framtíðina og annað, meðan landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum greiddi frá ætlanum landsstýrisins viðvíkjandi framtíðar ríkisrættarligu støðu okkara. - Vit fingu ongar beinleiðis afturmeldingar frá gestunum [...] saman við Viðskiftastovuni skipað fyri sendiráðharravitjan til Føroya. Talan er um útlendskar sendiráðharrar í Danmark, og áhugin at koma til Føroya í summar, hevur ongantíð verið so stórur sum í ár. - [...] Føroyar og føroysk áhugamál eru í fokus í løtuni, sigur Trygvi Johansen. Vitjanin verður frá síðst í august til eina viku inn í september. Komið fyri at verða Í síðstu viku skipaði Føroya Landsstýri saman
mánaðin at liva fyri frá Almannastovuni. - Tey siga, at hetta er tað, sum eg kann fáa, men hetta røkkur ikki til mat og klæðir til okkum - og als ikki til tey gjøld, sum fylgja við einum húsarhaldi, sjónvarps-og [...] við til at hjálpa okkum. Nanna sigur, at hjálpin, hon biðir um, er til mat og klæðir til børnini og tvungnu útreiðslurnar. - Eg klári ikki at forsyrgja mær og børnunum, og tað ber heldur ikki til í longdini [...] hevur fingið pláss til genturnar í barnagarðinum á Mýrunum, men hon hevur ongan møguleika havt at gjørt nýtslu av hesum plássum, tí teinurin til barnagarðin er so langur. Nú hon er komin til at eiga, orkar
ndi, verið í starvsvenjing á føroysku sendistovuni í Brússel. - Eg vil mæla øllum til at fara í starvsvenjing í einum øðrum landi. Um tú umhugsar, at tað er for langt burturi, ov trupult og málið og so [...] heimeftur aftur, greiður Rógvi frá. Hann er sannførdur um, at øll lesandi høvdu fingið nógv burturúr at farið ein slíkan túr. - Eg eri glaður fyri, at hava upplivað, at arbeiða í einum øðrum landi og búgva saman [...] sosialt og fakliga eri eg bergtikin av, hvussu gott tað er at fara avstað og royna seg í einum starvi og einum øðrum landi og at kenna so nógv dugnalig fólk, sigur Rógvi Nybo.
føroyska skúlanum. Hennara tilknýtið til húsið er sostatt sera sterkt, og hon er ein av fleiri, ið umtala Føroyahúsið sum tað bláa húsið . - Bláa húsið er onkursvegna mítt annað heim, og eg eri nakað so góð við [...] Sissal Kampmann. Vil bjóða føroysku mentanina fram Eitt annað, sum Sissal Kampmann ætlar at leggja seg eftir komandi tíðina, er at brúka Føroyahúsið til at bloyta upp uppá nakrar fordómar hjá dønum og øðrum [...] men so leingi eg ikki koyri húsið á heysin, so skal tað nokk vera við til at menna meg sum persón og leiðara. Mann er jú noyddur til at fáa vaccinir fyri barnasjúkur, sjálvt um mann er vaksin, sigur hon
er umráðandi at kenna til hesi viðurskifti, um vit skulu vera før fyri at hjálpa til dømis eini føroyskari familju, ið kemur til okkara í Skotlandi, greiðir Lillemor Jernquist frá. Lillemor Jernquist hevur [...] Viðkomandi, ið hevur til uppgávu at læra børnini tað, tey hava tørv á, hevur í grundini sama leiklut sum ein, ið stjórnar einum orkestri. Tað snýr seg um at leiða og stuðla einum bólki við børnum soleiðis [...] i, hart arbeiði, hvussu gerandisdagurin er á einum slíkum stovni hjá børnum, foreldrum, og starvsfólki er. Tað er trupult at skapa eina slíka atmosferu frá byrjan, men hon kemur so við og við. - Samstundis
