Petur er aftur á blettinum

Tá ið hann skoraði sigursmálið ímóti B36, var tað fyrsta ferðin síðani 17. mai, at landsliðsspælarin var málskjútti

Í fínari og sera undirhaldandi uppgerð í Runavík í kvøld vann NSÍ 2-1 ímóti B36. Sigurin ber við sær, at NSÍ hevur 60 stig og framvegis er næstfremst.

 

Møguleikin fyri at vinna FM er burtur, men NSÍ fær um tríggjar møguleika at vísa, at í løtuni eru tað teir gulu, sum aftur og aftur vísa meistaraavrik. Tað verður, tá ið KÍ leygardagin 25. oktober fer at fáa gullkrónur og FM steyp handað í Runavík.

 

Dystargongdin í kvøld minsti ikki so lítið um hana, sum var, tá ið B36 í fyrsta umfari var gestur við Løkin. Ta ferðina var B36 frammanfyri 1-0 og 3-1, áðrenn NSÍ at enda vann 4-3.

 

Í kvøld var tað B36, sum miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði seg á odda. Málskjútti var Pætur J. Petersen, og innleggið átti Marius Kryger Lindh.

 

B36 var á odda inntil miðskeiðis í seinna hálvleiki. Michal Przybylski skoraði til 1-1, og tað var Petur Knudsen, sum átti uppleggið.

 

Petyr Knudsen vísti í kvøld, at hann av álvara hevur vunnið førleikan aftur, og at hann er búgvin til pláss í landsliðshópinum, sum mánadagin savnast undan HM undankappingardystunum ímóti Montenegro og Kekkia.

 

Tað reið um snarið, og tað var intenst og í løtum sera gott spæl. Tá ið klokkan var farin tveir minuttir út um vanligu leiktíðina skoraði NSÍ sigursmálið. Málskjútti var Petur Knudsen eftir innlegg úr høgru frá Klæminti A. Olsen. Hetta var 11. málið hjá Peturi í landskappingini í ár, og hetta var fyrsta ferðin síðani 17. mai, at hann var málskjútti. Orsøkin til langa málturkin er, at Petur í meiri enn tríggjar mánaðir var burtur frá fótbólti, tí hann varð skaddur í landsdysti í Georgia.

 

NSÍ er tvey stig frammanfyri HB, og í 26. umfari hittast HB og NSÍ í Gundadali, áðrenn NSÍ í síðsta umfari fær vitjan av meistaraliðnum í Klaksvík.