- Øll stór stig verða fyrst tikin í tí smáa

Lillemor Jernquist, ið er leiðari á Craighalbert Centre í Skotlandi, hevur fingið áheitan frá Spastikarafelagnum um at vísa myndugleikum og stovnum í Føroyum á, hvussu farast skal fram, um føroyingar skulu stovna ein venjingarmiðdepil til fólk við breki, og hvussu eitt samstarv millum skotar og føroyingar hesum viðvíkjandi kann fáast í lag

Í vikuni hevur Lillemor Jernquist, ið er leiðari á Craighalbert Centre í Skotlandi, verið í Føroyum á kunningarvitjan. Spastikarafelagið í Føroyum hevur boðið henni higar fyri at fáa meiri at vita um venjingarmiðdepilin Craighalbert Centre og møguleikarnar stovnurin letur upp fyri.

Lillemor Jernquist hevur havt fund við Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í almanna- og heilsumálum, stovnsleiðarar, læknar, fysioterapeutar og foreldur at brekaðum børnum. Eitt ítøkiligt úrslit av fundinum við landsstýriskvinnuna er, at ein arbeiðsbólkur verður settur at kanna málið. Á fundinum varð umrøtt, hvussu Craighalbert Centre kann veita øllum teim ymisku bólkunum, ið hava tørv á viðgerð og venjing, tænastu.

- Ynskini eru nógv, og tað eru eisini mótstríðandi áhugamál og spenningar, ið gera seg galdandi. Men soleiðis er tað altíð, tá ið nakað skal setast á stovn. Tað nýtist ikki at føra til tvístøður, tí vit síggja ofta, at tað eru spenningarnir, ið skapa menningina, sigur Lillemor Jernquist.


Stórur áhugi

Spastikarafelagið hevur heitt á Lillemor Jernquist um at vísa myndugleikum og stovnum í Føroyum á, hvussu farast skal fram, um føroyingar sjálvir skulu í holt við at stovna ein venjingarmiðdepil.

- Conduktivur-pedagogikkur tekur støði í lokalum høpi, og tí hevur eitt endamál við kunningarferðini verið, at eg sum leiðari á Craighalbert Centre skal kunna meg við tey viðurskifti, ið eru galdandi í Føroyum, hvørjar umstøðurnar og møguleikarnir eru. At læra starvsfólk at kenna, søgu og mentan, og ikki minst, hvørjar tankar fólk á staðnum gera sær hesum viðvíkjandi. Tað er umráðandi at kenna til hesi viðurskifti, um vit skulu vera før fyri at hjálpa til dømis eini føroyskari familju, ið kemur til okkara í Skotlandi, greiðir Lillemor Jernquist frá.

Lillemor Jernquist hevur merkt ein stóran áhuga millum foreldur at brekaðum børnum til at fáa venjingarmiðdepil í Føroyum.

- Eisini tey, ið arbeiða við hesum børnum, hava tørv á at fáa ein slíkan depil í Føroyum fyri at hitta starvsfelagar og tosa um spurningar viðvíkjandi børnunum. Er einki netverk fáa fakfólkini ikki stuðulin og royndirnar, teimum tørvar.


Positiv atmosfera

Leiðarin á Craighalbert Centre í Skotlandi heldur, at eitt samstarv millum skotar og føroyingar eigur at vera í tveimum stigum.

- Samstarvið eigur at vera í fleiri stigum, tað vil siga, hvat eigur at verða gjørt beinanvegin og hvat kann gerast í framtíðini. Fyrst er tað umráðandi, at foreldur og starvsfólk fáa møguleikan at síggja, hvat Craighalbert Centre hevur at bjóða, og tí viðmæli eg altíð fólki at koma á staðið. Á deplinum er ein ávís atmosfera, tú ikki kanst ímynda tær uttan at koma á vitjan. Fyrst tú gloppar dyrnar, sært tú eitt stórt bjartskygni, hart arbeiði, hvussu gerandisdagurin er á einum slíkum stovni hjá børnum, foreldrum, og starvsfólki er. Tað er trupult at skapa eina slíka atmosferu frá byrjan, men hon kemur so við og við.

- Samstundis eiga føroyingar at miða ímóti at útbúgva fólk, ið hava áhuga fyri conduktivum pedagogikki. Um tað eru møguleikar at seta á stovn ein forskúla fyri tey smæstu børnini, haldi eg, at tað eigur at verða gjørt skjótt, og hesin eigur at byggja á kunnleikan og fólkini, ið longu eru á økinum. Øll stór stig verða fyrst tikin í tí smáa og so kann byggjast omaná alla tíðina. Eg dugi at síggja nógvar møguleikar, men alt snýr seg um, hvør orka og hvørjir møguleikar eru á økinum. At ein bygningur við hóskandi hølum er í Føroyum, er nakað at byggja víðari á.

- Gjøldini, ið eru galdandi á Craighalbert Centre fyri venjing, eru somu gjøld sum kommunan hevði fingið frá landinum, um barnið gekk í skúla heima. Tað, sum er dýrt í hesum førinum er at fáa ein slíkan depil upp at standa. Annars er tað ikki kostnaðarmikið, tí tað er ikki tann stóra útgerð ella annað, ið íløgur skulu gerast í, uttan sjálvi fólkini. Lærararnir eru tann týdningarmesta orkan á deplinum. Á Craighalbert eru 1,6 barn fyri hvørt vaksið fólk, og tað er neyðugt fyri at røkka teimum málum, vit seta.


Skjót hjálp dupult hjálp

Craighalbert Centre í Skotlandi arbeiðir við spastiskum børnum í aldrinum 0-7 ár út frá conduktivum pedagogikki. Henda námsfrøðin skilir seg frá tradisjónella mátanum at fata børn. Hon snýr seg í grundini um at læra børnini tað, tey hava tørv á.

- Fyrr børn fáa hjálp, viðgerð ella venjing, jú betur verða tey hjálpt og jú bíligari er tað fyri samfelagið sum heild. Viðkomandi, ið hevur til uppgávu at læra børnini tað, tey hava tørv á, hevur í grundini sama leiklut sum ein, ið stjórnar einum orkestri. Tað snýr seg um at leiða og stuðla einum bólki við børnum soleiðis at tey í felag kunnu røkka nøkrum málum. Hesin lærarin lærir børnini at lurta, hyggja, práta, eta, brúka hendurnar, spæla, sita, ganga, alt sum børn hava tørv á at duga, og sum vanlig børn læra í búningini. - Endamálið við at geva børnum førleika í hesum er at veita teimum lívsdygd og eitt innihald. At geva børnum møguleika at vaksa upp og verða nøgd við seg sjálvi. Alt byggir á eitt stórt bjartskygni um, hvat børn kunnu læra. Tí øll kunnu læra, nógv kunnu læra nógv, og nøkur eitt sindur.

- Viðgerðarhátturin er neyvt lagdur til rættis fyri hvønn dag og ymsu gerðarmálini verða gjørd soleiðis, at tey eru upplivingar hjá barninum. Hjá teim smæstu er tað av stórum týdningi, at tað er friðaligt rundan um tey. Eru børnini í einum vanligum barnagarði millum nógv onnur børn, ber ikki til at røkka somu málum. Tað eru mínar royndir, sigur Lillemor Jernquist at enda.