Úrmælingar oman fyri hálsvølin!

Tað var ikki sørt, at eg ? fyrst í hesum mánaðinum ? við áhuga setti meg at hyggja og lurta eftir hesum miklu stórmenskum, sum skuldu greiða okkum vanligu føroyingum frá, hvussu vit skuldu bera okkum at fyri at røkka teirra glæsiliga dreymi um føroyskt fullveldi.

 

Jógvan Adolf Johannessen


Tað var ikki sørt, at eg ? fyrst í hesum mánaðinum ? við áhuga setti meg at hyggja og lurta eftir hesum miklu stórmenskum, sum skuldu greiða okkum vanligu føroyingum frá, hvussu vit skuldu bera okkum at fyri at røkka teirra glæsiliga dreymi um føroyskt fullveldi.

Men hóast eg ikki hevði væntað stórvegis av nýggjum, so mátti eg kortini ásanna, at eg hevði ikki væntað so syndarliga lítið.

Hóast løgmaður á sín vanliga stillføra hátt ? tí soleiðis kenni eg hann ? royndi sítt besta, so var tað týðiligt at síggja, at tað var ein hart kroystur maður, sum bar fram hugsjónina um føroyskt fullveldi.

Eg undraðist eitt sindur, tí soleiðis kenni eg ikki løgmann. Men skjótt fekk eg sjón fyri søgn. ? Og tá mátti eg ásanna, at tað í grundini als ikki var so løgið, at løgmaður sá so kroystur út, tí brádliga sást á skíggjanum kjarnin av heldur illbrýntum tjóðveldishetjum.

Sum kunnugt hevur tjóðveldisflokkurin tikið sær einarætt og roynt at billa fólki inn um tað sjáldsama frælsi, sum innan býr í teirra sjáldsomu hjørtum.

Men tíverri eru hasi hjørtuni annaðhvørt útbrend og vorðin øska, ella hevur ongatíð verið rúm fyri nøkrum veruligum mannafrælsi í teirra sjáldsomu hjørtum ? tí har er í hvussu so er einki nú. Nei, har er ísakalt.

Vert var eisini at geva gætur eftir, at umframt frammøttu tjóðveldisumboðini vóru eingi umboð frá hinum báðum samgonguflokkunum, og tað skulu teir eiga tøkk fyri. So stendur kanska ikki so illa til ? hóast alt!

Men tað var eisini annað, sum var áhugavert at síggja og hoyra. Høgrumegin ? undir liðini á løgmanni ? sat hon, sum umboðar hin sonevnda sjálvstýrisflokkin í føroyskum politikki, við einum skeivum brosi. Tó, tað var eisini eyðsýnt, at heldur ikki hon kendi seg væl ? og fyrr var illa!

Tað má sanniliga vera ein herskin biti at svølgja, at hon skal hava leitt hin annars so hóvliga flokkin út á villar víddir, haðani tað ikki er vendandi aftur. Jú, sanniliga ? mangt umskiftist á mansins ævi. Tað var veruliga eitt mistak, at javnaðarflokkurin blásti nýtt lív í nasargluggarnar á tí flokki, sum var steindeyður, tí lønin hevur verið syndarlig. Men nú siga veljarakanningar, at tað ikki býðir bøtur, og tað ger heldur einki, um hann hvørvur úr føroyskum politikki. Í núverandi løiki ger hann meiri skaða enn gagn.

Undir vinstru lið løgmans sat hin ? í orðsins sanna týdningi ? rótføroyski landsstýrismaðurin Høgni Hoydal følin og nábleikur og royndi at greiða frá hvussu vit vanligu føroyingar skuldu hava tað, tá vit náddu hansara gylta dreymi ? føroyskum fullveldi.

Men vit, sum minnast eitt sindur longur aftur í tíðina, vita hvussu lítið hald hevur verið í teimum forsøgnum, sum eru komnar frá tí flokki, sum hann nú umboðar í landsstýrinum. Høvdu tær forsagnirnar verið fylgdar, hevði tað av sonnum verið ein glæsilig støða í hesum landi, sum vit eru nógv betri við enn tjóðveldisflokkurin sum við sínum fanatiska hatri mótvegis dønum, ið annars ber brá av einari ótamdari undirlutakenslu, eiga at halda okkum langt burtur frá.

