Ikki angrað fosturtøku eina løtu

Sosialurin hevur tosað við eina kvinnu miðskeiðis í tjúgunum, sum valdi fosturtøku, tá hon varnaðist, at hon var við barn. Hon sigur, at hon hevur ongantíð angrað avgerðina, sum hon tók fyri umleið seks árum síðani. Hon heldur, at tað er burturvið, at løgtingsmenn, sum stýra landinum til dagligt eisini skulu gera av, hvat ein kvinna kann og ikki kann gera við sín egna kropp

 Fosturtøka<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>

Kvinnan, sum Sosialurin hevur tosað við, hevur valt at vera dulnevnd, orsakað av viðkvomu støðuni, hon hevur verið í. Vit hava valt at kalla hana Anna.<o:p></o:p>


Tá hon fyri umleið seks árum síðani gjørdist við barn, var tað fyri hana ikki ein gleðilig hending. Hon var sera illa fyri, og hon bleiv tunglynt.<o:p></o:p>


- Eg spýði allatíðina og vildi bara sova og orkaði so at siga onki. Eg gekk í skúla tá, og sjálvandi gekk tað út yvir mína skúlagongd, at eg alla tíðina var so troytt og illa fyri. Drongurin hjá mær vildi als ikki góðtaka tað, at eg var vorðin við barn. So umstøðurnar vóru út av lagi vánaligar. Men eg gevi als ikki honum skuldina fyri tað. Eg tók avgerð um, at eg vildi hava fosturtøku beinanvegin, tá eg varnaðist, at eg var við barn. Og eg havi ikki angrað tað eina løtu. Heldur ikki, um eg í dag síggi børn, sum eru í tí aldrinum, sum mítt vildi verið í, um eg ikki valdi fosturtøku. <o:p></o:p>


Anna sigur tó, at um hon gjørdist við barn í dag, so hevði støðan verið ein heilt onnur, og nú hevði hon ikki valt fosturtøku.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


Fosturtøka ikki fyribyrging<o:p></o:p>


Anna sigur, at allar kvinnur kunnu koma í ta støðuna einaferð, at tær eru vorðnar við barn uttan at vilja tað. Og tá skulu hesar kvinnur hava ein møguleika til at velja, hvat tær vilja. <o:p></o:p>


- Fosturtøka skal als ikki nýtast sum fyribyrging, men ein og hvør, sum kemur í hasa støðuna, hevur uppiborið at hava eitt val. Eg taki als ikki undir við, at ein kvinna skal kunna taka fostur fleiri ferðir, men tað eru so nógvar, sum koma í somu støðu, sum eg var í og ikki kunnu velja. Ella fáa ikki fosturtøku. Tað eru sanniliga eisini nógvar kvinnur, sum ikki velja fosturtøku og tað er tað rætta fyri tær, sigur Anna, sum heldur, at tað eru so nógvir aðrir menniskjasligir feilir, sum tað verður borið yvir við, at hví skal hetta so ikki eisini kunnað vera tað.<o:p></o:p>


Summi siga, at fosturtøka er morð. Men hesum er Anna ikki samd í.<o:p></o:p>


- Tað er eitt fostur, sum verður tikið, so tað er ikki tað sama sum morð. Og so er angribollin eisini morð, men hann er ikki bannaður.<o:p></o:p>


Hon vísir eisini á, at tað eru umstøður, sum gera, at ein kvinna kann fáa fosturtøku í Føroyum. Men hon heldur ikki, at tað skal verða gjørdur munur á.<o:p></o:p>


- Óansæð um ein kvinna til dømis verður neyðtikin ella ikki, so eigur hon at kunna velja, um hon vil ganga við fostrinum ella hava eina fosturtøku. Eg taki so í øllum førum ikki undir við sjónarmiðjunum hjá Miðflokkinum, tá tað kemur til fosturtøku. Eg haldi, at tey sjónarmiðini eru langt úti. Veit ikki hví, men tað er helst tí eg eri so frí, sigur Anna og leggur aftur at, at samfelagið skal verða fyri øll, og at tað ikki er rætt, at tað verður lóggivið um tílíkt.<o:p></o:p>


