-<DPTAB>&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;Eg havi eitt vanligt lív

- Tað var eitt sindur strævið at byrja við í nýggja arbeiðinum. Eg hevði eitt sindur ilt við at skilja hinar, og hinir at skilja meg. Men eg haldi allíkavæl, at tað gekk sera gott, sigur Ásmund Reyðberg úr Klaksvík, sum hevur verið deyvur tey seinastu 34 árini.

Hann kennir ikki til annað enn at vera deyvur ? hin 36 ára gamli Ásmund Reyðberg úr Klaksvík.
Síðani hann var 1 1/2 ára gamal hevur hann ikki hoyrt eitt einasta orð. Men hetta hevur ikki forðað honum í at hava fingið eitt innihaldsríkt lív sum deyvur í tí føroyska samfelagnum.
Hann hevur gingið í skúla. Hann hevur arbeitt á flakavirki. Hann hevur fingið sær útbúgving sum timburmaður ? og hann hevur í dag fast arbeiði, kamar í býnum og er haraftrat forlovaður við eini gentu, sum býr í Danmark.
Tey møttust fyrstu ferð fyri 1 1/2 ári síðani, og hava tey dagligt samband hvør við annan, hóast bæði eru deyv.
-Hvussu vit samskifta? Jú, tað er við at brúka tøknina, sum nútíðin hevur givið okkum ? gjøgnum eitt web-camera. Uttan tað, hevði tað ikki verið so lætt, sigur hann.
Ásmund arbeiðir dagliga hjá Litaval á Hjalla, har hann hevur ábyrgdina av málingagoymsluni. Og skal ein trúgva starvsfelagum hansara so er hann bæði røkin og dugnaligur í arbeiðinum.

Praktisk linja
Ásmund er føddur í Klaksvík og er eisini vaksin upp har. Hann hevur kortini ikki altíð verið deyvur.
Fyrsta hálvtannað árið var hann hoyrandi, meðan síðani hvarv hoyrnin, og tí varð neyðugt hjá honum at fara á dagstovn í Havn.
Hetta var ein serstakur dagstovnur fyri deyv børn, og har var hann saman við fýra øðrum, ið høvdu sama likamliga brek sum hann.
Tá skúlagongdin byrjaði í 1. flokki fór Ásmund ikki í vanligan barnaskúla, men byrjaði á Skúlanum á Trøðni ? tað sum í dag eitur Sernámsdepilin.
Eftir skúlagongdina í Føroyum lá leiðin til Danmarkar, har tey deyvu hava ein skúla ? Castberggård Højskole ? har góðir møguleikar vóru at fáa kunnleika til nógv ymisk ting.
-Har vóru fýra ymiskar linjur, og eg valdi so at fara á ta praktisku linjuna.
-Her gjørdu vit alt møguligt ? vit plantaðu trø, plantaðu blómur, gjørdu gøtur og so gjørdu vit eisini snikkaraarbeiði. Tað dámdi mær sera væl, sigur Ásmund.

Viðarlund í Kunoy
Eftir at skúlatíðin var liðug flutti hann aftur til Klaksvíkar, har hann byrjaði at leita sær eftir onkrum arbeiði.
Tað eydnaðist honum eisini, og fekk so arbeiði á einum av flakavirkjunum í býnum í eina tíð.
-Men eg hevði kortini hug at royna okkurt annað - okkurt praktiskt.
-Og soleiðis gekk tað til, at eg kom í læru sum timburmaður hjá Klaksvíkar Byggivirki tey fýra árini frá 1988 til 1992, sigur Ásmund.
Hetta vóru buldralig ár fyri tann føroyska búskapin, og tá hann so var útlærdur sum timburmaður í 1992 var ikki gjørligt hjá honum at halda fram í fyritøkuni.
Sum so mong onnur gjørdist hann tí arbeiðsleysur, men hann flutti kortini ikki av landinum eins og onnur vórðu noydd at gera.
Ásmund gavst ikki so, men royndi alla tíðina at fáa sær arbeiði. Hetta var ikki so lætt, tí vánirnar fyri búskapin vóru ikki av teimum bestu beint tá.
Men eydnan var við honum: Mamman fekk fatur á góðum og røttum fólki, og soleiðis bar tað til, at Ásmund kom við í tiltakið "Ung í arbeiði".
Hann hevði frammanundan ávíst samband við Kunoyar bygd, og tað var júst í hesi bygdini at brúk var fyri arbeiðshugaðum ungdómi.
Her var kommunan í ferð við at hampa um viðarlundina í bygdini, og hevði tí brúk fyri trimum ungdómum at arbeiða har ísenn eitt ávíst tíðarskeið.
-Eg var her í tríggjar mánaðir, og mær dámdi hetta arbeiðið sera væl, sigur Ásmund, sum jú frammanundan hevði verið í líknandi arbeiði á háskúlanum í Danmark.

