu stovuna hjá Thoru, har vit sessast og fáa okkum eitt prát um at ganga eitt ár í skúla í fremmandum landi, tað at fara úr Brasiliu út á Argir, AFS og so tað at verða vertsfamilja hjá einum AFS-næmingi.
Pápin segði nei
Tað heila byrjaði við,at Mauricio umvegis nakrar vinmenn fekk at vita um AFS, og tann møguleika sum ung kring allan heim hava fyri at fara í eitt annað land at ganga í skúla í eitt ár, meðan tey búgva hjá einari lokalari familju.
Hetta helt Mauricio ljóðaði sera áhugavert, men tá ið hann nevndi hetta fyri foreldrunum, vildi pápin als ikki hoyra talan um hetta. Tíbetur fyri Mauricio hendi so tað, at mamman fór eini ørindir til Europa stutt eftir, og tá ið hon kom heim aftur, segði hon við Mauricio, at hann noyddist at fara avstað og uppliva Europa!
Sjálvur hevði Mauricio ikki nakað land, sum hann ynskti framm um onnur at sleppa til, men onkur, ið hann kendi, nevndi Danmark fyri honum, og so setti Mauricio bara Danmark ovast á ynskislistanum.
Bæði Føroyar og Grønland hoyra undir Danmark, tá ið útlendingar søkja um at sleppa til Danmarkar við AFS, og hetta kann verða eitt sindur óheppið, sigur Thora, ið sjálv hevur verið í Venezuela við felagsskapinum, og hon leggur aftrat, at tað er komið fyri, at onkur, ið hevur søkt um at sleppa til Danmarkar við AFS og harvið er endaður í antin Føroyum ella Grønlandi, hevur verið rættuliga firtin um hetta.
Mauricio fekk svar frá AFS um, at hann slapp avstað, og at hann skuldi sleppa til Føroya. Hetta staðið hevði ungi brasilianin aldrin hoyrt um áður, men í brævinum frá AFS stóð, at hetta vóru nakrar oyggjar, ið hoyrdu til Danmark. Síðani hugdi Mauricio í heimskortið, men hann sá ongar oyggjar við hesum navni nærheindis Danmark. Tískil noyddist Mauricio at fáa fatur á einum dana, og hesin greiddi honum so frá, at Føroyar lógu nærhendis Íslandi. Aftur hugdi Mauricio í heimskortið, og tá fekk hann so bráddliga eyga á nakrar smáar blettar mitt í havinum, sum hann málber seg, og hann visti ikki, um hann skuldi trúgva sínum egnu eygum.
Mitt í summar einaferð, tá ið tað var vetur í heimbýnum hjá Mauricio í Brasil, og hitin einans lá um eini 15 ? 20 hitastig, pakkaði ungi brasilianin so kuffertini.
Kom til ólavsøkuna
Tveir dagar fyri ólavsøku kom 18 ára gamli Mauricio Takahashi longu leiðina úr heimbýnum Maringa í suður-Brasil og so til Føroya. Hann gisti fyrst tveir dagar í Kvívík, áðrenn familjan Augustinussen av Argjum kom til Kvívíkar eftir honum, so at hann kundi sleppa ?heim?, har hann skuldi búgva hetta árið, meðan hann búleikast her á klettunum.
Hetta var ein øgilig broyting frá gerandisdegnum hjá Mauricio heima í stórbýnum Maringa, har eini 350.000 fólk búgva. Mauricio sigur, at tað fyrsta, sum hann legði til merkis, var veðurlagið, tí at her var so ómetaliga kalt, hóast tað var hásummar her heima í Føroyum.
Úti á Argjum fall Mauricio skjótt til í heiminum hjá familjuni Augustinussen, og tað var ein stór hjálp hjá honum, at dótturin í húsinum, Thora, eitt ár framman undan hevði verið við AFS í Venezuela í eitt ár, og at hon harvið dugdi spanskt, sum líkist rættuliga nógv portugisiskum, ið er móðurmálið hjá Mauricio.
Somuleiðis høvdu tey úti á Suðurstíggi 12 eisini áður roynt seg sum vertsfamilja hjá einum AFS?ara, tá ið tey skúlaárið 95/96 høvdu Diego úr Ecuador búgvandi.
Um tað at verða vertsfamilja hjá einum AFS-næmingi, sigur Thora, at hetta er ein stór avbjóðing fyri eini húski, og at tað er sera læruríkt. ?Tú fært innlit í ein heilt annan heim og eina heilt aðra mentan, sum tú annars bert hevði kunnað upplivað, um tú fórt til tað landið, har sum næmingurin kemur frá.?, sigur Thora.
Í skúla
Um miðjan august mánaða fór Mauricio so í skúla í studentaskúlanum í Hoydølum. Um hetta sigur hann, at tað er ein stórur munur á skúlanum í Hoydølum og so High School í Brasil, har hann gekk áður. Eitt nú eru flokkarnir í Brasil dupult so stórir, sum teir eru í Hoydølum, t.v.s. at har ganga umleið einir hálvthundrað næmingar í hvørjum flokki. Somuleiðis heldur Mauricio, at studentaskúlanæmingarnir í Føroyum taka skúlan í ógvuliga stórum álvara, tí í flokkinum, sum hann gongur í, er tað óhoyrt at sita og práta saman í tímunum.
