Eitt av málunum, sum vóru á býráðsfundinum í Klaksvík mánakvøldið var uppskot um at lata pening til neyðhjálpina eftir flóðalduna í Asia.
Á fundinum varð samtykt at lata 30.000 kr. í hjálp til tey neyðstøddu. Av hesum skuldu tær 20.000 kr. latast umvegis Reyða Kross.
Hinar 10.000 kr. verða lætnar til hjálpartiltakið, sum Stella Zachariassen av Argjum hevur tikið stig til. Hon er sjálv ættað av Sri Lanka, og er gift við føroyingi. Av hesi orsøk fer allur peningurin beinleiðis til tey neyðstøddu á hesi oynni, sum eisini varð harðliga rakt av flóðalduni.
Stella og maðurin, Petur, saman 1 1/2 ára gamla barni teirra, eru í løtuni á veg til Sri Lanka. Tey fóru úr London í gjárkvøldi, og skulu eftir ætlan lenda á Sri Lanka kl. 17 í dag. Tey koma aftur til Føroyar um tvær vikur.
-Eg eri sera takksom fyri allan stuðulin úr Føroyum. Hann fer at koma sera væl við hjá nógvum fólkum, sigur Stella Zachariassen úr telefonini í London fyrrapartin í gjár.
"Føroyskt" barnaheim
Stella er sum nevnt ættað av Sri Lanka, har pápi hennara er prestur og leiðari í eini samkomu á staðnum.
Hann er longu fult upptikin við at hjálpa teimum, sum hava tørv á hjálp í sjálvari samkomuni. Hinvegin so fer mamma Stellu at hjálpa henni við tí "føroyska" hjálpararbeiðinum.
Her hevur Stella longu lagt eina ætlan fyri, hvat peningurin skal brúkast til: Hon skal í fyrsta lagi seta á stovn eitt barnaheim fyri tey børnini, ið eru allar ringast fyri.
Áðrenn hon kemur so langt skulu tey formellu viðurskiftini fáast uppá pláss. Hon er jú vorðin føroyingur, og tí skal hon lúka nøkur serstøk krøv í so máta fyri útlendingar.
Men Stella ætlar ikki at liggja á teirri latu síðuni, nú hon er á heimaoyggj síni. Longu í annaðkvøld skal hon á fund við ein umboðsmann frá stjórnini um loyvi at fara undir hetta barnaheimið.
Gongur sum ætlað, so verður miðað eftir at hetta barnaheimið skal hava pláss fyri íalt 20 børnum.
Pakkar til neyðstødd
Barnaheimið er bert ein partur av ætlanini. Men Stella ætlar eisini at onnur skulu fáa gleði av neyðhjálpini, sum er savnað inn í Føroyum.
Ein av fyrstu døgunum er tí ætlanin at hon og mamman skulu fara til handils at keypa inn mat og annað til tey neyðstøddu. Her er ætlanin at alt skal koyrast í serstakar pakkar, sum fara at kosta um 300 føroyskar krónur hvør.
Í hesum pakkum eru ting, sum fólk hava brúk fyri í gerandisdegnum, men sum fyri ein stóran part hvurvu í herviligu flóðalduni. Her er t.d. talan um mat, heilivág, grýtur, seingjarklæðir og líknandi, sum er vanligt í einum heimi.
-Tá vit hava keypt alt og hava pakkað tað inn, fara vit út á ein átta tíma langan koyritúr til eitt stað, har pakkarnir skulu latast teimum neyðstøddu.
-Íalt rokna vit við at einar 50 familjur fáa hjálp á henda hátt, sigur ein sera virkisfús Stella.
Skal brúkast rætt
Síðani Stella var frammi við ætlan síni um neyðhjálp til Sri Lanka hevur streymað inn við peningi. Íalt hava fólk latið 172.000 kr.
Men peningur streymar inn alla tíðina. Og sjálvt nú, tey eru ávegis til Sri Lanka kemur peningur inn. So seint sum mikukvøldið, í øllum vindinum og heglinginum sum tá var, kom eina kona við einum brævbjálva við peningi í, og gav hann til vermóður Stellu.
Ein annar partur av ætlanini hjá Stellu er at gera ein film um neyðhjálpararbeiðið á Sri Lanka. Hon hevur tí fingið fatur á einum profesjonellum myndamanni á Sri Lanka, sum kemur at fylgja teimum teir 10 dagarnar tey verða á oynni.
Aftaná skal tað so klippast saman til ein film, som hon ætlar at fáa vístan í Føroyum.
- Eg meini, - peningurin er jú komin úr Føroyum. Og tí haldi eg eisini, at føroyingar skulu fáa at síggja, hvat peningurin verður brúktur til, sigur Stella.
30.000 kr. til neyðhjálp
Klaksvík: Á fundinum mánakvøldið samtykti býráðið í Klaksvík at stuðla teimum vanlukkuraktu økjunum í Asiu við kr. 20.000,- umvegis Reyða Kross, og við kr. 10.000,- til hjálpartiltakið á Sri Lanka, sum Stella Zachariasen á Argjum hevur tikið stig til.
Í skrivi, dagfest 05.01.2005, heitti minnilutin í býráðnum á býráðið um at lata hjálp til tey, sum eru rakt av flóðalduni í Asiu.
Málið var mánakvøldið á skránni fyri býráðsfundin við tilmælum frá sosialu nevnd um at stuðla við kr. 15.000,- av kontuni "Serlig tiltøk", frá mentunarnevndini um at stuðla við kr. 10.000,- av kontu 450753, og frá fíggjarnevndini um at stuðla við kr. 5.000,- av kontu nr. 690200 "Ferðir og umboðan" til hesa neyðhjálpina.
Á fundinum mánakvøldið samtykti býráðið, vísandi til tilmælið frá Fíggjarnevndini, at stuðla við teimum tilmæltu kr. 30.000,-
Eisini tók býráðið ta avgerð at luta ta játtaðu neyðhjálpina sundur í tvær útgjaldingar: kr. 20.000,- til Reyða Kross og Kr 10.000,- til hjálpartiltakið á Sri Lanka, sum Stella Zachariasen á Argjum hevur tikið stig til.