Washington D.C. í USA, har hann starvaðist í Pentagon, sum petty officer 3. class í United States Navy. 11. september 2001 fer at standa eftir sum ein hin týdningarmiklasti merkisdagurin í amerikanskari [...] varð noyddur at læra ógvuliga skjótt, sigur Carlos. Meðan alt hetta hendi, so varð alt samband við umheimin kvett. Carlos og hinir, sum fingust við at hjálpa, sluppu ikki avstað, tí vegirnir vóru stongdir [...] sokallaðan camp, sum hevði til uppgávu at fáa rudda upp á økinum við Pentagon. George Bush vitjaði og staðið og helt eina talu fyri hermonnunum. Tær næstu tríggjar vikurnar arbeiddu fólk dag og nátt fyri at
eitt valskeið ísenn, sum ikki vil viðgera heildir, men stakmál, og sum ikki vil viðganga, at politiskar avgerðir eru raðfesting og val millum øki, sum kappast um avmarkað tilfeingi. Sum ikki vil viðganga [...] Danska fólkatingið letur fullveldi til ES, samstundis sum sama ting tvíheldur um, at tað hevur fullveldið yvir Føroyum. Hetta merkir at tað fullveldi, sum Danmark letur, ikki bert er teirra egna, men eisini [...] møguleikum alheimsgerðin gevur okkum til at byggja upp eitt samfelag, sum bjóðar øllum føroyingum ? eisini teimum nógvu, sum í dag virka í øðrum londum ? møguleikan at byggja einar ríkari og sterkari Føroyar
politiskt frælsi eru at meta sum siamesiskir tvíburðar. Óskiljandi bæði so og so. Lítið høpi man vera í hesi fatan. Filosofiskt eru hugtøkini sum eldur og vatn. Hetta er tað sama sum at siga, at alifiskurin [...] heimastýri, sum tú ongantíð sleppur burturúr, tí at tú sært ikki út um girðingarnar. Frælsi er ókent og harvið so trupult at fata. Bara tey søguligu gapini hjá Voltaire eru løðarsteinar, sum kunna brúkast [...] skuldin hjá tí almenna er framvegis alt ov stór. Ein fyritøka sum ikki hevur sær tað fyri eyga, at rationaliseringsátøk helst skula fremjast hvønn dag, ber ikki boðini. Sami frymil man vera galdandi fyri almennar
undan valinum helt sama samgonga, sum enn situr, at tað var sera átrokandi at játta 475.000,- krónur til at fyrireika berghol millum Húsavík og Dal. ?Men tað var rímiligt bara valagn, sum samgongulimir als [...] Serliga hjá honum, sum ikki er vanur at koyra á slíkum støðum. Bilverja er í ytra borði, men stegðar tú á og hyggur omanav, ræður um at hava góðar nervar. Og her koyra bussar hvønn dag við bæði skúlabørnum [...] Men fólk, Sosialurin hevur tosað við, og sum vóru á Dalsvegnum um tað mundið, lopið var, siga, at rakti tað ein bil, var eingin ivi um, at ein stór vanlukka hendi. Gerhard Lognberg, løgtingsmaður, heldur
Seinastu árini hevur striptease verið vanligt í Føroyum á ólavsøku. Hetta sama hendi í Íslandi fyri fáum árum síðani, og har eru í dag sjey skøkjuhús. Í Noregi er eisini prógvað, at síðani oljuvinnan kom til [...] hevur hon verið leiðari á Reden og síðani 1999 hevur hon verið forseti fyri IAF, sum er heimsins elsti felagsskapur, sum arbeiðir ímóti prostitutión. Boðskapurin var greiður. Her í Føroyum skulu vit ikki [...] kundar eru. Skøkjurnar verða skrásettar eftir góðsku. Júst sum mjólkin hjá eini kúgv verður skrásett eftir góðsku. Tær koma inn í landið, sum eitt tal og ikki við navni. Enn eru ongir pengar settir av