Fyrstu mánaðirnar í skúlanum dámdi Mauricio ikki so væl. Hann skilti ikki nógv av tí, sum fór fram í undirvísingini, so fyri tað mesta lá hann bara og svav niður á borðið í tímunum. Av somu orsøk gingu fyrstu mánaðirnir her í Føroyum ógvuliga seint, og tað var ikki fyrr, enn hann veruliga hevði fingið fatur á málinum, at tíðin gekk skjótari og lættari.
Frítíðin
Hvat ger ein 18 ára gamal brasiliani í frítíðini, tá ið hann býr her í Føroyum? Mauricio sigur, at honum dámar væl at verða saman við sínum føroysku vinum, sum hann hevur fingið nógvar av. Heima í Brasil fekst Mauricio nakað við judo, men tað hevur hann so ikki gjørt nakað við her heima í klettunum.
Eisini situr ungi maðurin úr Maringa nógv framman fyri sjónvarpinum, eins og hann eisini hevur fingið sær gentu her, sum hann er nógv saman við.
Í løtuni eru seks AFS-næmingar í Føroyum, men hesar sær Mauricio ikki so nógv til, tí at teir eru spjaddir kring alt landið. Í Havn eru tveir, ein er í Suðuroy, og so eru tríggir í Eysturoynni/Klaksvík.
Tó eru tey saman viðhvørt, og er hetta einamest, tá ið AFS skipar fyri onkrum felagstiltaki. Tey hava eitt nú verið í Gøtu og hildið AFS-jól, eins og tey eisini hava verið ein túr í Nólsoy.
Jólini hjá Mauricio úti á Argjum vóru munandi øðrvísi enn jólini heima í Brasil, sigur hann. ?Í Brasil dansa vit eitt nú ikki um jólatræið, og vit fara ikki í kirkju fyrr enn á midnátt, og so tá ið vit komu aftur úr kirkjuni fara vit at pakka gávurnar upp. Somuleiðis hava vit ikki navnamerkir á gávunum,? sigur Mauricio og leggur aftrat, ?eg eri katolikkur, og tað er tí, at vit ikki fara í kirkju fyrr enn á midnátt, tí tá fara vit til midnáttarmessu?.
Gevur nógv
Hví velja so nógv ung at fara í eitt fremmant land at ganga í skúla í eitt ár, og hvat fær man burturúr einum slíkum uppihaldi?
Thora sigur, at hon, longu meðan hon gekk í fólkaskúlanum, hevði gjørt sær greitt, at hon skuldi avstað í eitt ár og búgva í fremmandum landi. Hon hevði ikki sett nakað navn á hvat fyri land, ið hon skuldi vitja, men henni var tó greitt, at tað skuldi verða onkustaðni í Suður- ella MiðAmerika. Hon savnaði pening saman, eins og hon fekk góðan stuðul frá foreldrunum, tí eitt slíkt uppihald er rættuliga kostnaðarmikið. Uttan lummapening kostaði uppihaldið hjá Thoru í Venezuela einar 45.000 krónur, men hon sigur tó, at tað var allar pengarnar vert.
?Tú lærir eina heilt aðra mentan at kenna, samstundis sum tú kemur at læra eitt nýtt mál, sum eisini var eitt av endamálunum við mínum uppihaldi,? sigur Thora, meðan Mauricio leggur aftrat, ?at tú á henda hátt fær eyguni upp fyri heiminum rundan um teg.?
At ein ungur persónur eisini á henda gerst nógv meiri sjálvbjargin er eyðsæð, og Thora sigur, ?at tá man sum ungur føroyingur kemur til eitt so fremmant land sum Venezuela, so sær man veruliga, hvussu ómetaliga gott, ið vit hava tað her í Føroyu, og tískil gerst tú eisini glaðari fyri at búgva her á klettunum?.
Á húsarhaldsskúla
Klokkan er vorðin nógv, og kaffikoppurin er tømdur. Vit trý hava prátað í eina góða løtu nú, og tíðin er komin til at siga góðanátt. Fyrikomandi unglingarnir, Thora av Argjum og Mauricio úr Brasil, biða mær farvæl, men beint áðrenn eg skal fara út um dyrnar, sigur Thora, ?at Maurico í hesi vikuni skal ganga á húsarhaldsskúla í Klaksvík?. Mauricio flennur og sigur við Thoru, ?at nú vita allar Føroyar tað?. Eg spyrji, hvussu hetta ber til, og tað vísir seg, at AFS-næmingur stendur í boði at fara í ein annan skúla í eina viku, meðan tey eru her í Føroyum, og Mauricio hevur so valt at fara á húsarhaldsskúla, tí hann sigur seg ikki duga at gera føroyskan mat.
Um føroyskan mat sigur Maurico, at honum dámar sera væl allan fiskin, meðan honum ikki dámar so væl skerpikjøt og ræst kjøt, sigur fryntligi brasiliumaðurin við einum skeivum andlitsbrái.