Ring útlit fyri tunli til Dals

Dalbingar skulu ikki vænta sær tunnil við tað fyrsta, kom fram av svarinum, sum Gerhard Lognberg, løgtingsmaður, fekk frá Bjarna Djurholm, landsstýrismanni, upp á fyrispurning um tunnilsgerð til Dals

Samferðsla

Dalur:Fyribils verður einki gjørt við tunnil til Dals. So stutt kann svarið frá landsstýrismanninum við samferðslumálum týðast, heldur sandoyartingmaðurin, Gerhard Lognberg.
Gamli vegurin til Dals er bæði smalur og ørandi at koyra eftir. Serliga hjá honum, sum ikki er vanur at koyra á slíkum støðum. Bilverja er í ytra borði, men stegðar tú á og hyggur omanav, ræður um at hava góðar nervar.
Og her koyra bussar hvønn dag við bæði skúlabørnum og øðrum ferðafólki, umframt aðra ferðslu, sum fer gjøgnum bergið.
Tí berg er í bæði borð, og bergið er ikki støðugt. Har hendir alla tíðina okkurt, og javnan kemur grót á vegin.
Seinasta sunnudag leyp eitt rættiliga fitt lop, og heilt nógv grót endaði á vegnum. Tíbetur stóðst eingin mansskaði av. Men fólk, Sosialurin hevur tosað við, og sum vóru á Dalsvegnum um tað mundið, lopið var, siga, at rakti tað ein bil, var eingin ivi um, at ein stór vanlukka hendi.
Gerhard Lognberg, løgtingsmaður, heldur, at nú hava dalbingar livað nóg leingi við hesi støðuni. Og hon er ikki haldbar, sum hon er. Langt frá tí.
Dalur er bygd í mennning, vísir hann á. Har er fólk flutt til. Virki sett á stovn, sum flyta framleiðslu sína um alt landið. Og nógv av fólkinum í Dali ferðast úr bygdini hvønn dag. Til flakavirkini oynni fara tey til arbeiðis, eins og fleiri fara í skúla í Sandoyar Meginskúla.

Fyrispurningur á tingi
Fyri at fáa meira ferð á kjakið um samferðsluna til og úr Dali, setti Gerhard Lognberg Bjarna Djurholm, landsstýrismanni við samferðslumálum, fyrispurning á Løgtingi. Gerhard Lognberg spurdi Bjarna Djurholm um, hvat gjørt er í málinum higartil, og í øðrum lagi um nakrar fyrireikingar eru farnar í gongd.
?Men har kom einki svar soleiðis, sigur Gerhard Lognberg, ið sum vitiligt er ikki er nøgdur við tað, hann fekk at vita.
Bjarni Djurholm svaraði beinleiðis, at einki er sett av til hetta arbeiðið, og at tað verður tað heldur ikki við tað fyrsta.
?Hann segði okkurt um, at okkurt er kannað, men einki verður gjørt, tí onnur øki eru meira vandamikil enn hetta, sigur Gerhard Lognberg.
Men hann ætlar sær ikki at gevast so kortini, sigur hann og boðar frá, at hann fer at taka málið uppaftur.
?Tað er nú løgið, at einki skal vera neyðugt nú, heldur Gerhard Lognberg og vísir á, at beint undan valinum helt sama samgonga, sum enn situr, at tað var sera átrokandi at játta 475.000,- krónur til at fyrireika berghol millum Húsavík og Dal.
?Men tað var rímiligt bara valagn, sum samgongulimir als einki meintu við kortini, staðfestir Gerhard Lognberg.

Lappaloysnir
Tað tykist, sum ferðsluviðurskiftini í Sandoynni koyra upp á lappaloysnir, sigur Gerhard Lognberg.
Í vár leyp eisini í Dalsbergi. Tá fór eitt rímiliga stórt lop undir vegnum, Heilt niðan undir sjálva koyribreytina.
Ta ferðina varð støðan mett so mikið hættislig, at onkur teirra, sum koyrdu stóru lastbilarnar, aftraðu seg við at fara til Dals. Tá var í fyrstu syftu skervur lagdur í rennuna í ovara borið, og ferðslan so beind heilt inn undir klettin oman fyri, har lopið var.
Seinni er so betongkantur stoyptur undir vegnum og ífylla løgd í aftur. Eitt sindur av oljugrúsi er lagt á vegin, og tað er so tað, vísa fólk, sum koyra dagliga eftir vegnum, á.
Eitt er dalsvegurin, men vegurin gjøgnum Sandslíð er lítið mætari. Hann er eisini heilt hættisligur at koyra eftir, sigur Gerhard Lognberg.
Tað hevur einki verið frammi við nakrari tunnlsgerð har, sigur løgtingsmaðurin, men hann heldur, at tíðin er komin til at tosa um í hvussu er beiðkan av tí vegnum. Tí øll ferðslan til Eysturbygdirnar fer eftir honum.
Annars er eitt annað stormál, sum liggur fyri, vísir Gerhard Lognberg á. Tað er undirsjóvartunnil millum Samndoynna og Streymoynna.
Hann heldur ikki, at tað er órealistiskt at tosa um tað, tí tað má koma einaferð í framtíðini. Tó leggur hann dent á, at fyrst eiga norðoyingar tørn, men síðan má Sandoyggin vera tað næsta. Tekniskt er tað møguligt, og skal menningin av oynni standa við, er tað mestsum ein treyt, at fast samband fast við meginøkið.
?Men allarfremst liggur Dalstunnilin, sigur Gerhard Lognberg, løgtingsmaður fyri Sandoyar valdømi.