Stríðið um fullveldi má gerast partur av gerandisdegnum í Føroyum

Røða hildin á fólkafundi á Doktaragrund Ólavsøkudag 29. juli 2002

Størsta politiska bakkastið seinastu 4 árini var, at fólkið ikki slapp at siga sína hugsan um framtíðarstøðu Føroya við einari fólkaatkvøðu.
Í einari støðu har partapolitikkur valdar og stakmál og persónar eru fremst eru allar grundir fyri at hava politisk amboð sum leggja kósina fyri longri tíðarskeið. Fólkaatkvøðan um sjálvstýri Føroya hevði júst verið ein tílik kósleggjandi politisk avgerð, sum hevði givið politiska arbeiðinum í Føroyum mál og mið.
Men vit fingu ikki fólkaatkvøðuna. Fólkaatkvøðuleiðin var stongd á hesum sinni. Vit mugu finna aðrar leiðir.
Ein av størstu vandunum fyri framtíðarmøguleikunum í Føroyum er, at vit ikki nýta okkara rætt og sum aðrar smátjóðir nýta allar teir møguleikar sum eru hjá sjálvstýrandi ríkjum at fóta sær í einum broytiligum heimi.
Fullveldisstríðið kom á dagsskrá og hevur stýrt føroyskum politikki síðani. Onkur heldur kanska at seinasta val ? ommuvalið, sum onkur kallaði tað ? merkir at fullveldið er farið av dagsskrá aftur. So er ikki. Fullveldisstríðið má og skal vera tann leiðbeinandi kraftin í øllum politiskum lívi í Føroyum, tí bert hetta tryggjar, at føroyskur politikkur setur eina ábyrgdarkós, sum verjur móti, at vit ikki aftur enda í lemjandi kreppum.
Men skuldi politiska stríðið linka og hin gamli »hugnaligi« løgtingspolitikkurin, sum summir løgtingsmenn leingjast so sára eftir, aftur fingið valdið, so kemur fullveldisspurningurin aftur, men hesaferð úr Danmark í samband við gongdina í ES.
Hin stóra rættarliga tvísøgnin: danski limaskapurin í ES
Ein sterk fólkslig andstøða uttantings bjargaði í 1972 Føroyum undan at enda í EEC saman við Danmark. Hetta er týdningamesta politiska hending í heimastýristíðini.
Árið eftir avgjørdi danska stjórnin at boða ES frá, at EEC sáttmálarnir ikki »finder anvendelse« fyri tann ríkispartin sum eitur Føroyar. Uttan iva væntaðu danir, at føroyingar fóru at broyta støðu, men hetta hendi ikki og hevur hetta skapað eina stóru rættarligu tvísøgn í danska ríkinum. Danska fólkatingið letur fullveldi til ES, samstundis sum sama ting tvíheldur um, at tað hevur fullveldið yvir Føroyum. Hetta merkir at tað fullveldi, sum Danmark letur, ikki bert er teirra egna, men eisini okkara. Hetta verður gjørt uttan at føroyskir myndugleikar vera eftir spurdur.
Við at tvíhalda um, at teir heva fullveldið yvir Føroyum, er støðan hjá dønum, vorðin púra skilaleys. Hvussu kunnu danskir myndugleikar lata fullveldi Føroya til ES, uttan at spyrja føroyingar um loyvi?
Um Danmark fer næstu stigini og letur fullveldi í uttanríkispolitikki, rættarpolitikki og øðrum stórum politikkøkjum til ES, so kemur fullveldisspurningurin uttan politiskt stríð í Føroyum aftur ovast á dagsskrá.
Tey sum tosa fyri loysnum innan fyri ríkisfelagsskapin fáa tá ein sera stóran politiskan trupulleika, tí um fullveldi áhaldandi verður flutt frá danska fólkatinginum til ES, so vera bert tveir møguleikar eftir hjá Føroyum: At taka fullveldi heim ella at gerast eitt danskt amt aftur.

