-<DPTAB>    Eg má allatíðina hugsa um øll

Í løtuni er talið av skúlabørnum átta, men tað hevur verið heilt uppi á 13. Næsta skúlaár fer ein næmingur í 1. flokk, men so ganga 3-4 ár áðrenn tað hendir aftur.

Haraldsund: - At vera lærari her er ein heilt øðrvísi avbjóðing!
Hetta er sætta árið at Magna Thomassen er lærari við Haraldsunds skúla.
At hon yvirhøvur kom til henda skúlan komst av, at foreldur hennara úr Klaksvík vóru deyð. Av tí at hon var einasta barnið, og kortini ofta vitjaði í Klaksvík, har tey áttu bæði hús, neyst og jørð, mátti ein støða takast.
- Spurningurin var: Skuldi eg sleppa mær av við tað, ella taka mær av tí?! Eg valdi so tað seinna, sigur hon við einum brosi.
Hon starvaðist tá við skúlan á Giljanesi í Vágum, men søkti starvið, tá tað varð lýst leyst, og hevur síðani verið einalærari í Haraldsundi.
-Tað er sjálvandi ein munur á at vera lærari við tveir so ymiskar skúlar. Tá tú ert lærari við ein vanligan skúla hevur tú børn á sama aldri í sama flokki.
-Tey fáa øll at vita tað sama, og øll fylgja við í tí sama, og so kann lærarin seta seg niður, meðan børnini arbeiða við tilfarinum, sigur Magna.

Allir aldursbólkar
Tá talan er um skúlan í Haraldsundi er undirvísingin skipað á ein munandi øðrvísi hátt, tí aldursbólkarnir eru so ymiskir.
-Her er tað soleiðis, at tú allatíðina skalt flyta millum seks, og ofta sjey ymiskar aldursbólkar.
-Og so má ein syrgja fyri, at tey sum ikki eru við í tí, sum eg tosi um, hava okkurt annað at gera. Eg skal alla tíðina hugsa um øll, so tað er ein heilt onnur avbjóðing, sigur hon.
Í skúlanum eru í dag átta næmingar, men eingin í 3. flokki. Tá flestu næmingar vóru í skúlanum var talið heilt uppi á 13 í skúlaárinum 2000/2001, men so hevur talið eisini verið heilt niðri á tí, tað er hetta skúlaárið.
Í løtuni eru fimm børn niðanfyri skúlaaldur í bygdini, og eftir summarfrítíðina fer ein næmingur í 1. flokk. Men so ganga helst eini 3-4 ár áðrenn næsti næmingurin fer í skúla á fyrsta sinni.
-So her minkar, sært tú. Tað sær ikki alt ov gott út, sigur Magna eitt sindur stúrin á málinum. Men tað vísir seg kortini, at barnatalið kemur líkasum í lopum.
Fyri nakað nógvum árum síðani varð gjørd ein útstykking í Haraldsundi, og tá komu nógv nýggj hús og harav eisini fleiri børn.
Óhugsandi er ikki, at fleiri av hesum ungu fara at búseta seg í bygdini um grundøki verða tøk.
Tá kann barnatalið aftur fara at vaksa.



Øðrvísi protokoll
"Summarmáladagur ? tvey tíðindafólk frá Sosialinum vitja: Snorri Brend og Bárður Lydersen".
Nøkurlunda soleiðis stendur skrivað í protokollina í skúlanum í Haraldsundi fyri hósdagin 14. apríl 2005. Og soleiðis kemur tað altíð at standa.
Í skúlanum føra tey protokoll, sum gjørt verður við allar aðrar skúlar. Men so hava tey ein teig aftrat, sum sigur eitt sindur frá tí, sum tey takast við og sum tey uppliva gjøgnum skúladagin.
Hetta er sera áhugavert fyri komandi ættarlið at lesa í. Stuttligt er m.a. at lesa um, at tann eini næmingurin, Magnus tann 6. februar í 2001 er farin til Danmarkar at fylgja abba sínum, og at hann kom aftur tann 13. februar.
Í protokollini sæst eisini, at Ella M var ikki í skúla tann 9. januar í 2001, tí hon var dottin. Tann 30. januar 2001 stendur skrivað, at Ragnar hevði oyrnabruna.
Tann 4. februar sama árið sóu tey ein sildreka sunnanfyri byrgingina. Fyrst hildu tey, at tað var ein royður, og tað er eisini skrivað í protokollina. Seinni funnu tey so fram til, at tað var altso ein sildreki.
Nevnt er eisini, at 1. oktober 2004 vóru Ragnar og Erla á fjalli á Skarði.