Tvey føroyingalið vóru í leiki í kvøld í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum.
Pætur Mikkjalsson, Pauli Mittún og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne vunnu á útivølli 32-27 á Aarhus. Tað lá serliga væl fyri hjá suðuroyggjamonnum, ið vóru á odda 21-14 í steðginum.
Pætur skoraði fimm mál, og Pauli skoraði tvey mál.
Team Sydhavsøerne er fjórðfremst í deildini við 16 stigum. Skive er fremst við 22 stigum.
Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Vendsyssel taptu í kvøld stórt fyri Skive á útivølli. Skive vann 35-19 á Vendsyssel. Í steðginum var Skive á odda 16-9.
Kjartan skoraði trý mál.
Vendsyssel er nummar sjey í deildini við 12 stigum.
Sunnudagin klokkan 14 spæla Pauli Jacobsen, Leivur Mortensen, Janus G. Djurhuus, Janus Dam Djurhuus og liðfelagarnir í HC Keypmannahavn dyst á útivølli móti Give.











