Kristian Blak heiðraður fyri mentanaravrik

Virðisløn M.A. Jacobsen fyri mentanaravrik varð latin Kristiani Blak

HEIÐURSLØN

Á føðingardegi Mads Andrias Jacobsens vórður virðislønirnar í hansara navnið handaðar á samkomu í Sjónleikarhúsinum seinnapartin.
Virðislønin fyri mentanaravrik varð latin tónleikaranum og tónasmiðinum Kristiani Blak.
Gunnar Hoydal, umboðandi dómsnevndina, segði, at Kristian Blak hevði gjørt nógv fyri føroyska mentan.
?Síðani hann kom til landið, hevur Kristian verið íbirtari, vegleiðari og luttakari í at kalla øllum tónleiki, frá fólkatónleiki, rytmiskum tónleiki til nýskrivaðan føroyskan partiturtónleik.
Lítillátin og ósjálvsøkin hevur hann saman við konu síni, Sharon, verið sálin í ótali av framførslum og framleiðslum, og verk teirra hevur víst okkum, hvønn týdning tað hugað fólk uttan úr heimi leitar til okkara og ríkar føroyska mentan.?
Soljóðandi er grundgevingini hjá dómsnevndini fyri at heiðra Kristian Blak
Dómsnevndin nevndi, at Kristian Blak var sera lítillátin, og hetta prógvaði hann eisini í røðu sínari.
?Eg trívist best í samstarvi við onnur, og hendan virðislønin er samstundis eisini ein virðisløn til øll tey feløg og samstarv, har eg eri virkin, segði Kristian Blak.
Kristian tosaði eisini um, at hann var komin til Føroya sum tilflytari, og hann skuldi upprunaliga bara vera eitt ár í Føroyum, men valdi at vera hangandi í hesum partinum av heiminum.
?Í veruleikanum eru nógvar hurðar til restina av verðini í Føroyum, segði Kristian Blak.
Kristian kom til Føroya í 1974, og upprunaliga ætlani var bert at vera her í eitt ár, men steðgurin gjørdist naka drúgvari. Hann undirvísti frá byrjan av í Hoydølum á Studentaskúlanum- og HF-skeiðinum, og hetta hevði hann eisini gjørt í Danmark. Hann er útbúgvin cand.mag í tónleiki og fronskum, og hann undirvísti eisini í hesum lærugreinum í Hoydølum.
Hansara avrik sum tónleikari og tónasmiður eru at kalla øll gjørd í Føroyum ella í føroyskum høpi.
?Eg haldi tað var William Heinesen, sum segði, at tú verður hálaður inn, tá tað er brúk fyri einum, og tað var nakað tað sama, sum hendi við mær. Tú gerst partur av einum umhvørvi, og tað føroyska umhvørvið hevur mær altíð dámað sera væl, sigur Kristian Blak.
Hann hevur frá byrjan verið ógvuliga virkin innan føroyskt tónleikalív. Hann setti á stovn, saman við øðrum, bæði Spælimenninar í Hoydølum, Havnar Jazzfelag, Ygdrasil og annað.
Hann er virkin í einari longri røð av feløgum, eitt nú Tutl og Felagið føroysk tónaskøld. Sum nevnt metir hann, at viðurkenningin eigur at fella á hesar felagsskapir, og hann er eisini sera fegin um at hava fingið heiðurin í sambandi við síni mongu samstørv.
?Eg eri sera glaður fyri, at feløgini verða viðurkend. Vit hava allatíðina roynt at skapa umstøður fyri tónleikinum í Føroyum, men nú er tíðin komin hartil, at vit fáa hava betri umsiting, tí uppgávurnar veksa nógv, og hetta krevur eisini, at samfelagið tekur sær um reiggj og sigur, hvat tað ynskir, sigur Kristian Blak.
Hann hevði als ikki roknað við hesum heiðurinum, og hann fegnast almikið.
?Hetta gevur mær hug at halda fram. Seinastu mánaðirnar havi er verið fult upptikin so at siga hvønn dag, og eg kendi meg ógvuliga troyttan, men hetta gevur mær hug at halda fram við mínum arbeiði, sigur Kristian Blak.
Kristian Blak ætlar at halda fram í teimum bólkum, har hann er virkin, og hann hevur eisini onkra spennandi verkætlan í stoypiskeiðini.