Hósdagin fer 22 ára gamli amerikanarin at standa í Elim í Søldarfirði og taka ímóti brúður sínari Hildur.
Hósdagin eru tað góðir ellivu mánaðir síðani, at Carlos Mayes var staddur í Washington D.C. í USA, har hann starvaðist í Pentagon, sum petty officer 3. class í United States Navy.
11. september 2001 fer at standa eftir sum ein hin týdningarmiklasti merkisdagurin í amerikanskari søgu eins og í heimssøguni. Tað var tann dagin, at terroristar rendu við tveimum flogførum á World Trade Center (Twin Towers) í New York og hernaðar bygningin Pentagon í Washington D.C. Túsundtals fólk doyðu orsakað av álopunum.
Carlos Mayes er komin til Føroya at giftast, og hann helt hóskvøldið fyrilestur. Tað var Ungmannafelagið Samband, ið skipaði fyri.
Sum ein jarðskjálvti
Lagnudagin 11. september minnist Carlos Mayes rættiliga. Hóast tað er skjótt eitt ár síðani, so stendur dagurin framvegis frískur í minninum á 22 ára gamla hermanninum í United States Navy, ið er at meta sum eitt slag hernaðarligari sjóverju. Nakrir av hesum sleppa at arbeiða í Pentagon, men tað eru strong krøv
Eg minnist, at vit henda morguni tosaðu um álop, og hvat kundi henda við okkum, greiðir Carlos frá.
Áðrenn álopið vóru teir av teirri sannføring, at Pentagon, ið er fimmhyrnaður umsitingarbygningur hjá amerikanska verjumálaráðnum, ikki kundi rapa orsakað av nøkrum álopi. Bygningurin varð tikin í nýtslu í 1953. Hann hevur sjey hæddir, har tvær eru undir jørð.
Tá flogarið rakti bygningin, kendist tað sum ein lítil jarðskjálvti, sigur Carlos
Tað var beinanvegin, at tað byrjaði at líkist einum ruðuleika, og torført var at fyrihalda seg til støðuna hjá teimum mongu í Pentagon.
Flogfarið rendi á norður-vestur síðuna av bygninginum. Tað rænda flogfarið megnaði at skræða niður eina heila síðu av bygninginum.
Vit vóru bidnir um at syrgja fyri at fáa fólk út úr Pentagon og at halda skil á, tí vit kendu bygningin betri enn nakar annar. Tá vit fóru úr bygninginum fyri at fáa fólk úr, so sóu vit flogfarið. Tað var 50 metrar frá okkum, og tað lá eitt sindur á skák inni í bygninginum, og tað var roykur allastaðni. Vit vóru bangnir fyri, at flogfarið skuldi spreingjast, so vit skundaðu okkum at fara út, greiðir Carlos frá.
Vit skuldu hjálpa bjargingarfólkunum at syrgja fyri, at fólk høvdu tað gott. Síðani skuldu vit fara innaftur í bygningin fyri at leita eftir nøkrum yvirlivandi í bygninginum ella flúgvaranum. Tað var tó alt ov heitt hjá okkum at vera inni. Vit vistu, at var tað ov heitt hjá okkum at vera inni í bygningum, so var tað nógv heitari hjá teimum í flogfarinum, og har vóru valla nøkur á lívi. Vit vóru noyddir at bíða til sløkkiliðið kom fyri at køla niður og sløkki eldin.
Meðan alt hetta gekk fyri seg, og teir bíðaðu eftir sløkkiliðnum, komu hópin av skaddum fólki út úr bygninginum, og hesi vóru í fleiri førum illa fyri. Carlos og hansara deild vóru noyddir at hjálpa til.
Eg eri ikki serliga vandur at fáast við heilivág, men eg varð noyddur at læra ógvuliga skjótt, sigur Carlos.
Meðan alt hetta hendi, so varð alt samband við umheimin kvett. Carlos og hinir, sum fingust við at hjálpa, sluppu ikki avstað, tí vegirnir vóru stongdir. Fartelefonirnar riggaðu heldur ikki, tí teir vóru bangnir fyri, at frekvensurin frá telefonunum vildi fáa eina møguliga bumbu at spreingjast. Teir royndur eisini at halda fólki burtur frá bygninginum, tí vandi var fyri spreingingum.
Meðan vit royndu at halda fólki aftur. løgdu vit til merkis ein hvítan vørubil, ið stóð parkeraður. Bilurin hevði eingi vindeygu, og hann tóktist misteinkiligur. Vit kannaðu bilin og royndu at halda fólki aftur. Tríggjar minuttir seinni sprongdist bilurin, sigur Carlos.
Teir gjørdu síðani enn eina roynd at fara inn í Pentagon bygningin, har Carlos eisini hevði sína mappu, lyklar og onnur ting liggjandi. Men heldur ikki hesaferð bar til, tí tað var framvegis alt ov heitt.
