Andras Mortensen bestu yrkisbókmentina

Ritgerðin hjá Andrasi Mortensen um føroyska bátin fekk virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir

HEIÐURSLØN

Andras Mortensen fekk fyri ritgerð og bók sína um føroyska bátin handaða Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir.
Gunnar Isholm, umboðandi dómsnevndina, segði á samkomu týskvøldið, at bókin hjá Andrasi, umframt at líka øll faklig krøv, eisini var ógvuliga spennandi og góð at lesa.
?Andras hevur í ritgerð síni ?Hin føroyski róðrarbáturin? á dyggum søguvísindarligum grundarlagi greitt frá søguni um gamalt føroyskt bátasmíð, hvussu róðrarbáturin varð nýttur i dagligum yrki, og hvønn týdning hann hevði í føroyska samfelagnum?, stóð m.a. at lesa í grundgevingini frá dómsnevndini.
Víðari verður sagt:
?Tað var í tøkum tíma, at hetta evnið, sum í øldir hevði avgerandi týdning fyri alt lív í Føroyum, varð tikið upp til søguvísindaliga viðgerð, og nevndin ivast ikki í, at Andras við hesi ritgerð hevur givið landsmonnum sínum eitt í allar mátar virðismikið og fyrimyndarligt verk.?
Sjálvur gjørdi Andras ógvuliga lítið burturúr sær sjálvan, men nýtti heldur høvið at minnast á teir persónar, sum høvdu gjørt eitt stórt arbeiði fyri føroysk fornminni og sláa fyri í arbeiðinum hjá sær. Hann nýtti eisini høvið til at minnast aftur á M.A. Jacobsen sjálvan, og tað arbeiði, hann hevur gjørt fyri føroysk fornminni og samfelagið.
Hann fór undir arbeiðið, tí hann í starvi sínum á Føroya Fornminnissavnið skuldi hava bátarnar hjá savninum um hendi.
?Fyri meg hevur bókin um bátin ikki bara snúð seg um at skyna á, hvat var vert at goyma av bátum og ikki. Eg hugsi, at forvitni mítt heldur gjørdi, at upprunatrupulleikin bara gjørdist størri, sum áhugin vaks. Men eg haldi eisini, at eg kann siga, at tað fyri meg hevur serliga snúð seg um at skilja mentanarligar samanhangir úr fortíðini, sum hava týdning fyri tilveru okkara í dag, tí tað er hetta, sum bókin í grundini snýr seg um. Bátarnir úr fortíðini vóru tengdir at sosialum viðurskiftum, og tað er hetta, sum eg havi roynt at fanga, sigur Andras Mortensen
Ritgerðin er skrivað sum PhD. ritgerð á Fróðskaparsetri Føroya. Andras Mortensen er upprunaliga útbúgvin cand.mag í søgu og latín á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Ritgerðin er skrivað við stuðuli frá Statens Humanistiske Forskningsråd.
? Helst er tó alt ikki sagt og skrivað enn, og nógv er eftir at tríva í á sama øki, segði Andras Mortensen, tá hann takkaði býraðnum fyri heiðurin.