Amnesty International Føroyar 60 ár

Í 1965 varð Amnesty International Føroyar stovnað, sum merkir, at felagsskapurin í ár hevur verið virkin í 60 ár.

Tíðindaskriv, Amnesty International Føroyar:

 

Tað var Roland Thomsen, sáli, sum tók stig til at seta eina føroyska deild av felagsskapinum á stovn. Hetta var einans fýra ár eftir, at Amnesty International varð sett á stovn. Føroyska deildin er tí ein av elstu deildunum hjá felagsskapinum.


Fyrst var ein fyribilsnevnd sett, og á altjóða mannarættindadegnum, sum er 10 desembur, var stovnandi aðalfundurin hildin, og í nevndina vórðu vald Palle Burla, Marius Johannesen, Fraser Eysturoy, Maud Heinesen og Roland, sum gjørdist fyrsti formaður felagsins. Maud Heinesen tók yvir sum forkvinna seinni á nevndarárinum, men Roland sat í nevndini í fleiri ár.

 

Gjøgnum hesi 60 árini er felagsskapurin broyttur nógv; frá at hava arbeitt við viðurskiftum uttan fyri landoddarnar til at eisini arbeiða í egnum landi. Og frá at bara arbeiða við samvitskufangum og píning til at arbeiða við øllum mannarættindunum, sum eru staðfest í Yvirlýsingini um mannarættindi hjá Sameindu Tjóða.

 

Tað ber til at lesa meira um tiltøkini á heimasíðu okkara, www.amnesty.fo, og á okkara Facebook-vanga.

Hetta er øll skráin:

 

HÓSDAGUR, 2. OKTOBUR

Verkstova: Visuelt samskifti, Perlan kl. 18-21

Amnesty Ung skipar fyri verkstovu fyri ungum. Tað er grafiski sniðgevin Mia Smith, sum undirvísir í grundleggjandi meginreglum innan visuelt samskifti s.s. uppbygna, litum, skriftum og eisini um forritið Canva. Verkstovan er ókeypis og ætlað øllum ungum - bæði einstaklingum og limum í felagsskapum. Les meira her.

 

FRÍGGJADAGUR, 3. OKTOBUR

Filmssýning: No Other Land, Perlan kl. 19

Vit vísa Oscarvinnandi heimildarfilm um brutala veruleikan hjá íbúgvunum í Masafer Yatta – eitt øki í sunnara parti av Vestara Áarbakka við 12 bygdum. Filmurin gevur eitt erligt og skakandi innlit í, hvussu ísraelska hersetingin og búsetingarnar ávirka gerandisdagin, lívið og tilverugrundarlagið hjá íbúgvunum í Masafer Yatta. Amnesty Føroyar, Faroe Islands International Minority Film Festival og Samhugi við Palestina skipa fyri. Les meira her

 

LEYGARDAGUR, 4. OKTOBUR

Verkstova: frá hugskoti til veruleika, Perlan kl. 12-14

Amnesty Ung skipar fyri verkstovu fyri ungum. Droymir tú um at skapa broyting, men ikki heilt veit, hvussu tú skalt koma í gongd? Kom so við á verkstovuna við Ronas F. Korkmaz, leiðara í Nordic Pioneers, har tú gjøgnum kreativar venjingar lærur at lýsa eina avbjóðing, menna eitt hugskot, visualisera tað og síggja, hvussu tín kreativitetur kann gera ein mun. Verkstovan er ókeypis og ætlað øllum ungum - bæði einstaklingum og limum í felagsskapum. Les meira her

 

Framløga og samrøða: veðurlagsbroytingar, orkutiltøk og rættindi hjá upprunafólki, Reinsaríið kl. 14-15.30

Vit fáa forkunnuga vitjan av Aili Keskitalo úr Norðurnorra, sum er sámi, fyrrverandi forseti í norska sámatinginum og sum nú starvast hjá Amnesty International Norra. At tálma veðurlagsbroytingum er alneyðugt. Í hesi roynd verða stór orkutiltøk sett í verk, og fleiri av teimum í Norðurnorra, har sámar búgva og hava teirra lívsgrundarlag. Fleiri dømi eru um, at hesi náttúruinntriv gera seg inn á rættindi hjá sámum. Tískil eru sámar ikki bara ávirkaðir av veðurlagsbroytingum men eisini av orkutiltøkum og øðrum veðurlagsátøkum, sum verða sett í verk á teirra jørð. Les meira her