Løgtingssamtyktin um sjálvsstýri
Vit fingu ikki eina fólkaatkvøðu, men eina løgtingssamtykt, sum leggur ein 12 ára ætlan. Løgtingsavgerðin var røtt undir umstøðunum, og var ein staðfesting av, at løgtingið út frá »ómissandi og framhaldandi sjálvsavgerðarrætti«, tók undir við, at farið varð undir eina miðvísa fullveldisætlan. Sjálvsavgerðarrætturin varð staðfestur. Løgtingið setti við hesum ? og henda samtykt stendu enn við ? eina dagsskrá, sum rakk um fleiri valskeið ? tað var nýskapandi í sjalvum sær.
Støðið er longu fyri lagt undir einum politikki sum ger karmarnar í føroyska samfelagnum greiðari, meira gjøgnumskygdar og støðugari. Sjálvstýrisætlanin setur enn dagsskránna og tey sum eru ímóti føroyskum sjálvbjargni og veruligum føroyskum sjálvstýri mugu taka støðu út frá hesi ætlan.
Fremst móti henni stendur hin gamli løgtingspolitikkurin, sum ikki sær meira enn eitt valskeið ísenn, sum ikki vil viðgera heildir, men stakmál, og sum ikki vil viðganga, at politiskar avgerðir eru raðfesting og val millum øki, sum kappast um avmarkað tilfeingi. Sum ikki vil viðganga, at tað ikki ber til at reka politikk sum tað var vanligt áðrenn kreppuna, uttan at seta vælferðina í vanda. Og sum ikki megnar at skilja, at vælferð okkara bert kann skapast í Føroyum.

Eru vit a veg aftur í 80?ini
Er hin gamli politikkurin aftur um at fáa valdið á tingi og í landsstýri? Summi halda so er. Tað tykist sum løgtingspolitikararnir hava lyndi til at falla aftur í tað gamla arbeiðslagið, ein politikkur uttan mál og mið og tíðarkarm, sum handlar um at gera politiskar semjur heldur enn at finna rættar loysnir. Í 80?unum var ein stórur partur av politikkinum um hvussu løgting og landsstýri kundi býta tær stóru almennu inntøkurnar ? og donsku veitingarnar ? út sum studning og veðhald, so at skattaborgarin bar váðan av føroyskum vinnulívi.
Í flestum av nítiárunum loyvdi støðan í landskassanum ikki hesum politikk og vinnan kláraði eftir stuttari tíð at nýta teir møguleikar, sum hin stóra skuldasaneringin gav, og virkar nú yvirhøvur á vanligum handilsligum grundarlagi.
Hetta merkir at støðan í dag er heilt øðrvísi enn hon var í 80?unum. Vinnulívið stendur á egnum beinum og hevur bæði váða og vinning, fíggjarstovnarnir virka, og stuðul til vinnulívið er ein avmarkaður partur av løgtingspolitikkinum.
Men har er eitt stórt men. Kreppur bæði fyrr og í nítiárunum hava ført við sær at politiska skipanin hevur fingið ábyrgd av pørtum av vinnulívinum og haraftrat hevur landið fíggjað og eigur ymiskar tænastur, sum aðrastaðni verða riknar á privatum grundarlagi. So ella so eigur landið virði í fyritøkum og grunnum fyri meira enn 3,7 milliardir krónur. Hetta letur møguleikanum upp fyri at taka upp aftur hin gamla politikkin, hesaferð ikki sum peningaligur studningur, men at lata landsins ognir av hondum við politiskum fyriliti heldur enn vinnuligum og handilsligum.
Ráðini eru ? ongantíð ov skjótt ? at fáa gongd á, at fyritøkur og tænastur, sum ikki eiga at vera har, verða tiknar burtur av politiska leikvøllinum og javnvágin millum alment og privat verður bøtt.

