Feigdargullið

Komið er nú fram at teimum mørkum, harið landsins fíggjarlóg fyri komandi ár verður drigin oman eftir lunni. Politiska kremið, við fylgisneytum, hevur í eitt heilt vikuskifti verið á budgetlegu norðuri á Viðareiði. Ivaleyst eitt skilagott átak tá ið so nógvir nýggir stjórnaroddvitar eru, ið skula samansjóvast og lærast hegnið, at flyta fíggjarorku yvir um ósjónlig stik, fyri samfelagsins frama, og at fíla burturav, har tað er neyðugt, skal stabiliteturin í samfelagnum vera sum frægastur frameftir

Vøksturin í landsrakstrinum hesi seinastu fýra árini man nú samanlagt kjálka upp ímóti milliardini, og tað sum higartil er komið út ímillum ryvjabeinini á monnum, er at fíggjarlógin fyri komandi ár helst fer at kvinka nakað væl uppeftir eisini. Í fyrsta yvirslagnum frættist frá fleiri hundra milliónum krónum í meirrakstri í mun til verandi ár. Okkurt er tó, sum bendir á, at nakað av køldum vatni er sligið í blóðið á teimum ráðandi, og at tey eru ávegis at nærkast jørðini aftur.
Verandi fíggjarlóg er snikkað til í einum valári, harvið er hon ikki rætta undirlendið, tá ið fíggjarlógin fyri komandi ár skal smíðast og fáast at standa uppi.
Tað er eftirhondini vorðin ein óskrivað sátt, ímillum sjálvstýrisfólk og sjálvstýris-politikarar, í hvussu so er, at fíggjarligt sjálvbjargni og politiskt frælsi eru at meta sum siamesiskir tvíburðar. Óskiljandi bæði so og so. Lítið høpi man vera í hesi fatan. Filosofiskt eru hugtøkini sum eldur og vatn. Hetta er tað sama sum at siga, at alifiskurin á Lambavík skal venja seg til frælsi í aliringunum, at hønurnar hjá Brekkstein skula venja seg til frælsi í høsnarhúsinum á Velbastað og at tær smáu hvítu mýsnar í lokaðu karusellunum í djóragørðunum skula venja og styrkja seg til frælsi undir vardum umstøðum. Hetta er heimastýri, sum tú ongantíð sleppur burturúr, tí at tú sært ikki út um girðingarnar. Frælsi er ókent og harvið so trupult at fata. Bara tey søguligu gapini hjá Voltaire eru løðarsteinar, sum kunna brúkast í royndini at trýsta seg út ígjøgnum girðingarnar.
Kreppan var eitt slíkt gap. Hvat ónt ið hon annars var, so opnaði hon eyguni hjá teimum flestu. Lættari var at skoða út ígjøgnum meskarnar tá ið nótin var skræðnað. Politiskt frælsi kom aftur á dagskrá. Í ringastu búskaparligu heljargongd hetta landið hevur upplivað. Tað mest ítøkiliga úrslitið hjá fyrru samgonguni mundi vera niðurlagingin av blokkinum við sløkum 400 milliónum krónum. Í grundini eitt bragd. Serliga í mun til ta søguligu gongdina líka frá stríðsárunum, har ið búskaparliga heftni bara stóð við og vaks, nærum ótálmað fram ígjøgnum árini.
Og nú er tað at ryggur krevst av tí politiska establishmentinum. At ganga strekkmarsj á ólavsvøku, vitja almennar móttøkur og drekka djús og alkoholiseraðan berjaløg úr Maipo-dalinum afturvið hurrárópunum fyri allari landsins herligheit og at spenna bringuna fram úr sær við einum MP-visitkorti frá føroyska koloniparlamentinum, verður ikki nógmikið. Tað skal annar og sterkari lútur til, skal endaligt skil fáast á búskaparligu og stjórnmálsligu støðu Føroya.
Vit hava sum er eina av heimsins rúgvismestu fíggjarlógum pr. íbúgva, búskapurin er farin at gløða, tað vænta einar 5-600 milliónir í, áðrenn landshúsarhaldið stendir uppi av egnum mátti og skuldin hjá tí almenna er framvegis alt ov stór.