Hon heldur, at tað átti at verið eitt ráð mannað við læknum og serfrøðingum, sum tóku avgerð um fosturtøka skal verða framd ella ikki, heldur enn tann vanligi løgtingsmaðurin, sum í veruleikanum ikki veit, hvat hann tosar um.<o:p></o:p>


- Eg haldi, at lógir skulu smíðast út frá hugburðum hjá menniskjum og ikki út frá Bíbliuni. Tað ber ikki til at liva eftir Bíbluni, og fyri tað um nøkur ynskja at royna at gera tað, so kann tað ikki vera meiningin, at vit øll skulu noyðast til tað. Nei, í staðin skal tað heldur vera, sum tað er, har tey, sum ynskja at liva eftir Bíbluni hava møguleika til tað, meðan onnur hava møguleika til at liva eftir onkrum øðrum, sigur Anna og spyr samstundis, hvat hendir við børnunum hjá nógvum ungum mammum í dag? <o:p></o:p>


- Nógv børn hava tað ikki gott, tí at mamman var so ung, tá hon fekk tað, og tí at hon ikki maktar leiklutin sum mamma til fulnar. Hóast eitt barn er eitt undur, so er tað ikki altíð lukkan.<o:p></o:p>


- Ein onnur orsøk til, at eg haldi, at tað er skeivt at lóggeva um tílíkt er, at tað til tíðir kann tykjast sum um onkrir politikarar siga seg ikki taka undir við fosturtøku, hóast teir gera tað, av ótta fyri at missa atkvøður frá teimum, sum eru ímóti. Tí er tað betur, at tað eru fólk, sum hava skil fyri tí, sum taka avgerð um tað og ikki politikarar, heldur Anna.<o:p></o:p>


Hon gekk í skúla, tá hon fekk fosturtøkuna. Og hon greiðir frá, at tey høvdu um etikk í religión og sjálvandi tosaðu tey eisini um fosturtøku.<o:p></o:p>


- Tá stóð tað mangan nógv á mær at ikki reisa meg upp og siga teimum, sum vóru so skjót at siga, hvussu skeivt tað er, ella at tað er morð, at eg hevði roynt tað. Tí tað var eyðsæð, at tey høvdu ikki ánilsi fyri, hvat tey tosaðu um. Tað var ógvuliga torført at tiga, men eg gjørdi tað, kortini. Ofta haldi eg, at fólk bara tosa og tosa, uttan rættiliga at hava skil fyri tí, tey tosa um. Tað kann vera sera ørkymlandi til tíðir.<o:p></o:p>


Anna heldur tað so avgjørt ikki vera lætt at fáa fosturtøku í Føroyum. <o:p></o:p>


- Tú skalt hava eina góða orsøk fyri at fáa játtandi svar. Orsøkin, sum eg gav, var, at eg var so ung, har var ongin pápi, eg var so sjúk og eg gekk í skúla. Eg minnist, at tann gynækologurin, sum kannaði meg, virkaðið eitt sindur irreterað ? helst tí at eg plágaði um at fáa játtandi svar ? tí hon segði at enda: ? Okey, so gera vit tað meðni!?, greiðir Anna frá.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


Fekk nógvan stuðul<o:p></o:p>


Anna fann út av, at hon var við barn, tá hon var komin næstan tveir mánaðir. Hon sigur, at hon og drongurin høvdu nýtt fyribyrging, men at hon kortini gjørdist við barn. Men tað at tey høvdu ansað eftir, gjørdi sítt til, at tað gekk ein tíð, áðrenn hon byrjaði at umhugsa, um hon mundi vera uppávegin. <o:p></o:p>