Avbjóðingarnar
Føroyar standa í dag fyri stórum avbjóðingum, heima og alheimsliga. Vit eru í øldir vundin gjøgnum skipanir, sum er skapaðar til aðra tjóð og aðrar umstøður. Hóast hetta hava vit fótað okkum tjóðskaparliga.
Í dag letur heimurin seg upp.Trýstið kemur ikki bert frá miðveldinum, vit liggja meira opin fyri øllum heiminum. Í hesum eru vandar, men eisini møguleikar, vinnuligir og mentanarligir, sum kunnu loysa upp fyri tí søguligu binding vit í so nógv ár hava havt til eina tjóð í landsuðri.
Í hesi alheimsgerð liggja serligir vandar fyri útjaðaraøki, sum liggja langt frá menningardeplum á meginlandinum. Vit avgera sjálvi um vit vilja vera útjaðari, ein fjarskotin ríkispartur í einum miðveldi, sum hevur onnur áhugamál enn okkara, ella um vit vilja taka tjóðskaparliga avgerðarrætt okkara í álvara og seta okkum greiða málið at byggja okkara egna burðardygga samfelag í Norðuratlantshavi. Um vit vilja lofta teimum stóru møguleikum alheimsgerðin gevur okkum til at byggja upp eitt samfelag, sum bjóðar øllum føroyingum ? eisini teimum nógvu, sum í dag virka í øðrum londum ? møguleikan at byggja einar ríkari og sterkari Føroyar. Gera vit ikki hetta verður tað sera torført at klára seg í kappingini við grannalond okkara og vandi er fyri búskaparligari afturgongd, sum vit síggja tað í so nógvum útjaðarum í okkara heimsparti.
Ein av stóru avbjóðingunum er at fáa eina semju ? og ikki bert eina politiska ? um hvussu vit skipa okkara samfelag av nýggjum heldur enn framhaldandi at skriva av eftir loysnum uttanifrá.
Tað fyrsta er at semjast um hvørjar tænastur vit vilja hava og um hvørjar teirra skulu vera okkara felags ábyrgd og rekast alment. Tað hevur størri týdning enn bygnaður og játtanir. Tá hetta er fingið til rættis er stóra takið at fáa tey sum starvast á hesum økjum at taka undir við og ábyrgdina av neyðugum broytingum. Síðani kemur spurningurinn um at útvega neyðugu játtanir.
Hetta er arbeiði, sum sum tekur langa tíð og í veruleikanum ongantíð endar. Tað er tí stórt spell at gongd ikki er sett. Lítið er frætt um royndir at finna loysnir, har fyrimunurin av at vera eitt lítið opið samfelag verður nýttur, tá ódýrar og dyggar loysnir fyri almennar tænastur skulu finnast. Vit hava í alt ov stóran mun skipanir sum hóska til ein danskan leist, eitt samfelag sum er 100 ferðir størri enn okkara.

Møguleikarnir
Vit hava tveir møguleikar. At detta niður aftur í hin gamla løgtingpolitikkin ella at ganga tað nýggju sjálvbjargnis- og sjálvstýrisleiðina.
Hin gamli løgtingspolitikkurin kravdi lítið, men varð okkum dýrur.
Ein nýggjur sjálvstýrispolitikkur krevur nógv meir. Hann krevur at vit øll taka ábyrgd av og lut í førda politikkinum. Heima og til arbeiðis ? í dagligum práti og alment í fjølmiðlunum.
Hann ásannar, at búskaparligt langtíðar skilvísi er einasta grundarlagið undir vælferð í Føroyum. Hann ásannar at neyðugt er at broyta nógv í samfelagnum til at fáa alt at sampakka betri við føroyskar liviumstøður.
Ábyrgdin er okkara. Tað nyttar ikki at lasta øðrum, tað nyttar ikki at bíðja eftir, at onkur annar skal skipa alt fyri okkum ella leggja okkum loysnir til rættis.
Ein týdningarmikil fyritreyt fyri at hetta kann hepnast er ein sterk rørsla og meiningsskapan, uttan fyri løgtingið, leys av partapolitikki, sum heldur málið fyri eyga og vísir á tørvin á at taka størri ábyrgd í øllum samfelagsviðurskiftum fyri at føroyska samfelagið framhaldandi skal taka seg fram.
Ikki fyrr enn hetta er komið í lag koma vit burtur úr núverandi politiska máttloysinum. Í hesi gongd hevur tað stóran týdning at leggja mál út til alment orðaskifti har øll kunnu taka lut og ikki bert politisku flokkarnir og embætisverkið.
Lat okkum nýta fólkafundir ? og øll onnur amboð ? í fullveldisstríðiðnum, so tað aftur verður partur av gerandisdegnum í Føroyum.