Ein ordans maður
Hetta arbeiðið í viðarlundini í Kunoy fekk so ein enda, men enn var líka trupult at finna sær nakað fast arbeiði.
Ásmund gekk tískil arbeiðsleysur í eitt ár, til hann at enda var so heppin at fáa arbeiði á Kósavirkinum ein vetrardag í 1993. Og her var hann so í samfull sjey ár, fram til ársenda í 2000.
Hann søkti tá eitt arbeiði sum goymslumaður í málingini hjá Litavali á Sandvíkarhjalla, og har er hann enn í fullum starvi.
Hetta arbeiðið á høvuðsgoymsluni innan máling hjá stóru fyritøkuni er at taka ímóti ordrum um máling frá hinum deildunum kring landið og síðani fáa teir avgreiddar skjótt og væl.
Hetta arbeiðið krevur sín mann og at viðkomandi hevur ordan í systeminum. Og er tað nakað, sum sermerkir hansara arbeiði á Litavali, so er tað ordan, siga hini starvsfólkini um hann.

Dugdu teknmál
Nú var fyritøkan ikki heilt óvon við deyv fólk, tí ein annar deyvur ? Hermundur Zachariassen ? hevur í mong ár starvast í Málingahandlinum.
Fyri Ásmund sjálvan var hetta ein stór gleði, men tað var ikki altíð so lætt í fyrstuni.
-Nei, tað var eitt sindur strævið at byrja við. Eg hevði eitt sindur ilt við at skilja hinar, og hinir at skilja meg.
-Men eg haldi allíkavæl, at tað gekk sera gott, sigur hann.
Tíbetur fyri Ásmund dugdi onkur av starvsfelagum hansara eitt sindur av teknmáli longu tá. Og í dag duga fleiri teirra meiri enn eitt sindur av teknmáli.
Ein annar fyrimunur var, at ein drongur, sum arbeiddi í Málingahandlinum dugdi nakað væl av teknmáli.
-Tað var Hermundur sum hevði lært hann hetta. Og fyritøkan var so beinasom at bjóða honum arbeiði her uppi á Sandvíkarhjalla, soleiðis at vit kundu arbeiða saman og tosa deyvamál saman, sigur Ásmund.

Parabol
Í lívinum hjá Ásmundi er ikki bert arbeiði á skránni. Hann hevur íbúð í Havn og hevur fleiri ítriv í frítíðini.
Íbúð hevur hann í Deyvahúsinum við Íslandsvegin í Havn. Har býr hann í einum kamari saman við tveimum øðrum deyvum monnum.
Har hava teir eitt kamar í part, men hava felags køk, bað og matstovu. Í eina tíð hava teir bert verið tveireinir í húsi, tí tann eini hevur verið til skips. Hann er afturkomin nú, so nú eru teir tríggir.
Ásmund dámar væl at lesa. Hann lesur tey føroysku bløðini og annað. Og so hyggur hann nógv í parabol, serliga eftir fótbólti, sum jú ikki krevur so nógvar frágreiðingar um tað, sum fer fram.
Annars so eiga foreldur hansara seyð í Kunoy, og sjálvur eigur hann eisini seyð har.

Tíðindasending
Eitt er tó fast púra fast á skránni hjá Ásmundi. Tað er endursendingin av tíðindasendingini "Dagur og vika" .
Hann arbeiðir til kl. 17:30 og skundar sær síðani heima, tí hann veit at kl. 18:05 kemur ein av sendingunum, sum hann veruliga og allarmest vil sleppa at síggja.
Hetta er jú tíðindasendingin frá kvøldinum fyri, og sum nú verður tulkað fyri teimum deyvu. Og hinvegin, tey hoyrandi sum ikki sóu hana kvøldið fyri, kunnu so bara hyggja eftir henni tá ístaðin fyri.
Men var tað ikki fyri tulkingini, so hevði Ásmund verið henda møguleikan fyri uttan, at kunna fylgja við í teim tíðindunum, sum sjónvarpið hevur valt at borðreiða fyri hyggjarunum.
Einasti trupulleikin hjá Ásmundi í so máta er um summarið, tí tá verður hon send eitt sindur fyrri um kvøldið - kl. 17:30.
-Tá nái eg ikki heim til hon byrjar, men tá plagi eg bara at taka hana upp á videoband, sigur Ásmund.

