-<DPTAB>&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;Uttan hjálm kann eg bróta høvdið

Sjey ára gamla Ella Káradóttir heldur, at hjálmurin er cool. Gjáramorgunin fekk hon ein hjálm frá Ferðslutrygd, og nú eigur hon tríggjar.

Havn: Við strúkandi ferð skundar Ella sær avstað á tí slætta gólvinum. Her er vítt um at fara inni í tí stóra pakkhúsinum.
Her eru ymiskar forðingar settar upp, soleiðis at hon kann fara millum hesar, samstundis sum hon skal ansa eftir ikki at fara út um frámerkini í gólvinum
Hon er á rulluskoytum ? og hon hevur sjálvandi eisini hjálm á høvdinum. Fyri hana er tað at hava hjálmin uppi á høvdinum ikki óvanligt, tí tað ger hon altíð.
- Tá eg súkkli ella tá eg eri á rulluskoytum, brúki eg altíð hjálm. Og tað eeer cool, sigur sjey ára gamla Ella við eftirnavninum Káradóttir, og sum er úr Hoyvík.
Saman við 279 øðrum børnum var hon eisini við til tiltakið hjá Ferðslutrygd fyrrapartin í gjár.

Fær øgiliga ilt
Ella gongur til dagligt í 1. flokki í Hoyvíkar skúla. Og tá hon frætti um tiltakið hjá Ferðslutrygd varð hon øgiliga spent.
Hon fekk at vita, at har skuldi ymiskt spennandi verða á skránni, m.a. skuldi TrøllaPætur og Omman vitja, og so skuldu tey eisini syngja nógv.
Umframt alt hetta so skuldu børnini eisini fáa ein hjálm frá ferðslutrygd ? genturnar ein reyðan og dreingirnir ein bláan.
Hvat tey í hennara flokki hava lært um ferðslu og ferðslutrygd, er ilt at siga. Men Ella var kortini fult greið yvir, at ein eigur at brúka hjálm.
-Brúkar man ikki hjálm, so kann man bróta høvdið, um man dettur ella smekkar seg í.
-So fær ein eisini øgiliga ilt, og so kann blóð koma úr høvdinum, sigur Ella, sum longu hevur staðið á rulluskoytum eina góða løtu inni í stóra pakkhúsinum.

Er cool
Ellu dámar sera væl at súkkla og at standa á rulluskoytum, saman við vinkonunum.
Tá hon ger tað, fer hon altíð í hjálmin ? ella hjálmarnar, tí hon eigur í roynd og veru tveir hjálmar frammanundan heima við hús.
Hóast hon altíð brúkar hjálm, so hevur hon higartil verið heppin, tí hon er enn ikki dottin, meðan hon hevur súkklað ella hevur staðið á rulluskoytum.
Men hóast tað, ætlar hon framvegis at brúka hjálmarnar ? og eisini tann nýggja reyða, sum hon í gjáramorgunin fekk frá Ferðslutrygd.
- Eg haldi, at hjálmurin er cool. Og tað halda vinkonurnar hjá mær eisini, sigur Ella.


280 hjálmar til børnini

280 børn kunnu halda ein øgiligan gang. Men tey kunnu sanniliga eisini vera still, tá okkurt serligt er á skránni.
Og tað var tað fyrrapartin í gjár, tá Ráðið fyri Ferðslutrygd skipaði fyri hjálmastevnu fyri 1. flokk.
Her var bæði sangur, súkklukapping, súklurás, pylsur og sangur og mangt annað á skránni.
Men tá so vitjanin av TrøllaPæturi og Ommuni var á skránni lurtaðu børnini sera væl eftir, og sungu tess harðari við, tá tey vóru biðin um tað.
Tiltakið varð hildið í einum av pakkhúsunum hjá Skipafelagnum í Havn, har allir næmingar í 1. flokkunum í Føroyum vóru bodnir við.
Hetta pakkhúsið var í gjár karmur um hetta afturvendandi tiltakið hjá Ferðslutrygd við heitinum "Hjálmur er cool". Í samband við hetta fáa øll børnini hvør sín súkkluhjálm.