nátúrliga skuldi verðið skrásettur í, nevniliga í bólki trý, sum er bólkurin fyri stállínuskip yvir 110 tons. Ístaðin hevur landsstýrið skrásett nýggja miðvágsskipið í bólki 4 B, sum eru útróðrarbátar [...] koma vit sostatt at lesa, at tann besti báturin í bólki 4 B, sum eru útróðrarbátar yvir 40 tons, var West Freezer - sum altso er nærmari 300 tons. Hetta skræðir fullkomiliga javnvágina undan lógini
grindin í fjør var eisini tann fyrsta. Tað var grindin í Hvalba, har 251 grindahvalir uppa tilsamans 1.248 og 1/2 skinn løgdu beinini. Størsta gdindin við springarum var eisini í Suðuroy. Tað var grindin tann [...] juli Fámjin 167 hvítskjórutir springarar 29. juli Hvannasund 170 1.488 grindahvalir 30. juli Gøta 111 1.097 grindahvalir 28. juli Hvannasund 49 406 grindahvalir 13. sept.Fuglafjørður 16 hvítskjórutir
sum eisini er limur í Skipanarnevndini. Árni Dam var eisini við til gera fiskidagaskipanina frá fyrsta degi av. Hann sigur, at eftir hansara fatan var tað ikki ætlanin við lógini um vinnuligan fiskiskap [...] ikki minst av tí, at tað nýggja stállínuskipið verður ikki skrásett í bólkinum fyri línuskip yvir 110 tons, men í bólki 4 B, sum er bólkurin fyri útróðrabátar yvir 40 tons. Ein av teimum, sum undrast yvir [...] skuldi bera til at leggja loyvi saman tvørturum teir ymsu bólkarnar. ? Eg eri púra vísur í, at tað var ikki hetta, sum politikararnir ætlaðu við fiskidagaskipanini. ? Og tað er eisini eftir tí, at vit hava
mannagongdina,og tí hon var konufólk, tordi hon betur at ringja til hennara um eitthvørt mál, sum var farið fram á fundinum. Tað var eisini orsøkin til, at tær báðar komu at arbeiða so neyvt saman. Eyðgunn: [...] býráðspolitikk? Betta Joensen: ? Tað var av tilvild í mínum føri. Eg varð biðin um at stilla upp á sambandslistanum á seinasta býráðsvali, av tí at einki konufólk var á listanum. Hóast eg royndi at bera [...] at vita, at tað einki vágaverk var at stilla upp, tí hon fór ikki at vera vald kortini. Tí játtaði hon at fara á listan. Úrslitið bleiv, at Betta fekk 58 atkvøður og var fyrstvald á sambandslistanum. Hon
Wien. Jú, hetta var eitt professionelt tiltak. Væl høvdu Martin og hansara musikarar fingið burúr stutta skotbráinum, mergjað og reystliga dundi »Ódn«-in fjølmenta manskórinum, vøkur var myndin úr prýdda [...] árið og so annars at mega leggja stilt í mánaðar er ikki nøktandi. Ein fragd er tað at uppliva Jens Chr. Guttesen við einum støðugt vaksandi bólki av cellonæmingum uttan um seg í symfoniorkestrinum, eisini
fyri seks fjórðingar er eftir stødd, so heilt inn í klettin sleppur Frøyanes ikki. Hvussu var við várfrið- ingini, var hann ikki heilt greiðir yvir uppá standandi fót. Men er tað so, at friðingin er fyri skip [...] bólkar. Chris Jan Michelsen nevnir, at várfriðingin er fyri skip í bólki 3, sum eru stállínuskip yvir 110 tons. Men Hóast Frøyanes er stállínuskip uppá mangt slíkt, er hann í bólki 4 B, saman við útróðrarbátum
1999, tí bilurin framvegis er frá 1992! Og ein bilur frá 1985, sum í 1992 var 7 ára gamal, skal framvegis gjalda tað sama, sum var galdandi fyri 7 ára gamlan bil, hóast hann nú er vorðin 14 ára gamal, tí [...] verður verandi í gildi. Hendan skipan virkar soleiðis, at allir bilar frá 1992 og yngri gjalda tað, sum var ætlað nýggjum bilum og allir bilar, eldri enn 7 ár, gjalda eitt tryggingargjald fyri 7 ára yngri bil [...] smíðiárið. Tá ið sæð verður burtur frá einum møguligum innvunnum bonusi, so skal ein bilur frá 1992, sum var spildurnýggjur í 1992, men í 1999 er 7 ára gamal, kortini gjalda tað sama, sum er galdandi fyri ein
ótrúliga vónbrotin eg var, hvørja evigu einastu ferð mítt navn ikki stóð á talvuni. Eg græt innantanna. Mest vónbrotin var Kaj Leo, tá hann í fekk kjansin í dystinum Føroyar-Belgia, og var kosin besti føroyski [...] ára gamal var Kaj Leo skipsførari. Hann sigldi úti í tvey ár, var feriuavloysari eina summarfrítíð hjá Reyni Service. Her kom hann í samband við nógv fólk, og tað dámdi honum væl. Endin var, at tá hann [...] HB ? hvussu týðandi er Havnar Bóltfelag fyri teg? ? Eg byrjaði í HB, tá eg var seks ára gamal, men bleiv blakaður heim, tí eg var ov ungur, og so byrjaði eg árið eftir sum sjey ára gamal. Tað, sum altíð
óvart á seg. Hann helt, at Listafelagið mundi hava havt ein fingur við í spælinum og tað var tann tíð, tá ein var virkin har, segði Janus Kamban. - Eg skilji, at felagið er virki og við sítt fríska lív [...] mikudagin, handaði Signar á Brúnni, landstýrismaður, myndahøggaranum Janus Kamban heiðursgávu, áljóðandi 110.000 krónur. Eini 10 - 12 fólk vóru samankonin á løgmansskrivstovuni at heiðra elsta listafólk okkara [...] ið í mentunararbeiði hava havt við Janus at gera og embætisfólk í mentamálastýrinum. Stórvegis hávi var ikki gjørdur burturúr, ein friðaligur kaffimunnur og leyst prát. Bárður Jákupson, limur í tilmælandi
vágamonnum til ein norskan línubát, hevur vakt so mikið stóran ans, at longu fyrsta dagin løgtingið var til arbeiðis aftur eftir jólafrítíðina, fekk Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum heilar [...] Jákup Sverri Kass siga, at eftir lógini um vinnuligan fiskiskap hevur bólkur 3, sum er línuskip yvir 110 tons, 2.660 dagar. ? Hetta fiskidagatal verður býtt ímillum tey verandi skipini í nevnda bólki. ? Talan [...] M.a. er Frøyanes skrásettur í bólkinum fyri útróðrarbátar yvir 40 tons og ikki fyri línuskip yvir 110 tons. Harafturat skilst, at landsstýrið hevur játtað at leggja veiðiloyvir saman millum bólkarnar,