Ein fyritøka sum ikki hevur sær tað fyri eyga, at rationaliseringsátøk helst skula fremjast hvønn dag, ber ikki boðini. Sami frymil man vera galdandi fyri almennar stovnar, skal ikki metasenturhæddin falla somikið, at kjølfestan sleppur yvirbygningi-num og alt holvist í einum, - einaferð enn. Kynið í øllum er vøkstur, eisini í almenna sektorinum, tí er tað alneyðugt áhaldandi at vera á varðhaldi, og lúka tað burturúr, sum onga nyttuna ger. Longu fyri fýra árum síðani var róð framundir, at farast skuldi inn á almennu røkurnar at lúka, men tað hendi einki. Absolut einki. Tað seinasta er so at 9 kolonibestýrarar eru settir eftir Norman-doktrinini, at røkja donsku ognirnar í norðurhøvum, hvør við sínum megahala av stjórum, fulltrúum, juristum, skrivstovukallum, pedellum, konsolentum o.s.fr. Ørkimlandi fyri fleiri kanska, tá ið hetta er sama politiska skipanin, sum áður var røkt av trimum ella fýra, oftani ólærdum monnum, í eina hálva øld.
Ímeðan eru fyrstu indikatorarnir komnir, ið boða frá, at vøksturin í inntøkum landsins fara at stagnera. Vøksturin í exportvirðinum hevur mist ferðina. La belle epoqe, tíðin við rúkandi vøkstri, støðugum búskaparligum sólskini, er linkandi, tí ræður um at hava fyrilit, so tað stendur eftir.
Fyri ein leikmann er tað einki tekin í sól og mána, sum sigur honum, at karmurin á fíggjarlógini fyri komandi ár skal víðkast ella hækka, - yvirhøvur. Kanska tvørturímóti. Serliga um málið, einar sjálvberandi Føroyar, framvegis er tað sum stremba verður framímóti. Og sjálvt um tjóðskaparpolitiska grundstøðið hjá sitandi samgongu er sum kranavatn afturímóti tí hjá undanfarnu koalitión, so má man loyva sær at vænta, at skil og fyrilit vera hornasteinarnir, tá ið fólksins fíggjarorka skal umsitast, - eisini uppá sikt.
Sagt verður, at breiðar herðar skula til í góðum tíðum, at stjórna einum samfelag. Nakað man vera um tað. Men hinvegin krevst so sanniliga sterkur ryggur, skal tú koma tær snikkaleysur ígjøgnum minni góðar tíðir. Nú velst alt um politiska kremið í Nesinum og so sjálvandi atkvøðuneytini uppi á Vaglinum. Tað eigur og skal bera til, yvir hetta 4 ára valskeiðið, at skerja allan blokkstuðulin burtur úr føroyska landsrakstrinum, soleiðis at vit tá kunna fáa staðfest, um nú nakað hald var í hesum vitleysa flosklinum, um at búskaparligt sjálvbjargni og politiskt frælsi, neyðturviliga skula vera ein alin av sama vaðmali. Loyvi mær at ivast. Hugsi at hetta heldur er eitt uppfunnið alibi hjá politiskum trygdarnarkomanum, fyri framhaldandi at sleppa at dusa sær í politiskum alringum, høsnarhúsum og karusellum, sum fremmandir menn hava sett seg á, stjórna og eiga.
Tjóðveldisflokkurin situr við lyklinum úti í fíggjarmálastýrinum. Nógv stendur og fellur við hansara leikluti. Um tað ber ella brestur, nú gleivið í gapinum hjá Voltaire ikki er so vítt sum tað var fyri fýra árum síðani. Vísa vit rætta dirvið og hegnið og kanska ofra bara eitt evarska lítið petti av yvirflóðini, sum nú herjar hetta landið, so hugsi eg at tað fer at bragda, - annars ikki. Annars mega vit bíða eftir næsta gapinum. Hvør ið tá stendur uppi, - ella liggur undir moldum.
Allur útreiðsluvøkstur nú, er sum ístur, feigdargull, ið Grani neyvan stendur undir, tá ið hann ríður heim av heiði. Vit eru komnir framat eini lagnustund, har ið føroyskir sjálvstýrispolitikarar skula vísa mansevni, skula prógva um skapta tesan, samanflættingin av hugtøkunum búskaparligt sjálvbjargni og politiskt frælsi, hevði nakað uppá seg, ella bara var blektað bluff fyri at tekkjast einum parti av fólkinum og fyri at røkja klistrið á politisku taburettunum. Nú spyrst sum livst.