Men tá tað so gjørdist greitt, at hon var við barn, var hon onga løtu í iva um, at hon vildi hava fosturtøku.<o:p></o:p>


- Eg tók avgerðina sjálv. Mamma, sum eg sjálvandi segði tað fyri, segði, at tað var mín avgerð, og óansæð, hvat eg valdi, so stóð hon aftan fyri meg. Hon blandaði seg ikki uppí, og hon var hvørki fyri ella ímóti. Tað hevði ómetaliga stóran týdning fyri meg. Eisini stuðlaðu vinkonurnar mær væl. Eg og mamma fóru til kommunulæknan. Mamma var við, tí at hon skuldi skriva undir, at eg kundi fáa fosturtøku, tí eg var so ung. Aftan á tað fóru vit so til gynækolog.<o:p></o:p>


Anna bleiv innløgd á Landssjúkrahúsið. Tað fyrsta, sum hendi var, at hon fekk eina tablett at slappa av við. Har lá ein onnur kvinna á somu stovu, sum Anna. Hon skuldi eisini hava fosturtøku, og Anna sigur, at tað gjørdi skommina minni hjá sær. Tí tá sá hon, at tað var ikki bara hon.<o:p></o:p>


Sjúkarsystrar gingu inn til hana alla tíðina og spurdu, um hon nú var vís í, at tað var tann rætta avgerðin, hon hevði tikið. Um hon hevði hugsað um valmøguleikarnar hjá sær. Men Anna hevði tikið sína avgerð og var vís í, at tað var tað, hon vildi.<o:p></o:p>


- Eg helt tað vera skomm, at eg var vorðin við barn. Eg var so ung, har var ongin pápi, ongin av mínum vinkonum átti barn og so hevði eg tað so ringt, bæði likamsliga og sálarliga, at har var onki at ivast í hjá mær. Tað var tað rætta fyri meg. Eg minnist, at tá eg var longst niðri av hesum, kundi eg liggja og sláa meg sjálva í búkin. Hvønn dag, tá eg vaknaði vónaði eg, at eg fór at missa tað, sigur Anna, sum eisini veit at siga frá um aðrar ungar gentur, sum fóru út at renna ella hoppa fyri at kasta burtur.<o:p></o:p>


Anna sigur, at hon sá, hvussu sjúk hon hevði verið, tá hon vaknaði aftur eftir, at alt var yvirstaðið. <o:p></o:p>


- Eg leyp upp úr songini og kendi meg sum fødda av nýggjum. Tí eg hevði gingið við fostrinum í tveir mánaðir tá, og havt eitt negativt forhold til tað allatíðina. Eg helt tað vera nakað keðiligt, sum eg gekk við og vildi bara hava tað vekk. Og tá eg so vaknaði, tá var tað vekk og tað var ein góð kensla fyri meg, tí eg vildi ikki hava tað har. Eg veit, at hetta ljóðar øgiligt og kensluleyst, men eg hevði tað so ringt bæði likamsliga og sálarliga av tí, at tað var ein lætti, tá tað so var yvirstaðið. Sjálvandi helt eg tað vera skomm. Bæði tað at vera vorðin við barn og so eisini tað at taka fostrið. Men eg hevði góðan stuðul frá mammu og vinfólkum, sum kendu til mína støðu, so tað gjørdi tað lættari, um ein kann siga so.<o:p></o:p>


Hon slapp heim seinni tann dagin, og so byrjaði gerandisdagurin aftur.<o:p></o:p>


- Vit tosaðu ikki nógv um tað, sum var hent. Eg haldi, at vit vildu bara gloyma tað. Tað var ongin orsøk til at tosa um tað, sigur Anna, og leggur aftur at, at tað, sum hon var mest bangin fyri, meðan hon bíðaði var, at hon fór at fáa noktandi svar.<o:p></o:p>

- Men so hevði eg farið til Danmarkar, sigur hon avgjørd á málinum.