eina løtu. Heldur ikki, um eg í dag síggi børn, sum eru í tí aldrinum, sum mítt vildi verið í, um eg ikki valdi fosturtøku. Anna sigur tó, at um hon gjørdist við barn í dag, so hevði støðan verið ein heilt [...] - Tað er eitt fostur, sum verður tikið, so tað er ikki tað sama sum morð. Og so er angribollin eisini morð, men hann er ikki bannaður. Hon vísir eisini á, at tað eru umstøður, sum gera, at ein kvinna kann [...] fleiri ferðir, men tað eru so nógvar, sum koma í somu støðu, sum eg var í og ikki kunnu velja. Ella fáa ikki fosturtøku. Tað eru sanniliga eisini nógvar kvinnur, sum ikki velja fosturtøku og tað er tað rætta
Brimnes, landsverkfrøðingur. Sama støðan er galdandi í Noreg, sum vit hyggja nógv at, tá tosað verður um tunlar og tunnilstrygd í Føroyum. Har eru eisini heilt nógvir tunlar, sum ikki lúka galdandi trygdarkrøv [...] er tann tryggasti, vit hava í dag, men hann lýkur heldur ikki øll av teimum krøvum, sett verða. Væl hevur Tórshavnar Kommuna at kalla alla ta trygdarútgerð, sum finst í dag, men inni í tunlinum mangla bæði [...] og síðan taka teir verandi, so hvørt umvælt verður ymsastaðni. Vágatunnilin verður so tann fyrsti, sum nýggju trygdarkrøvini raka, og síðan koma Gásadalstunnilin og Norðskálatunnilin, sigur landsverkfrøðingurin
hann teimum frá, at tey vóru tað fimta ferðsluvanlukkan, sum hann var komin fram á, bara í ár. Tey trý vóru so væl fyri, at øll kundu fara í sama sjúkrabil til Havnar, men tey sluppu skjótt heim aftur av [...] á konsert endaði ikki, sum tey trý høvdu ímyndað sær. Síðan sunnumorgunin hava tankar teirra malið um vanlukkuna, og fara helst eisini at gera tað í eina tíð framyvir. Men í dag eru tey bara glað fyri [...] morgun, tá hann fór í skúla aftur. Hann er í læru sum rørsmiður og gongur í løtuni á Tekniska Skúla í Havn. Jógvan og Maria valdu bæði at vera heima í dag fyri at koma eitt sindur fyri seg aftur. Maria er
størri, sum áhugin vaks. Men eg haldi eisini, at eg kann siga, at tað fyri meg hevur serliga snúð seg um at skilja mentanarligar samanhangir úr fortíðini, sum hava týdning fyri tilveru okkara í dag, tí tað [...] hetta, sum bókin í grundini snýr seg um. Bátarnir úr fortíðini vóru tengdir at sosialum viðurskiftum, og tað er hetta, sum eg havi roynt at fanga, sigur Andras Mortensen Ritgerðin er skrivað sum PhD. ritgerð [...] lesa í grundgevingini frá dómsnevndini. Víðari verður sagt: ?Tað var í tøkum tíma, at hetta evnið, sum í øldir hevði avgerandi týdning fyri alt lív í Føroyum, varð tikið upp til søguvísindaliga viðgerð
tað er brúk fyri einum, og tað var nakað tað sama, sum hendi við mær. Tú gerst partur av einum umhvørvi, og tað føroyska umhvørvið hevur mær altíð dámað sera væl, sigur Kristian Blak. Hann hevur frá byrjan [...] lærugreinum í Hoydølum. Hansara avrik sum tónleikari og tónasmiður eru at kalla øll gjørd í Føroyum ella í føroyskum høpi. ?Eg haldi tað var William Heinesen, sum segði, at tú verður hálaður inn, tá tað [...] samstarv, har eg eri virkin, segði Kristian Blak. Kristian tosaði eisini um, at hann var komin til Føroya sum tilflytari, og hann skuldi upprunaliga bara vera eitt ár í Føroyum, men valdi at vera hangandi í hesum