Jú, sanniliga var hetta ein ógvuliga sigandi løta. Føroyingar fingu at vita frá hesum trimum, at vit høvdu havt avlop í landskassaroknskapinum hesi seinastu árini, men vit fingu eisini at vita, at hetta avlopið var lagt til viks fyri at fíggja tað komandi fullveldið.

Tað kann av sonnum sigast, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum situr ? eins og hann eisini á sinni boðaði frá ? ógvuliga tungt oman á landskassalokinum, tí ístaðin fyri at byggja landið út, har stórur tørvur er á, skal peningurin nýtast til at fíggja tað glæsiliga fullveldið, sum samgongan droymir um skal gerast veruleiki um eini tíggju ár.

Tá kemur í hvussu so er eingin nýggj útbygging í Føroyum.

Men einum nýtast vit ikki at ivast í, og tað er, at livifóturin fer at lækka munandi. Men tað leggja fullveldisfólkini helst einki í, tí tá ið á stendur eru mong av teimum, sum hóast løgnar kenslur mótvegis dønum, tey fyrstu sum leita sær til Danmarkar.

Men, tá ið vit hava kvett bondini, er tað ikki sjálvsagt, at danir vilja hýsa teimum.

Eg kann hóast alt umbera mong av teimum, sum nú geyla um fullveldi, tí tey vóru ikki til, tá ið fólkaatkvøðan fór fram í 1946. Men vit, sum minnast eitt sindur av tí levnaði, sum var um tað mundið, minnast eisini, at sagt varð at Føroyar taldust millum ríkastu lond í heiminum.

Glæstrimyndirnar vóru stásiligar, men tíbetur kom loysingin ikki í lag, tí tað høvdu av sonnum verið einar hugnaligar Føroyar um so hevði verið.

Tað var kortini ein úr fólkaflokkijnum, sum tóktist at ivast í hvussu rætt tað var at kvetta bondini við Danmørk, og tað var Tórstein Petersen sáli, sum var stjóri í Sjóvinnubankanum. Hann mælti føroyingum til at atkvøða nei.

Tað vardu bert fá ár, so vóru allar mió., sum teir loysingarsinnaðu høvdu reypað av, burtur sum døgg fyri sól ? og í 1950 legðist hin áður so málreysti og eggjandi fólkaflokkurin seg at durva í føvninginum á sambandinum, og har lá hann í átta ár.

Úrslitið varð, at Føroyar komu í eina tílíka støðu, at eg havi ikki orð fyri tí. Einir 2500-3000 føroyingar royndu at fáa sær vinnu við íslendskum, norskum, týskum og bretskum fiskiførum ella á landi í Íslandi, tí í Føroyum fór tað mesta av knóranum. Men hetta tykjast núverandi loysingarhetjur at hava gloymt, tí tær hava jú eitt serligt slag av frælsi í teirra serligu hjørtum!

Men hetta, sum áður er nevnt, var ikki alt, tí sama samgongan steðgaði allari havna- og vegagerð, meðan hon sat við róðrið. Tá var ikki stórvegis gabb av tí áður so eggjandi fólkaflokkinum, tí tað hevði sanniliga verið ein eiggilig støða í Føroyum, um landið hevði fingið sjálvstýri í 1946!

Tað skal kortini sigast fleiri av teimum, sum róptu harðast um loysing í 1946 til rós, at teir seinni viðgingu, at teir vóru villleiddir av ávísum oddafiskum, og at tað aldri hevði komið teimum til hugs at gjørt tað aftur. Tøkk skulu teir hava fyri tað.

Og føroyingar eiga at vita, at tað er ikki einans í sermerktum tjóðveldishjørtum, at alskur til Føroyar ? og alt tað góða sum føroyskt er ? býr. Eg fari tí at heita á Føroya fólk um at vísa hesum breggjandi ? í egnum hugaheimi ? hetjum, at tær kunnu hava sínar bronglaðu hugsjónir fyri seg sjálvar!

Tað er jú so sera lætt at vera úrmælingur oman fyri hálsvølin!