lætnar til hjálpartiltakið, sum Stella Zachariassen av Argjum hevur tikið stig til. Hon er sjálv ættað av Sri Lanka, og er gift við føroyingi. Av hesi orsøk fer allur peningurin beinleiðis til tey neyðstøddu [...] inn í Føroyum. Ein av fyrstu døgunum er tí ætlanin at hon og mamman skulu fara til handils at keypa inn mat og annað til tey neyðstøddu. Her er ætlanin at alt skal koyrast í serstakar pakkar, sum fara [...] við einum brævbjálva við peningi í, og gav hann til vermóður Stellu. Ein annar partur av ætlanini hjá Stellu er at gera ein film um neyðhjálpararbeiðið á Sri Lanka. Hon hevur tí fingið fatur á einum pr
hevði kortini hug at royna okkurt annað - okkurt praktiskt. -Og soleiðis gekk tað til, at eg kom í læru sum timburmaður hjá Klaksvíkar Byggivirki tey fýra árini frá 1988 til 1992, sigur Ásmund. Hetta vóru [...] um kvøldið - kl. 17:30. -Tá nái eg ikki heim til hon byrjar, men tá plagi eg bara at taka hana upp á videoband, sigur Ásmund. Færri til hugnaløtur Eitt annað fast punkt á vikuskránni hjá Ásmundi er hugnaløtan [...] Hann kennir ikki til annað enn at vera deyvur ? hin 36 ára gamli Ásmund Reyðberg úr Klaksvík. Síðani hann var 1 1/2 ára gamal hevur hann ikki hoyrt eitt einasta orð. Men hetta hevur ikki forðað honum í
er úr Hoyvík. Saman við 279 øðrum børnum var hon eisini við til tiltakið hjá Ferðslutrygd fyrrapartin í gjár. Fær øgiliga ilt Ella gongur til dagligt í 1. flokki í Hoyvíkar skúla. Og tá hon frætti um tiltakið [...] nýggja reyða, sum hon í gjáramorgunin fekk frá Ferðslutrygd. - Eg haldi, at hjálmurin er cool. Og tað halda vinkonurnar hjá mær eisini, sigur Ella. 280 hjálmar til børnini 280 børn kunnu halda ein øgiligan [...] mangt annað á skránni. Men tá so vitjanin av TrøllaPæturi og Ommuni var á skránni lurtaðu børnini sera væl eftir, og sungu tess harðari við, tá tey vóru biðin um tað. Tiltakið varð hildið í einum av pakkhúsunum
avbjóðing! Hetta er sætta árið at Magna Thomassen er lærari við Haraldsunds skúla. At hon yvirhøvur kom til henda skúlan komst av, at foreldur hennara úr Klaksvík vóru deyð. Av tí at hon var einasta barnið, [...] var: Skuldi eg sleppa mær av við tað, ella taka mær av tí?! Eg valdi so tað seinna, sigur hon við einum brosi. Hon starvaðist tá við skúlan á Giljanesi í Vágum, men søkti starvið, tá tað varð lýst leyst [...] aldursbólkar. -Og so má ein syrgja fyri, at tey sum ikki eru við í tí, sum eg tosi um, hava okkurt annað at gera. Eg skal alla tíðina hugsa um øll, so tað er ein heilt onnur avbjóðing, sigur hon. Í skúlanum
eitt annað starvsfólk hava í eina løtu riggað til at taka ímóti einum stórum ferðalagi úr Íslandi. Hetta ferðalagið hevur fyrr um dagin verið í Funningi og hava nú boðað frá, at tey eru ávegis til Fuglafjarðar [...] bygdini rekur. Í handlinum hava tey nú gjørt seg til reiðar, og nú bíða tey bert eftir gestunum. Hóast hetta so gevur Odvør sær tíð til at siga okkum frá einum parti av virkseminum í handlinum, har tey hava [...] heimavirkishandli til, so er ein støðugur loppumarknaður alla tíðina í húsinum. Tað vísir seg, at fólk sera fegin vilja lata síni ting til henda loppumarknaðin, sum er eitt gott ískoyti til ta fíggjarligu