Klingran var næstan fullsett tá Kvinnuhúsfelagið skipaði fyri fyrilestri í Norðurlandahúsinum mikukvøldið. Og hesuferð vóru konufólkini við yvirlutan. Mannfólkini, ið við vóru til fyrilesturin, kundu teljast á eini hond.
Orsøkin til, at stig eru tikin til slíkan fund, er greið: Seinastu árini hevur striptease verið vanligt í Føroyum á ólavsøku. Hetta sama hendi í Íslandi fyri fáum árum síðani, og har eru í dag sjey skøkjuhús. Í Noregi er eisini prógvað, at síðani oljuvinnan kom til landið, er skøkjulevnaðurin vaksin munandi.
At halda fyrilesturin, hevði Kvinnuhúsfelagið fingið Dorit Otzen úr Danmark. Hon er víðagitin sosialráðgevi í Danmark. Hon hevur fingist nógv við evnismisnýtarar og skøkjur. Síðani 1990 hevur hon verið leiðari á Reden og síðani 1999 hevur hon verið forseti fyri IAF, sum er heimsins elsti felagsskapur, sum arbeiðir ímóti prostitutión.
Boðskapurin var greiður. Her í Føroyum skulu vit ikki loyva skøkjuídnaðinum at mennast.
Úr Asiu
? Eyguni verða latin aftur fyri, at kvinnur veru prostitueraðar. Prostitutión er harðskapur ímóti kvinnuni, segði Dorit Otzen millum annað.
Talið á skøkjum í Danmark er vaksið alsamt. Fyri nøkrum fáum árum síðani var talið á skøkjum einstaðni millum 1600 og 1700, meðan tað í dag liggur ímillum 7 og 8000.
? Flestu skøkjurnar koma frá Thailandi. Men eisini úr Eysturasiu og teimum baltisku londunum, og tær eru allastaðni í Skandinaviu. Teir norðurlendsku menninir streyma til skøkjuhúsini, og teir spyrja ikki, hvussu tað ber til at bæði myndigar og ómyndigar kvinnur selja seg sjálvar, greiðir Dorit Otzen frá.
? Tað vísir seg, at betri skipað virksemið er, meira kundar eru. Skøkjurnar verða skrásettar eftir góðsku. Júst sum mjólkin hjá eini kúgv verður skrásett eftir góðsku. Tær koma inn í landið, sum eitt tal og ikki við navni.
Enn eru ongir pengar settir av til at basa skøkjulevnaðinum í Danmark. Men í Svøríki hava tey fingið eyguni upp fyri vaksandi trupulleikanum. Svøríki er fyrsta landið í heiminum, sum hevur sagt, at prostitutión er harðskapur ímóti kvinnum, og í Svøríki er skøkjulevnaður forboðin í dag.
? Eingin tekur sær av, at kvinnur dagliga prostituera seg. Eg hitti einaferð eina skøkju niðri í Dortmund. Hon var 65 ár og hon var framvegis prostituerað, eins og hon hevði verið seinastu 40 árini. Hon kundi ikki steðga, tí hon fekk ikki forsorg.
Fleiri kvinnur velja skøkjuídnaðin tí revsingin er minni enn við rúsevnum. Harafturat fáa tær eina regluligari inntøku.
Úr Danmark fara bakmenninir, ella alfonsarnir, sum teir eisini verða róptir, niður til Letland og keypa kvinnur fyri 500-1000 dollarar. Og tað vísir seg, at tað eru teir, sum fáa mest burturúr. Um 200.000 fyri hvørja kvinnu.
8 ára fongsul
Í skøkjuídnaðinum verða kvinnur sæddar sum brúkslutir. Hví skulu menninir halda, at teir ikki noyðast at vísa virðing? Hví skulu teir fáa sex, soleiðis sum teir ynskja tað? Og hví skal sex gerast eitt krav við eini skøkju? Svarini, sum føroyingar geva, eru grundarlag fyri, hvørt skøkjuídnaðurin kemur til landið ella ikki.
Tá skøkjuídnaðurin av álvara byrjaði at taka dik á seg í Íslandi segði ein kvinna, at lap dance, private dance og striptease varð alt roknað sum list.
? Ísland hevur norðurlendskt met í innflyting av kvinnum pr. hvønn mannligan íbúgva. Og millum 1500 og 2000 av teimum eru úr Evropa.
Menniskjahandil kann geva upp í átta ára fongsulsrevsing, og ein av teimum størstu pornokongunum í Danmark stendur nú ákærdur fyri menniskjahandil og bíðar eftir dóminum.
? Tað vísir seg, at flest allar skøjkur hava verið misnýttar sum barn. Eini 90% av skøkjunum hava verið út fyri incest ella misnýtslu av ørðum slag. Vantandi kærleiki og umsorg er afturvendandi, og tá ein kvinna verður prostituerað heldur hon, at hon fær alt hetta aftur við at geva seg burtur kynsliga, sigur Dorit Otzen.
? Prostitutión er eingin náttúrulóg. Eingin verður føddur við prostitutión í blóðinum.
Dorit Otzen vísti millum annað á, at í donsku synonymorðabókini hevur orðið »skøkja« nógvar týdningar: gleðisgenta, hora, luder og so víðari. Alt eru negativ orð. Men tá tað kemur til tann mannliga týdningin av orðinum, verður orðið beinanvegin meira positivt. Tá verður hann kallaður »en skørtejæger«.
? Tað er mangul uppá menniskjarættindini tá ein kvinna er prostituerað. Mín dreymur er, at ongar kvinnur eru til sølu. Tit hava framvegis møguleikan at gera av í Føroyum, hvørt skøkjuídnaðurin skal fáa røtur í landinum ella ikki, segði Dorit Otzen at enda.