Síðani 1. februar hevur Rógvi Nybo, stjórnmálafrøðislesandi, verið í starvsvenjing á føroysku sendistovuni í Brússel. - Eg vil mæla øllum til at fara í starvsvenjing í einum øðrum landi. Um tú umhugsar, at tað er for langt burturi, ov trupult og málið og so framvegis, og at tú tí ikki fer avstað, er tað eitt stórt mistak, sigur hann.
Mong lesandi leita sær á hvørjum ári í starvsvenjing í føroysku sendistovunum kring heimin, har tey fáa eitt innlit í hvussu sendistovurnar virka, og hvussu arbeiðið er uppbygt.
Rógvi Nybo hevur seinastu mánaðirnar verið í Brússel, og sostatt verið partur av silda og makrel stríðnum millum ES og Føroyar seinastu tíðina.
-Sum starvslesandi í Brússel havi eg eitt nú til uppgávu at halda eyga við mál og fyrispurningar í Evropatinginum, ES Ráðnum og aðrastaðni, ið hava við føroysk viðurskifti at gera. Ongum at siga hava sild, makrelur og granskingarsamstarv fylt gerandisdagin síðani 1. februar, tá eg tók við sum starvslesandi her, og hevur nógv snúð seg um hetta, greiður Rógvi frá.
Tann sosiali parturin av starvsvenjingini er eisini týdningarmikil, tí her fært tú høvi at fáa vinir og kenningar, sum tú helst kanst brúka í arbeiðssamanhangi seinni í lívinum.
- Ein annar og meira hugnaligur partur av at vera starvslesandi í Brússel er tað sosiala. Brússel sum býur er týðiliga merktur av at her eru fólk úr øllum heraðshornum og at øll hava ein áhuga í at hitta nýggjum fólkum og fáa eitt breitt fakligt netverk. Tað er eisini ein týðandi partur av lívunum her, at hava gott samskifti við fólk úr øðrum londum, við øðrum uppruna og aðrari mentan, og tað læri eg eisini eina rúgvu av. Serliga havi eg verið nógv saman við øðrum starvslesandi úr øllum Norðurlondum og roynt at røkt tað sambandið væl, sigur Rógvi.
Hann er fegin um, at hann hevur lært tað veruligu ES skipanina at kenna, og ikki bert hevur tað teoretisku vitanina at fyrihalda seg til.
- Tað er áhugavert at læra hvussu fólk arbeiða, hvussu skipanin virkar og hvussu lítil skipanin roynd og veru er, tá tú ert komin inn í skipanina og hevur fingið eitt gott netverk. Harumframt læri eg eisini eina rúgvu um hvussu arbeiðið gongur fyri seg í føroysku fyrisitingini og uttanríkistænastuni, og tað eru ting, eg heilt víst taki við mær víðari í lívinum og sum eru ein stórur fyrimunur fyri meg, tá eg eftir lesnað vendi nøsini heimeftur aftur, greiður Rógvi frá.
Hann er sannførdur um, at øll lesandi høvdu fingið nógv burturúr at farið ein slíkan túr.
- Eg eri glaður fyri, at hava upplivað, at arbeiða í einum øðrum landi og búgva saman við øðrum fólkum. Samanhaldið millum starvslesandi í býnum er heilt ótrúliga gott, og bæði sosialt og fakliga eri eg bergtikin av, hvussu gott tað er at fara avstað og royna seg í einum starvi og einum øðrum landi og at kenna so nógv dugnalig fólk, sigur Rógvi Nybo.