Eg vildi ógvuliga fegin sleppa at ringja til unnustu mína. Eg hevði ikki givið ljóð frá mær í átta tímar, og hon visti einki um, hvussu tað stóð til hjá mær. Eg og nakrir aðrar fóru síðani til eitt stað, ið liggur beint við Pentagon. Vit máttu klatrað upp um hegn. Har møttu vit løgregluni, ið ikki kendi okkum fyri at arbeiða í Pentagon, tí vit vóru í hvítum búnað og smurdir út við blóði. Til hildu okkum so aftur, til vit fingu prógvað, hvørjir vit vóru. Vit sluppu síðani avstað og fingu ringt, greiðir Carlos frá.
Næsta dagin vendur teir aftur til Pentagon. Alt var í knúsi og brent, har teir hildu til. Sjálvur mátti Carlos uppliva at finna av av sínum skipsfeløgum deyðan. Hetta var ein av monnunum, ið hevði vant Carlos, og tað var eisini Carlos, sum mátti tann tunga teinin til konu hansara og børnini at siga teimum frá, hvat var hent honum.
Rudda upp
Beinanvegin næsti dagin var farið í holt við at rudda upp. Fólkini á staðnum skipaðu seg skjótt í ein sokallaðan camp, sum hevði til uppgávu at fáa rudda upp á økinum við Pentagon. George Bush vitjaði og staðið og helt eina talu fyri hermonnunum. Tær næstu tríggjar vikurnar arbeiddu fólk dag og nátt fyri at rudda upp í Pentagon.
Tað var sera strævið arbeiði, men vit royndu at halda út. Teir næstu mánaðirnar vóru vit fullkomiliga avskornir frá umheiminum. Eingin fekk loyvi at nærkast Pentagon, og alt, sum gekk fyri seg har, var loyniligt. Eg kundi enntá ikki siga unnustu mínari frá, hvat vit gjørdu, sigur Carlos, sum var verandi í Washington í seks mánaðir, men eftir hetta slap hann avstað aftur, tí herurin var bangin fyri, at fólk kundu fáa sálarligt mein av at vera ov leingi á staðnum.
Tað var heldur ikki alt líka tespiligt. Í alt lótu 240 fólk lív í Pentagon 11. september. Meðan Carlos og hini fólkini fingust við at rudda upp, so funnu tey oftani ymsar kropslutir liggjandi.
Dagin eftir álopið vóru øll bangin. Flogfarið var framvegis har, og vit royndu at finna yvirlivandi, men har vóru eingi at finna. Hetta er eitt av teimum upplivilsunum, ið tú ikki vil uppliva umaftur. Tað var nógvur hiti og nógvir kropslutir.
Eg visti ikki, at ein mannakroppur kundi smeltað. Eg tók ein arm upp, og hann smeltaði, meðan eg helt honum, greiðir Carlos frá, sum sjálvsagt gjørdist skelkaður av hesum hendingunum.
Seinni hjálpti Carlos eisini til fyri at fyribyrgja Anthrax-álop, ið fólk kanska minnast at hava hoyrt um nakað eftir 11. september.
Ikki fyrireikaður
11. september hevur sjálvsagt sett síni spor hjá Carlos. Í herinum hava hansara brøgd 11. september givið honum vind í seglini, men orsakað av at alt var so loyniligt, so kundi hann ikki tosa við sína familju um hendingarnar fyrr enn hálvt ár seinni. Hann velur tó ikki at hyggja svart upp á framtíðini.
Eg havi lært, at tú skal fáa meira burturúr hvørjum einasta degi, tí tú veitst ongantíð, hvat kann fara at henda. Tað er týdningarmikið at liva lívið, meðan tú kanst, sigur Carlos.
Sæð í bakspeglinum, sigur Carlos, at teir als ikki vóru til reiðar til 11. september, men nú hava teir lært eitt sindur meira.
Einki kundi havt fyrireikað okkum til 11. september. Tað kom fullkomiliga óvart á okkum, og vit høvdu als ikki kunnað ímyndað okkum nakað sovorðið.
Í landinum gjørdust fólk eisini meira patriotisk, og herurin fekk nógv størri virðing.
Dámar í Føroyum
Orsøkin, til at Carlos er í Føroyum, er, sum sagt, at hann skal giftast hósdagin.
Í sama viðfangi fekk Ungmannafelagið Samband fatur á honum til at siga eitt sindur um 11. september. Carlos sigur seg vera vanan við at halda fyrilestrar og greiða frá um 11. september, tí fólk eru sera áhugaði allastaðni, og hann greiðir fegin frá.
Komandi verfaðir Carlos eitur Alfred Olsen, og er hann næstformaður í Sambandsflokkinum.
Hann greiddi hóskvøldið eisini eitt sindur frá, hvussu tað var at uppliva New York eina viku eftir 11. september.
Í framtíðini verður alt áðrenn ella eftir 11. september, segði Alfred m.a.
Carlos letur væl at Føroyum, og hann heldur ikki, at føroyingar hava nakað at óttast, tí, sum hann sigur, hví vildi nakar terroriserað her.