Verkstova: strikið 1956 - dagførið abortlógina, Perlan kl. 16-18Lógaruppskotið um dagførda abortlóg er enn einaferð lagt fyri tingið. Amnesty Føroyar, Frítt Val og Kvinnufelagið í Havn bjóða tí til verkstovu og heita á øll, sum ynskja eina dagførda abortlóg og vilja vera við í stríðnum at strika 1956, um at koma við. Les meira herBókaprát: mannarættindi í Dreymsótt og Toran gongur, Reinsaríið kl. 16-17

Rakel Helmsdal setir mannarættindi á breddan í teimum nýggjum bókum, Dreymstótt og Toran gongur. Rakel Helmsdal og Marna Jacobsen fara at umrøða, hvussu vit menniskju kunnu nærkast hvørjum øðrum tvørturum mál, átrúnað, sannføring og húðarlit. Amnesty Føroyar og Føroyar Lesa skipa fyri. Les meira her.

Reyði Krossur: søgur um burturrikin, Perlan kl. 18-19

Reyði Krossur Føroya setur sjóneykuna á flóttafólk, og á teirra fløkta veruleika, tá tey eru noydd at flýggja. Ljós verður varpað á mannarættindini, sum eru í váða, og móstøðuførið hjá teimum sum eru flýdd. Reyði Krossur skipar fyri. Les meira her.

Sofaprát: arbeiðið á neyðtøkuøkinum - 10 ár seinni, Reinsaríið kl. 18-19

Fyri 10 árum síðani setti Amnesty neyðtøkur á breddan. Vit líta aftur á, hvørji mál vit settu okkum tá, og hvat er komið burturúr. Á innslagnum hyggja vit serliga at neyðtøkutilbúgvingini. Tað var eitt av aðalmálinum hjá Amnesty at fáa eina neyðtøkutilbúgving, har tey, ið høvdu verið fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd venda sær uttan at hava meldað áðrenn. Á innslagnum spyrja vit eisini, hvussu arbeiðið at seta neyðtøkutilbúgvingina á stovn varð skipað, hvussu arbeiðið gongur nú hon hevur virkað í trý ár, og so hyggja vit nærri eftir, hvar arbeiðið ikki er rokkið á mál, so hon virkar eftir ætlan og ynski. Amnesty Føroyar og Neyðtøkutilbúgvingin á LSH skipa fyri. Les meira her.

Sofaprát: Løgfrøðiligt kynsskifti, Reinsaríið kl. 19-20

 

Vit varpa ljós á løgfrøðiligt kynsskifti í Føroyum og fara m.a. at hoyra frá tvørkyndum persónum og sálarfrøðingi um, tá ið kynssamleikin og ásetta kynið ikki samsvara, og hvørjar avleiðingar hetta kann hava við sær. Amnesty Føroyar & LGBT+ Føroyar skipa fyri. Les meira her

 

Føðingardagshald: Amnesty Føroyar 60 ár, Perlan kl. 20-22

Vit enda dagin við einum føðingardagshaldi og fagna limunum í Amnesty Føroyum og at felagsskapurin hevur verið virkin í Føroyum í 60 ár. Á skránni er:

 

Tónleikur: Jazzy Gold og Kári Sverrisson seta dám á kvøldið við góðum tónleiki. Vavað framførur røðuna "Ein krígspolitikk verður friðarpoetikk" eftir Lív Mariu Róadóttir Jæger.

 

Røður: Annika Sølvará, fyrrverandi forkvinna í Amnesty Føroyum, tekur okkum á ferð um Amnesty Føroyar, og Agnés Callamard, altjóða aðalskrivari, lýsir arbeiðið og tørvin hjá felagsskapinum í dag og í framtíðini.

 

Sofaprát: Við jøvnum millumbilum hitnar kjakið og kann gerast niðrandi ella beinleiðis haturstala. Vit spyrja, hvussu tað kennist at vera fyri haturstalu og niðrandi talu, og hvørjar persónligu avleiðingarnar av hesum eru. Vit fáa eisini greiðu á, hvat haturstala er sambært lógini umframt samfelagsligu avleiðingarnar, sum kunnu vera av haturstalu. Jasmin Mote, Sigmundur Mørkøre og Sigri Gaini luttaka.

 

Skemt og góður veitslurómur: Vit enda við einum skemtiligum innslagi frá Elisu Vang. Eftir skránna stendur DJ Lisan Al-Gaib at halda góða føðingardagslagið. Les meira her.

 

Her er eitt yvirlit við øllum innsløgunum: