Úrslit av samstarvi

Eitt dømi um fruktagott samstarv millum danskar og føroyskar politikkara, millum danska og føroyska javnaðarflokkin, er 60 millióna grunnurin, sum nú eitur Ílegging-argrunnurin fyri Føroyar.

 

Hesin grunnur sá dagsins ljós meðan javnaðarflokkurin hevði politisku leiðsluna í Føroyum, meðan danski javnaðarflokkurin hevði politisku leiðsluna í Danmark, og meðan javnaðarflokkurin átti annað tað føroyska fólkatingsumboðið. Her fingu vit eitt ítøkiligt úrslit av góðum samstarvspolitikki.

Hesin grunnur hevur í nærum 40 ár fíggjað stóran part av útbyggingini á samferðslu- og samskiftisøkinum í Føroyum. T. d. kunnu vit nevna útbyggingarnar hjá SEV, út-byggingarnar hjá telafonverkinum og havna- vega- og tunnilsgerðirnar. Samanbrestis-politikkurin, sum tjóðveldisflokkurin og borgarliga fullveldissamgongan standa fyri, gevur ongar loysnir og ongi úrslit.

Fyrst í hesum samgonguskeiðnum fingu veljararnir lyfti um ikki minni enn tvær fólkaatkvøður, men nú kunnu vit staðfesta, at ongin fólkaatkvøða verður yvirhøvur. Borgarliga fullveldissamgongan helt ikki orð. Hon leyp frá lyftunum, sum hon gav veljarunum fyri skjótt fýra árum síðani, og tí kann ongin longur hava álit á hesum flokkum. Men nú hevur so danski forsætismálaráðharrin givið føroysku veljarunum orðið.

Á fólkatingsvalinum næsta týsdag hava tit møguleika fyri at vraka fullveldispolitikkin hjá borgarligu fullveldissamgonguni. Og tað er sera einfalt. Tað gera tit við at greiða atkvøðu fyri javnaðarflokkinum. Ein partur av politikkinum hjá fullveldissamgonguni er, at samgongan nú, nærsagt í óðum verkum, ætlar at gera nakrar fyrilitaleysar yvir-tøkur. Nakrar yvirtøkur, ið hvørki eru umhugsaðar ella fyrireikaðar, og sum hædd ikki er tikin fyri á fíggjarlógaruppskotinum.

Nakað annað er, at frá 1. januar komandi, verður heildarveitingin úr ríkiskassanum, eftir ynski frá borgarligu fullveldissamgonguni, skerd við 366 mió. kr. um árið. T. v. s. at vit framyvir skulu blaka 1 mió. kr. yvir borð hvønn einasta dag í árinum. Álvara-tos, er stundin ikki komin, at hesir flokkar fáa stólin settan fyri hurðina? Tað kunnu tit gera við at greiða atkvøðu fyri javnaðarflokkinum á valinum komandi týsdag.

Fyrst í greinini nevndi eg eitt ítøkiligt dømi um úrslit av góðum samstarvi. Tað var 60 millióna greunnurin. Eg kundi eisini nevnt fleiri onnur dømir. T. d. undirgrundarav-taluna frá september 1992 og loysnina av bankamálinum og landskassans skuld til ríkiskassan, har umboð fyri danska og føroyska javnaðar-flokkin løgdu loysnina væl til rættis, áðrenn danska stjórnin og landsstýrið settust við samráðingarborðið.

Eg skal enda við at heita á allar veljarar, um at fara mannsterk á val og seta krossin fyri javnaðarlistan ella eitt av valevnunum á lista javnaðarfloksins, tí tá velja tit samstarv og loysnir, heldur enn klandur og stríð og framhaldandi samanbrestir.