Færri til hugnaløtur
Eitt annað fast punkt á vikuskránni hjá Ásmundi er hugnaløtan í Deyvahúsinum.
Henda hugnaløtan verður hildin annaðhvørt mánakvøld.
Her koma tey deyvu saman at hugna sær. Tey lesa bløð, tey práta saman og tey spæla eisini onkur spøl saman. Onkutíð er spurnarkapping á skránni.
Meðan tey fyrr vóru munandi fleiri til hetta hugnaliga tiltakið, eru tey nú sum oftast bert eini trý-fýra savnaði saman.
-Vit eru munandi færri nú, tí tey deyvu nú er spjødd meiri kring landið.
-Tey hava sítt arbeiði, og orkaði kanska ikki so væl at koyra til Havnar eftir loknan arbeiðsdag, heldur Ásmund.

Sæð, men ikki hoyrt
Eitt mánakvøld herfyri gjørdu tey kortini eitt sindur meiri burturúr hesi hugnaløtuni.
Frammanundan hevði ein sera áhugaverd sending verið í sjónvarpinum um arbeiðið inni í tunlinum undir Leirvíksfjørð.
Ásmund hevði bara SÆÐ sendingina, men hann hevði ikki HOYRT alt tað sum har varð sagt. Hetta evnið hevði jú hansara stóra áhuga sum tað hevur fyri ein rættan klaksvíking.
Hann tók sendingina uppá band, og bílegði síðani ein tulk til at tulka sendingina fyri teimum deyvu.
Og hetta kvøldið var so Norðoyatunnilin á skránni, tá tey deyvu hittust til hugnakvøldið í Deyvahúsinum.
-Hetta var ein sera áhugaverd sending, sum eg nú fekk nógv meiri burturúr, sigur hann.

Grein 2

Forlovaður við danskari gentu


Hóast Ásmund er deyvur, so er tað eingin forðing fyri at hann eisini hevur eyga fyri tí vakra og hevur eisini kenslur mótvegis konufólki.

Deyvleiki
Snorri Brend

- Ja, eg eri faktiskt forlovaður við eini danskari damu, ið eisini er deyv, sigur Ásmundur uttan at smæðast.
Henda gentan ? Gudrun - er hálv donsk og hálv grønlendsk, og eigur frammanundan ein son, sum altso er hoyrandi.
Tey møttust á nýggjárinum fyri sløkum 1 1/2 ári síðani, tá Ásmund var á vitjan í Danmark.
-Eg var eitt sindur smæðin tá, men hon virkaði fitt og vit tosaðu eisini saman. Í mai mánaði í fjør kom hon til Føroyar at ferðast. Tá hitti eg hana aftur, og tá blivu vit av álvara forelskaði.
-Men tað var tá eg var niðri í Danmark í fjør summar, at vit byrjaðu at ganga saman. Og tað hava vit gjørt síðani tá, sigur Ásmund.
Tá tvey soleiðis byrja at ganga saman er telefonin eitt hent amboð fyri at halda sambandið viðlíka. Men hesin møguleikin er ikki eins lættur hjá tveimum deyvum, sum eru góð hvørt við annað.
Tey funnu tó upp á ráð: Tey byrjaðu at chatta saman, og tí dag er hátøknin komin í hásætið umvegis web-myndatólini.
-Gjøgnum hetta myndatólið kunnu vit halda sambandið viðlíka. Jú, hetta myndatólið er heppið tá ein er forelskaður, sigur Ásmund.

Ábyrgdari
Í mong ár hava tey deyvu havt møguleika at gera nýtslu av teknmálstulkinum Edni Poulsen. Men frá 1. mars í ár er nú ein slíkur tulkur komin aftrat, nevniliga Rannvá Eiriksdóttir ? uttan hana, var henda samrøðan við Ásmundi ikki gjørlig.
Fyri Ásmund og hini deyvu kring landið er henda tænastan óundverilig. Uttan tulk fáa tey deyvu bara helvtina við av tí, sum fer fram rundan um tey.
- Tá vit hava ein tulk við, so kunnu vit fáa alt við. Tey tulka tað sum verður sagt, og tí er tað ein stórur tryggleiki í tí, at tað sum verður sagt, eisini verður tulkað á rættan hátt, sigur hann.
Ein slíkur tulkur er serliga heppin í ávísum førum. Ásmund hevur sjálvur við takksemi brúkt henda tulkin sum sambindingarlið, tá okkurt hevur verið galið við bilinum. Ella tá hann skal keypa sær ein nýggjan bil, og tá ein skal samráðast um ein prís.
Ásmund er eisini í familju við ábyrgdarpersón í Norðoya Sparikassa, og tí er hann sjálvandi eisini ein av teimum mongu ábyrgdarunum í hesum sparikassanum, hvørs heimstaður er Klaksvík.
-So tá ábyrgdarafundur hava verið í sparikassanum, so biði eg altíð ein tulk koma við á hesar fundir.
-So veit eg, at eg fái alt við av tí sum verður frásagt, sigur Ásmund.